Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-12, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. januar 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 - 12. januar 2006 29 Sambært NTB, heldur Norges Fiskarlag, at myndugleikarnir í Noregi hava gjørt eitt vánaligt arbeiði í samráðingunum við føroyingar um nýggjan fiski­veiði­ sáttmála Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Norges Fiskarlag er ikki nøgt við fiskiveiðiavtaluna, sum Føroyar og Noreg undirskrivaðu í síðstu viku. Tað eru serliga reglurnar um atgongd at fiska svart­ kjaft og makrel hjá hvørjum øðrum, sum ónøgdin er um. NTB veit at siga, at Norges Fiskarlag vísti sína ónøgd við at taka seg aftur úr norsku samráðingarnevndini, áðrenn avtalan fyri 2006 varð undirskrivað. Ikki nøktandi Norges Fiskarlag heldur, at Noreg átti at fingið eina nøktandi atgongd í før­­oyskum sjógvi at veiða svartkjaft á sama hátt, sum landið hevur rokkið mót­ vegis ES. – Tilboðið úr Føroyum lá alla tíðina langt niðanfyri norska kravið, sigur fe­lag­ ið. Avtalan snýr seg um, at norsk svartkjaftaskip í mesta lagi kunnu fiska 4% av síni strandalandskvotu í føroyskum sjógvi. Tað merk­ir, at um heildarveiðan av svartkjafti verður 1,5 mil­ jónir tons, kunnu norðmenn fiska út við 60.000 tons í føroyskum sjógvi í ár. Betri avtala – Norges Fiskarlag fer fram­ haldandi at royna at fáa eina betri svartkjaftaavtalu í lag við Føroyar, sigur for­ maðurin, Reidar Nilsen við NTB. Norska fiskivinnan misnøgd Jupiter er eitt av okkara svartkjaftaskipum. Norskir fiskimenn eru misnøgdir um atgongdina hjá teimum at veiða svartkjaft undir Føroyum Mynd: Vilmund Jacobsen