hósdagur 12. januar 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 - 12. januar 2006
17
Nr. 9 • hósdagur • 12. januar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Kyndil II-VÍF
16-22 (9-13):
VÍF hevur
beina
finalukós
Uttan at teir nakran
tíð sveiggjaðu seg
upp móti meistara
spælinum, vann VÍF
í gjárkvøldi tryggan
sigur á næsta besta
Kyndils-liðnum
Coca Cola-
kappingin
Jákup Mørk
jakup@sosialuri.fo
Talan gjørdist ikki um
nakra sensatión, tá næst
bestu Kyndils-menninir
mikukvøldið tóku ímóti
VÍF.
Kyndil hevði ávegis
til hálvfinaluna sent
H71 úr kappingini, og tí
vóru kanska nøkur, sum
vónaðu, at Kyndil enn
einaferð kundi skapa tað
heilt stóru sensatiónina.
Eina løtu vóru teir grønu
eisini væl við. Fyrstu 20
minuttirnar var millum
lítil og eingin munur á
liðunum báðum, og teir
gulu høvdu eisini hug at
ilskast um, at spælið ikki
gekk eftir vild.
Tað eydnaðist tó vest
menningunum at skapa
eitt hol stutt undan steðg
inum, og hetta hildu teir
fast um gjøgnum seinna
hálvleik. Endaliga úrslitið
gjørdist so ikki nakar stór
sigur til verjandi føroya
meistararnar, men við
seks málum til góðar
skal tað vera ógvuliga
løgið, um teir í seinnu
hálvfinaluni tveita eitt
finalupláss burtur.
Tað var ein dyggur smeitur
fyri Kyndil, at kviki vong
spælarin, Josef Abrahamsen,
í fyrra hálvleiki av fyrru hálv
finaluni móti StÍF á Skála
í gjárkvøldið meiddi sær
annað knæið. Í fyrstu atløgu
bendi nógv á, at talan var um
ein krossbandsskaða, men
soleiðis var tíbetur ikki.
Tá ið vit tosaðu vit Josef
tíðliga í morgun, hevði hann
verið hjá lækna, og hagani
vóru boðini, at eitt liðband
uttarlaga í knænum var
toygt. Hetta merkir, at Josef
skal binda frið í tvær vikur,
áðenn hann kann byrja at
venja aftur. Sostatt gongur
tað helst ein slakur mánaður,
áðrenn hann aftur verður at
síggja á vøllinum.
tn
Í einum sera spenn
andi dysti eydnaðist
tað mikukvøldið SÍ
at staðfesta annað
plássið, tá endaspælið
hjá kvinnum fór
ígongd
Flogbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Talan var um ein sera javnan
og spennandi dyst, har
einki sum helst var avgjørt,
fyrr enn seinasti bólturin
í seinasta settinum varð
sligin.
Unga SÍ-liðið hevur tvær
ferðir í ár havt møguleika
at vinna seg fram til steypa
finaluna, men í báðum
førum er henda ætlanin tó
miseydnað. Sunnudagin var
tað júst ÍF, sum syrgdi fyri
hesum, tá tær vunnu finaluna
í Mjølnir-kappingini, og tað
var eitt tap, sum SÍ hevði sett
sær fyri at hevna.
Í mun til dystin í Klaks
vík, so tóktist dirvið hjá
sørvágskvinnunum hesa
ferð at vera væl størri. Mót
tøkurnar riggaðu væl, og á
tann hátt eydnaðist eisini
liðnum at trýsta ÍF við vari
erandi spælið yvir um netið,
skilst.
ÍF legði seg tó ikki uttan
mótstøðu. Tær vunnu bæði
fyrsta og triðja settið, og tí
gjørdist neyðugt við einum
fimta og avgerandi setti, tá
stigini skuldu plaserast. Eitt
avgerandi sett, har møðin
spakuliga var farin at gera
um seg, og har sálarliga
styrkin hjá spælarunum tí
veruliga skuldi standa sína
roynd. Júst hetta hevur
kanska verið ein trupulleiki
hjá SÍ í teimum báðum taptu
finalunum, men mikudagin
vístu tær týdningin, sum
royndirnar úr júst slíkum
finalum kunnu hava fyri eitt
lið.
Tær hildu høvdið kalt, og
v ið sigrinum tóku tær eitt
stórt fet mótvegis fyrstu
heiðursmerkjunum hjá SÍ í
bestu kvinnudeildini. Hvørt
hesi so verða av gulli, silv
uri ella bronsu, ber enn illa
til at staðfesta, men tær
styrktu í øllum førum væl
og virðiliga um sína støðu
við sigrinum.
Samstundis má ÍF nú
ásanna, at tær ikki longur
einsamallar kunnu gera av,
hvørt tær framvegis skulu
roknast sum gullkandidatar.
Munurin upp til Drátt.
Josef skaddur í slakan mánað
Í Kyndli óttaðust tey, at talan
var um krossbandsskaða, sum
noyddi Josef Abrahamsen av
vøllinum mikukvøldið. Men so
álvarsligt var tað tíbetur ikki
Mynd: Álvur Haraldsen
SÍ-ÍF 3-2 (21-25, 25-16, 22-25, 25-22, 16-14):
SÍ hevndi finalutapið
Sum vera man var lagið í toppi, tá SÍ mikukvøldið byrjaði endaspælið við teprum sigri á ÍF
Kyndil II-VÍF 16-22
(9-13)
Málskjúttar
Kyndil: Regin
Fossaberg 4(3), Ken
Zachariasen 3, Jónleif
Sólsker 2, Rani Ell
ingsgaard e2, Ragnar
Stakksund 2, Bárður
Johannesen 1, Hans
Arni Thomsen 1,
Pætur Johansen 1
VÍF: Agnar Joensen
6, Áki G. Olsen 5,
John Zachariassen 4,
Sámal Joensen 3(1),
Sjúrður Poulsen 2,
Harald Bjørgvin 1,
Ingi Olsen 1
Brotskøst: Kyndil
3, VÍF 3
Útvísingar: Kyndil
6, VÍF 3
Dómarar:
Karstin Joensen &
Kristian Joensen
FAKTA