hósdagur 12. januar 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 9 - 12. januar 2006
Eftir fyrru hálvfinal
una í Coca Cola kapp
ingini hjá monnum
millum StÍF og
Kyndil, bendir alt á,
at strandingar aftur í
ár verða annað liðið í
steypafinaluni
Coca Cola
kappingin
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
StÍF er um nakar steypa
liðið burturav í føroyskum
manshondbólti. Strandingar
hava síðstu mongu árini
verið fremsta liðið í steypa
kappingini hjá monnum, og
aftur í ár sær tað út til, at teir
verða við, tá ið steypafinalan
verður leikt í komandi
mánað. Í gjárkvøldið leikti
StÍF fyrru hálvfinaluna
ímóti Kyndli, og strandingar
vunnu ein tryggan sigur.
Gekk striltið við
málskjótingini
Fyrstu løtuna av dystinum
gekk tað rættuliga striltið
hjá báðum liðunum at
finna vegin til meskarnar.
Strandingar vóru rættuliga
ágrýtnir í verjupartinum og
fóru allatíðina út í gestirnar
úr Havn, og tað tóktist ikki
hóva kyndilsmonnum.
Í hinum endanum hevði
heimaliðið eisini sínar
trupulleikar. Gamaní fekk
Bent Djurhuus á strikuni
nakrar góðar fríspælingar,
sum hann tó ikki gjørdi sær
dælt av, men annars var tað
Alexandur Johansen, sum
stóð fyri tí, ið strandingar
høvdu at bjóða fyrsta kort
erið.
So líðandi vóru tað tó
strandingarnir, ið settu
seg á dystin, og tað gjørdi
góðan mun, tá ið Mortan
Hansen kom inn á strikuna.
Mortan dugdi væl bæði at
skapa pláss fyri skjúttunum
og at lofta innspælingum,
sum hann síðani sendi í
meskarnar.
Kyndil hevði framvegis
trupulleikar í sínum álops
spæli, og mangan tóktist
tað sum um, at teir grønu úr
Havn spældu nógv truplari,
enn neyðugt var.
Miðskeiðis í fyrra hálv
leiki misti Kyndil Josef Abra
hamsen, sum á veg aftur í
verju stóð fastur í gólvinum
og meiddi sær knæið. Hetta
var sjálvsagt ein smeitur fyri
havnarliðið.
Luktaði av stórsigri
StÍF var á odda við fýra
málum í hálvleikinum, og
henda støða helt sær so at
siga fyrsta korterið av seinna
hálvleiki. Men so setti
heimaliðið ferð á, og tá ið
fimm minuttir vóru eftir at
leika, vóru teir á odda við
átta málum, og tað luktaði av
stórsigri til strandingar.
Men Kyndil fekk tikið
seg eitt sindur um reiggj
móti endanum av dystinum,
og teir minkaðu nakað um
munin, soleiðis at tá ið liðugt
var, stóð tað 25-20 til StÍF á
máltalvuni.
At strandingar skuldu
vinna ein so mikið tryggan
sigur, var eitt sindur óvæntað,
tí
strandingar
høvdu
hvørki sterka rumenska
málverjan, Marian, ella
Svein Justinussen við
í hópinum, tí teir vóru
ávíkavist leikbannaðir og
burturstaddir. Nú Marian
var leikbannaður, fekk ungi
Rókur Nielsen møguleikan
millum stengurnar hjá strand
ingum, og tað er einki at at
taka seg aftur í, at hann stóð
ein fínan dyst.
Við 25-20 sigrinum hava
strandingar eitt sera gott
útgangsstøði undan seinnu
hálvfinaluni, sum verður í
Havn um tvær vikur. Ikki
tí, Kyndil kann, um teir
hava ein góðan dag, eisini
vinna samanlagt, men tað
verður ógvuliga trupult,
tí tað er sera sjáldsamt,
at StÍF tapir við nógvum
málum. Tí bendir alt á, at
StÍF aftur í ár verður annað
av liðunum í steypafinaluni
hjá monnum.
