hósdagur 12. januar 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 9 - 12. januar 2006
Atkins, Montignac
ella GI - mátarnir at
blíva klænri upp á
verða bara fleiri og
fleiri jú feitari vit
blíva. Her eru átta teir
nýggjastu mátarnir
at missa tey óynsktu
kiloini. Vel tann sum
passar tær best og
góða eydnu
Klænking
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
Atkins
Amerikanarin Atkins mein
ar at 50-75 prosent av all
ari orku skal koma frá pro
teinum og feitti, og restin frá
kolhydratum.
Et nógv av: Kjøti, fugli,
fiski, eggum og grønmeti
sum til dømis agurk og
salat.
Vekttap: Umleið 1,5-3
kilo um vikuna.
Passar tær: Sum altíð er
svangur og vil tapa teg
skjótt.
Fyri: Lætt at fylgja og tú
etur teg altíð mettan.
Ímóti: Maturin er nokkso
einstáttaður, og torført er
at fáa allar vitaminir og
mineralir í seg. At eta lítið
av kolhydratum ger eisini
at tú verður í ringum lag og
kann fáa ringan andadrátt.
Lesið meira á:
www.lowcarb.ca
GI
GI ella rættari sagt Glykem
iskt Index er ein máti at læra
seg at stýra sínum blóðsukri.
Við at eta mat sum hevur
lágt GI, verður tú mettur
longri enn um tú etur mat
við høgum GI.
Et nógv av: Mati við lág
um GI, til dømis rugbreyð,
rís og kjøt.
Vekttap: Ymiskt, men um
leið 0.5-1 kilo um vikuna.
Passar tær: Sum vil læra
teg at eta sunt og ikki taka
upp á aftur.
Fyri: Tú er mettur longri,
vil ikki eta slikk líka ofta
og lærur teg at eta betri.
Ímóti: Eitt sindur torført
at læra seg at eta eftir GI-
tabellunum. Enn eru ongi
prógv fyri at man verðuliga
tapur seg við GI.
Lesið meira á:
www.glykemiskt-index.info/
Pulvurmátin
Ymiskar fyritøkur selja
slankipulvur sum ein skal
blanda í vatn og drekka.
Onki annað skal etast.
Et nógv av: Pulvuri – finn
ast ymisk sløg! Bæði sum
milkshake og sum suppa.
Vekttap: Nógv- umleið 2-
3 kilo um vikuna.
Passar tær: Sum vil tapa
nógv uppá stutta tíð, ella
koma í gongd við einum
slankikuri.
Fyri: Gott startskot til
nýggjar vanar. Tú tapur
nógv uppá stutta tíð.
Einkult – tær nýtist ikki
at hugsa um mat, bara um
pulvur.
Ímóti: Tú er svangur
næstan alla tíðina. Pulvuri
smakkar ikki serliga gott.
Vandi er fyri at tú tekur alt
uppá aftur, tá tú gevst við
pulvurinum.
Lesið meira á:
www.cambridgekuren.dk
og www.nutrilett.dk
Steinaldarmátin
Hugsanin er, at við at eta
sum okkara forfedrar gjørdu,
skulu vit síggja út sum tey -
sterk, kløn og frísk.
Et nógv av: Frukt, nøtum,
grønmeti, fiski, eggum og
kjøti.
Vekttap: 1-2 kilo um vik
una.
Passar tær: Sum dámar
at standa í køkinum og vil
broyta lívsstíl.
Fyri: Ein ógvuliga sunnur
máti at tapa seg uppá.
Tú fær lægri blóðtrýst og
kolesterol, og tey nógvu
proteinini gera teg ógvu
liga mettan.
Ímóti: Tað er torført at
liva soleiðis í dagsins sam
felagi. Allur matur má
gerast frá grundini, og tað
er ofta dýrari, enn vit eru
von við.
Lesið meira á:
www.sofdesign.com/neander
Lowfat-mátin
Ikki at eta feitt er ein væl
royndur máti at tapa seg
uppá. Feitt inniheldur dupult
so nógvar kaloriur sum ann
ar matur, og samanborið við
kolhydratir so gerst feitt sjey
ferðir so lætt um til kropps
feitt.
Et nógv av: Tí mesta
– bara tað ikki inniheldur
nógv feitt. Fiskur, fuglur
og egg eru góð dømi.
