Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. januar 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 - 12. januar 2006 15 Gudrun Sigfussson, kostráðgevi fer at greiða frá Herbal­ life­útdráttum á al­­menn­um fundi í Miðla­húsinum fríggja­ kvøldið Sunnur kostur Fríggjakvøldið kl. 19.30 skipar Herballife í Føroyum fyri almennum fundi í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Tá fer Gudrun Sigfusson, sum er útbúgvin kostráðgevi at halda fyrilestur um sunnan kost og vekttap. Tað eru Kirsten Jacobsen og Willi Olsen, sum standa fyri tiltakinum, ið er alment. Leygardagin og sunnudagin millum kl. 10 og 15 verður skeið hildið fyri áhugaðum, sum vilja hava meira at vita um vørurnar hjá Herballife. Til ber at melda seg til hetta skeið fríggjakvøldið. Willi Olsen, sum er ein av umboðsmonnunum hjá Herballife í Føroyum, sigur at Herbalife hevur longu hjálpt milliónum av fólkum runt um allan knøttin í meiri enn 25 ár, og er enn slóðbrótandi við tess vekt­ javnvág úrdráttum. Nýggj­ asta frá Herbalife eitur Shape­ works. Willi Olsen vís­­ir á, at Shapeworks er ein sunn og væl avbalanserað mál­tíð, við nógvum pro­te­inum og lítl­um sukur innihaldi. – Tað er ikki so undarligt, at vit hava yvirvekt ella eru ov tung. Tey seinnu árini hev­ur man funnið fleiri prógv fyri, at yvirvekt er at­voldin til nógv at teim mest vanligu sjúkunum. Við árunum er hetta blivið til ein sera álvarsaman heilsu­trupulleika. Ætlanin er at geva fólki møguleika at royna Herballifevørunar á fundinum fríggjakvøldið. So bersøgin er Guðmundur Alfreds­ son, professari í fólka­ rætti í svari til Høgna Hoydal, formann Tjóðveldisfloksins og Herluf Sigvaldson, deildarstjóra á uttanríkisdeildini á Løgmansskrivstovuni. Rættleiðingin skal afturvísa danskt fullveldi í Føroyum SJÁLVSTÝRISMÁL Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað er eftir umbøn, at Gudmundur Alfredsson, professari í fólkarætti, sum sjálvur hevur starvast í mong ár fyri ST, hevur gjørt eitt stutt upprit um donsku fráboðanina til ST. Eins og hann hevur ført fram í Útvarpi Føroya, so heldur Alfredsson, at danska fráboðanin er ein roynd at endurstaðfesta og styrkja danskt fullveldi yvir Føroyum. Hann vísir eisini á vandan fyri, at fráboðanin kann tulkast soleiðis, at nú hava føroyingar brúkt sín sjálvsavgerðarætt til at vera undir donskum valdi. Gudmundur Alfredsson mælir tí til, at føroyingar gera eina egna fráboðan til ST. Og eftirsum føroyingar enn ikki eru limaland í ST, so mælir Alfredsson til, at vit biðja tildømis Ísland ella Kina um at senda føroysku rættingarnar víðari til ST. Tjóðveldisflokkurin hevur lagt uppskot til samtykt­ar fyri tingið um at fáa føroyska frá­boðan til ST. Skrivið frá Guðmundson er soljóðandi: »Dear Högni and Herluf, As requested by both Högni Hoydal and Herluf Sigvaldsson, a few comments follow on the Circular Note from the Permanent Mission of Denmark to the United Nations, dated 16 November 2005. The frequent and thorough references to Danish sovereignty, the Danish Constitution, Danish final decision-making powers and Danish control, as well as the secondary status and limited authority of the Faroe Islands and Greenland vis-a- vis Denmark, constitute the most striking and negative aspects of this Circular Note. It would seem obvious that these references by far exceed the need occasioned by the supposed purpose of the Note, that is to inform the recipients about certain agreement-making powers delegated to the Faroe Islands and Greenland. The opportunity has clearly been used to reassert Danish sovereignty. On the positive side, one should mention the reference in the Circular Note to the peoples of the Faroe Islands and Greenland. After all, it is peoples who are entitled to the right of self-determination. It should also be noted that this is a mere Circular Note, and the cover letter is not even signed by an Ambassador. The mentioning in the Note of the right of self- determination, however, is ambiguous in light of the language formulation used. One possible interpretation would be that the Faroese and Greenlandic peoples have now exercised this right, namely that it is all over and done with as far as the Danish Government is concerned. In my opinion, this Circular Note in itself does not lead to the conclusion that the Faroe Islands or Greenland have abandoned or otherwise lost their right of self- determination. Nevertheless, it is highly unfortunate that this information is submitted to the United