StÍF-Kyndil 25-20 (11-7)
Strandingar á finalukós
Borgar Danielsen var sannur brandur í verjuni hjá StÍF mikukvøldið. Her hevur hann fingið fatur á Róki Akralíð, sum við sjey
málum var besti málskjútti hjá Kyndli í fyrru hálvfinaluni.
Mynd: Álvur Haraldsen
StÍF-Kyndil 25-20(11-7)
StÍF: Arthur Johansen 7(4), Mortan Hansen 6,
Alexandur Johansen 5, Borgar Danielsen 4, Jørmund
Joensen 2, Pauli Hansen 1
Kyndil: Rókur Akralíð 7, Høgni Klein 3, Hans Áki Dal-
Christiansen 3, Janus Einar Sørensen 2, Marius Joensen
2, Josef Abrahamsen 2(1), Poul Rói Mohr 1
Brotskøst: StÍF 5(4), Kyndil 2(1)
Útvísingar: StÍF 2, Kyndil 3
Dómarar: Kristian Johansen og Sámal Paulason
– Viðhvørt tóktist tað sum um, at somu reglur ikki
vóru galdandi í báðum endum av høllini, og tað kundi
verða ørkymlandi. Hinvegin lótu teir báðir seg ikki
ávirka av teimum mongu tápuligu viðmerkingunum,
sum summir spælarar hava til at kalla hvørja einastu
dómaraavgerð
FAKTA
Strikuspælarin hjá kynd
ilsmonnum, Janus Einar
Sørensen, var alt annað
enn nøgdur við avrikið
hjá havnarliðnum í fyrru
hálvfinaluni.
– Teir skuldu als ikki
havt vunnið við so nógvum
málum. Men tað er sama
søga umaftur. Vit fáa ikki
mál, tí vit eru alt, alt ov
óskarpir, segði Janus Einar
eftir dystin.
Hann segði eisini, at tað
var ov vánaligt av Kyndli
at lata strandingar fáa so
nógv mál av strikuni.
– Vit vita jú, at teir spæla
sera nógv upp á strikuna,
og í Alexandur og Arthur
Johansen hava teir tveir
spælarar, sum duga sera
væl at spæla strikuna.
Hetta høvdu vit eisini tos
að um undan dystinum,
og vit høvdu avtalað, at vit
skuldu ansa sera væl eftir
hesum. Men tað heldur
bara ikki í dystinum, og
tað er ov vánaligt, heldur
Janus Einar Sørensen.
Tó sigur Janus Einar, at
teir í Kyndli als ikki hava
mist trúnna á, at teir kunnu
koma í steypafinaluna í ár.
– Fimm mál er einki at
snakka um. Um vit fáa
góðan stuðul frá kyndils
áskoðarunum í Havn, so
er tað als ikki ómøguligt
at vinna samanlagt, segði
Janus Einar Sørensen at
enda.
tn
Ein av mest sjónligu leikar
unum hjá strandingum var
strikuspælarin Mortan
Hansen, Hann fekk eisini
seks av málunum hjá StÍF,
og tað er ikki so galið, tá
ið havt verður í huga, at
hann einans hevur vant í
ein mánað.
– Tað gekk bara væl í
dag. Eg og Bent (Djurhuus,
blðm.) skiftust, soleiðis at
eg var í álopinum, og hann
var við í verjupartinum. Tað
gav mær eisini neyðuga
hvíld, soleiðis at man
allatíðina hevði orkuna
at stríðast inni á strikuni,
segði Mortan Hansen eftir
dystin.
Spurdur um tað var
nakar møguleiki fyri, at
strandingar nú fóru at
snáva á vegnum í finaluna,
segði Mortan Hansen.
– Nei, hetta halda vit.
Tað eri eg púra vísur í. Vit
manglaðu tveir týðandi
spælarar í dag, og teir verða
báðir við í hálvfinaluni í
Havn, so tá hava vit eitt enn
sterkari lið. Vit eru eisini
øgiliga uppsettir at røkka
finaluni, og við góðum
stuðli frá áskoðarunum
fara vit uttan iva eisini at
basa Kyndli í Havn, segði
Mortan Hansen.
tn
Janus Einar Sørensen, Kyndil:
– Alt ov óskarpir
Mortan Hansen, StÍF:
– Hetta halda vit
Janus Einar Sørensen
Mortan Hansen