Vekttap: 0,5 kilo um vik
una.
Passar tær: Sum vil
klænka teg upp á ein lættan
máta og ikki so skjótt.
Fyri: Hesin mátin heldur í
longdini. Tær nýtist ikki at
læra teg nýggjar matvanar
uttan bara eta minni feitt.
Í móti: Ein klænkar seg
ofta ikki serliga nógv við
at bert at eta minni feitt
– tá mugu størri broytingar
til í lívsstílium.
Lesið meira á:
lowfatcooking.about.com/
Montignac
Hugsanin byggir á, at tað bara
er blóðsukur og glykemiskt
indeks (GI) einum nýtist
at hugsa um. Mongdina av
mati og orkuna í honum skal
ein ikki hugsa um.
Et nógv av: Mati við lág
um GI, til dømis gularøtur,
rugbreyð og rís.
Vekttap: 3 kilo um vikuna
Passar tær: Sum dámar góð
an og dýran mat
Fyri: Her kanst tú eta
sjokulátu, feitar ostar og
drekka sjampagnu. Tað er
betri, at tú etur feitt enn
kolhydratir, fyri at sleppa
undan lágum blóðsukri.
Ímóti: Hesin mátin er í
stríð við alla aðra vísind
eftirsum hann ikki tekur
atlit til kaloriurnar í føðini.
Etur ein bara mat við lág
um GI, fær kroppurin ikki
nokk av vitaminum og
mineralum.
Lesið meira á:
www.montignac-intl.com
Vektbólkar
Bæði sum kvøldskúli og á
treningssentrun kann ein fara
við í sokallaðar vektbólkar.
Et nógv av: Ymiskir
bólkar hava ymiskar mátar.
Vekttap: Teir flestu vekt
bólkarnir meta at 0,5 kilo
um vikuna er rímuligt
Passar tær: Sum vil hava
nógvan stuðul og sum vil
læra teg at eta betri.
Fyri: Leiðararnir hava góð
ar royndir og geva sær ofta
tíð at hjálpa og ráðgeva.
Ímóti: Tað kostar og kann
vera eitt stórt stig at fara til
eitt alment høli.
Lesið meira á:
www.vektvokterne.dk
www.vektkonsulenterne.dk
www.yndi.fo.
Summir kvøldskúlar hava
eisini klænkiskeð.
Vektsíður á netinum
Aftonbladet í Svøríki var
ein av teimum fyrstu sum
byrjaði við at bjóða lesarum
sínum at klænka seg við at
fylgja einum programmi,
sum tey seta upp saman við
læknum og kostráðgevum.
Et nógv av: Ymiskar síð
ur hava ymiskar mátar at
klænka seg uppá.
Vekttap: 0,5-1 kilo um
vikuna.
Passar tær: Sum hevur
teldu heima ella til
arbeiðis, og vil hava stuðul
tá tú klænkar teg.
Fyri: Her fær tú nógv góð
ráð, og tú skrivar alt niður,
sum tú etur.
Ímóti: Tað kostar eitt sind
ur at gerast limur á teimum
ymisku síðunum. Tú má
hava teldu fyri at fylgja pro
gramminum.
Lesið meira á:
http://bt.slankedoktoren.dk
ella www.slank-igen.dk
8 nýggir mátar
at klænka seg
Heilsa
& lívsstílur
Heilsa
maggi@sosialurin.fo
GI-maturin
Soleiðis lesur tú tabellina
Lágt GI: undir 70
Millum GI: 70-90
Høgt GI: yvir 90
Epli: 80
Chips: 107
Kókaðar gularøtur: 85
Ráar gularøtur: 30
Grønt grønmeti: 15
Appelsin: 62
Apelsinjuice: 74
Banan: 65
Pera: 51
Súrepli: 52
Súreplajuice: 58
Mjólk: 39
Skuffukøka: 66
Sjokuláta: 70
Sjokuláta, 70 % kakao: 22
Mars o.l.: 97
Nudlir: 67
Kókað spagetti: 59
Rís: 72
Cornflakes: 121
Breyð: 48
Rugbreyð: 68
Sodavatn: 70
Popkorn: 55
Øl: 110
Kelda: www.paulun.com
Et so nógv tær lystir av sjokulátu, men ongi epli. Tað er eitt av ráðunum til tín, sum vil klænka
Mynd: Álvur Haraldsen