and to the Member States of the Organization. An accumulation of messages of this kind may, not yet but eventually, lead to the impression that the Faore Islands and Greenland have accepted permanent Danish control, unless and until they issue proper protests against any incomplete or inaccurate parts of the texts distributed or take other steps to exercise or preserve the right of self- determination. Correcting wrong impressions will gradually become more and more difficult. As to possible official reactions by the Faroe Islands, it would be desirable if additional and more complete information would sooner than later be circulated at the United Nations. This could be accomplished by writing to the United Nations and to all the Member States or, preferably, by asking Denmark or a friendly third State, like for example Iceland or China, to distribute a Faroese text for information as a Circular Note at the United Nations, without the submitting State necessarily taking a position on the contents. Best regards, Gudmundur.« Í svarinum til Tjóð­veldis­ flokkin mælir Gudmundur Alfredsson til, at føroyingar gera eina egna fráboðan til ST. Og eftirsum føroyingar enn ikki eru limaland í ST, so mælir Alfredsson til, at vit biðja tildømis Ísland ella Kina um at senda føroysku rættingarnar víðari til ST. - Biðið Kina ella Ísland senda rættleiðing til ST Hóast ilsligt hevur verið í veðrinum, hava menn arbeitt dúgliga við at rigga soleiðis til, at flaggskipið hjá norðoyingum kann sleppa til bryggju, tá tað kemur aftur av fyrsta túrinum um fáar dagar Fiskiskapur Orð/mynd: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Ánirnar: Alt er ikki liðugt. Og alt verður hendur ikki liðugt, tá Atlantic Navigator kemur til Klaksvíkar ein av næstu døgunum. Fiskiskapurin hjá Atlantic Navigator hevur verið góður, og hava teir higartil framleitt omanfyri 750 tons av surimi og mjøli. Gongst sum ætlað kemur skipið við fyrstu lastini á Klaksvík – ella rættari sagt Ánirnar – mánadagin í næstu viku. Tá reiðaríið setti fram ynski um at sleppa at leggja veiðuna upp í Klaksvík, varð hetta væl móttikið av Klaksvíkar kommunu. Alt gjørt klárt Kommunan setti sær bein­ anvegin fyri at kanna møgu­ leikan fyri hesum, nú nýggja ídnaðarhavnin í Ánunum er um at verða liðug. Fyri viku síðani varð ein ástaðarfundur hildin í ídnaðarhavnini millum komm­ununa, reiðaríið hjá Atlantic Navigator, Preben Hansen, sum er ráðgevandi verkfrøðingur, Skipafelagið Føroyar og JKP–Contractors, um møguleikan fyri at leggja veiðuna upp á góðshavnini. Niðurstøðan á fundinum varð greið og í fýra punkt­ um: Ein partvís avhending av Ídn­að­ar­havn­ini verður longu í dag. Skipafelagið setur upp umleið 40 frysti­ bingjur á staðnum, og í triðja lagi leigar Klaksvíkar Kommuna eitt neyð­streyms­ annlegg frá SEV við eini effekt uppá 380 KVA, m.a. til frysti­bingj­urn­ar. Umframt hetta, skal ein skrái gerast frá bryggjukantinum og yvir á Navigator. Annars hava fólk longu lagt til merkis, nú illveður hevur verið, hvussu veð­ur­ gott og kyrt tað er í nýggju ídnaðarhavnini í Ánunum. Hóast Ídnaðarhavnin varð partvís avhendað í dag, so er arbeiðið ikki liðugt enn. – Vit vænta, at tað verður einaferð í mars/apríl, sigur borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen við Sosialin. Verð vælkomin, Atlantic Navigator Herbalife Stovnað í 1980 Umsetningur fyrsta árið: 12 mio. kr Umsetningur í 2003: 1200 mio. kr. Herbailfe International bleiv skrásett á NYSE(New York Stock Exchange) 16. december 2004, og er virði á parta­ brøvunum meira enn 2 faldað síðani tá. Eisini hevur Herbalife eina Vísunda- og Medisinska Ráðgevandi Nevnd, ið er samansett av leiðandi granskarum og kostráðgevum, ið ansa eftir at Herbalife úrdráttinir standa mát við og ofta liggja langt omanfyri, høgu almennu krøvini til góðsku. Allir úrdráttirnir eru royndir á menniskju fyri ovurviðkvæmi. Ein av granskarunum Louis Ignarro Ph.D. vann í 1998 Nobelprís innan sálarfrøði og medisin fyri hansara gransking í sambandi við hjarta. Eitt nú er Viagra útviklað grundað á hansara gransking. Millum annað WHO, World Health Organisation, hevur staðfest at vanligi maturin inniheldur mangan minni vita­ minir, mineralir, fibur og proteinir enn fyrr, og er hetta ein av orsøkunum til yvir­vekt. FAKTA Fundur um sunnan kost Teir arbeiða dúgliga við at gera havnina klára til fyrstu stóru uppgávuna, tá Atlantic Navigator kemur til lands mánadagin. Hóast illveður var fyrrapartin í dag, so gekk arbeiðið sína gongd