hósdagur 12. januar 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 9 - 12. januar 2006
UTTAN ÚR HEIMI
Segði seg hava mist
dóttur í flóðalduni
Í juli í fjør boðaði bretin Philip Bosson bretsku løgregluni
frá, at hann hevði funnið líkið av dóttur síni í einum
líkhúsi í Sri Lanka, har myndugleikarnir høvdu savnað
fólk, sum vóru druknað í teiri stóru flóðalduni.
Sambært BBC ivaðist løgreglan ikki í, at tann 19
ára gamla Kayleigh Bosson var deyð í flóðalduni, men
løgreglumenninir fóru at ivast, tá teir varnaðust, at pápin
hevði ilt við at stava navnið á dóttur síni. Tí bleiv avgjørt
at biðja Interpol kanna málið. Tríggjar mánaðir seinni
varð staðfest, at Philip Bosson hevði ongantíð átt eina
dóttur. Nú er Philip dømdur tríggjar mánaðar fongsul fyri
at hava órógvað arbeiðið hjuá løgregluni.
Ein fyrrverandi unnusta hansara hevur greitt løgregluni
frá, at Philip hevur altíð verið hugtikin av navninum
Kayleigh, sum hann hevði funnið í einum sangi frá áttati
árunum, sigur BBC.
Søguligt val
Hóast landið eitur Demokratiska Lýðveldið Kongo, hava
viðurskiftini har ikki havt serliga nógv við demokrati at
gera. Í 1870 kom landið undir belgiskt ræði, og belgiumenn
stýrdu tí við harðari hond, til tað fekk sjálvsstýri í 1960.
Men longu fimm ár seinni tók herovastin Mobuto Sese
Seku valdið sum einaræðisharri, og tað hevði hann líka
til 1997, tá Laurent Kabila tók við. Seinastu árini hevur
sonur hansara, Joseph Kabila, sitið við valdið.
Í gjár varð fráboðað, at 80 prosent av fólkinum hava
tikið undir við, at veljararnir skulu velja tjóðarting og
forseta, og ætlandi verður hendan stórhendingin eina
ferð í mars, skrivar AP úr Kinshasa.
Val hevur ikki verið í Demokratiska Lýðveldinum
Kongo seinastu 35 árini. Ta ferðina skuldu fólk velja
forseta, men í veruleikanum var hetta ikki eitt val, tí
Mobuto Sese Seku var einasta valevni.
Leyvur leypa á fólk
Myndugleikarnir í Tanzania og
har norðuri í Mosambik kæra
seg um, at tað gerst alt meiri
vanligt, at leyvur leypa á fólk.
Tað eru umleið 5.500 leyvur í
teimum báðum londunum, og
tey seinastu árini hava tær lopið
á fleiri hundrað fólk. Tað ger, at
fólk eru ræðslusligin, bara ein
leyva er í nánd, skrivar Reuters.
Í nítiárunum var vanligt, at leyvur lupu á umleið 40
fólk um árið, men tey seinastu árini hava álopini verið
umleið 100 um árið. Serfrøðingar siga, at leyvurnar eru
vorðnar munandi djarvari, og at tær gera sær dælt av,
at nógvir bøndur eru úti um náttina fyri at ansa eftir
húsdjórunum.
– Umleið 70 prosent av teimum, sum verða álopin,
doyggja, sigur amerikanski granskarin Craig Packer, sum
stendur á odda fyri einari verkætlan í einari villdjóralund
har norðuri í Tanzania. Hann sigur, at tað hendir javnan,
at leyvur bróta seg inn á fólk og draga tey út úr húsunum,
áðrenn tær gera av við tey.
Giftast á flogvøllinum
Altsamt fleiri svensk ungfólk velja at giftast í altjóða
floghavnini í Stockholm, Arlanda Airport, skrivar TT.
Í 2004 vórðu umleið 400 pør vígd í floghavnini, og í
fjør var talið næstan 500. Helena Miller, talskvinna hjá
floghavnini, sigur, at tað er eitt gott hugskot at giftast í
Arlanda, um fólk ætla sær á brúdleypsferð beint eftir
vígsluna. Hon leggur afturat, at í floghavnini royna tey
at skipa so fyri, at fólk verða vígd, beint áðrenn flogfarið,
sum tey skulu við, fer avstað.
Helena Miller sigur, at tey flestu pørini velja at lata
starvsfólkini hjá floghavnini taka sær av viðførinum,
ferðaseðlunum og ferðaskjølunum, meðan vígslan fer
fram, so tað er púra klárt hjá teimum nýgiftu at fara á
brúdleypsferðina.
Norðmenn ætlaðu
at seta servandar
hermenn umborð
á russiska trolaran
„Elektron“, sum
rýmdi undan norsku
sjóverjuni í oktober.
Men trolarin var ov
langt úr landi
Sjóverja
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
„Elektron“ rýmdi undan
norsku sjóverjuskipunum
við tveimum norskum eftir
litsmonnum, sum vóru
farnir umborð á trolaran at
kanna veiði og reiðskap.
Hóast áhaldandi áheitanir
um at steðga valdi russiski
skiparin at sigla í russiskan
sjógv við teimum báðum
eftirlitsmonnunum.
Nú hava dulnevndar
keldur avdúkað, at norska
sjóverjan hevði savnað
eitt lið av servandum her
monnum, og at ætlanin
var, at ein tyrla skuldi seta
teir umborð á tann russiska
trolaran. Men tað vísti seg,
at „Elektron“ var so langt
úr landi, at brennievnið hjá
tyrluni fór ikki at røkka til ta
longu ferðina.
Løgregluovastin í Troms,
Truels Fyhn, sigur við blaðið
VG, at hann fekk boðini um,
at servandir hermenn vóru
farnir av einari støð, men
at teir høvdu vent aftur.
Verjumálaráðið í Oslo vil
hvørki vátta ella avsanna
tíðindini.
Mehmet Ali Agca,
sum royndi at beina
fyri Jóihannesi Páll
páva, er nú sloppin úr
fongslinum
Morðroynd
Árni Joensen:
fartekst@mail.fo
Í 1981 royndi tann 23 ára
gamli turkiski maðurin
Mehmet Ali Agca at beina
fyri táverandi pávanum,
Jóhannrsi páll Øðrum, á
Pæturstorginum í Rom. Men
morðroyndin miseydnaðist,
hóast pávin var illa særdur
av skotunum. Stutt eftur var
Ali Agca dømdur og settur
í fongsul.
Tá hann hevði sitið í 19
ár, gjørdu italsku myndug
leikarnir av at veita honum
grið og at senda hann aftur
til Turkalands. Har kom
hann aftur í fongsul, tí hann
viðgekk at hava verið uppi í
einum bankaráni og einum
morði í sjeytiárunum. Í
morgun slapp hann so út
eftir næstan 25 ár aftan fyri
rimarnar.
Jóhannes Páll pávi var í
1983 í fongslinum og vitjaði
mannin, sum royndi at myrða
seg. Pávin fyrigav honum
gerðina og vælsignaði
hann.
Tað er framvegis ein
gáta, hví Mehmet Ali
Agca royndi at beina fyri
pávanum. Tey flestu hildu
hann vera sinnissjúkan,
men onnur halda, at hann
var
ikki
einsamallur
um morðætlanina. Eitt
nú
halda
summi,
at
fregnartænasturnar Bulgaria
og
Sovjetsamveldinum
stu8ðlaðu morðrouýndini,
men tað er ongantíð
prógvað.
Ætlaðu at seta hermenn
umborð á russiskan trolara
Ali Agca latin leysur
Mehmet Ali Agca var umgirdur av løgreglumonnum, tá hann slap út úr fongslinum
Mynd: Reuter