Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. januar 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 10 - 13. januar 2006 – Hvussu hjálpa vit børnum við empati- órógv, og sum ikki eru sum onnur, og sum ikki kunnu seta seg inn í, hvat onnur føla og hugsa? Henda spurningin fer svenskur yvirlækni at geva sítt svar uppá í næstum á skeiði í Føroyum Skeið Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Empati-órógv: Tú sært tað beinanvegin á hesum børn­ unum, at okkurt er ikki sum tað eigur og skal. Í barnagarði og í skúla­ garði skilja tey seg burturúr mongdini, hóast tey hava sínar gávur. Trupulleikin hevur verið, at okkurt er áfatt við hesum børnunum. Men samstundis hevur ikki verið lætt at seta orð á, hvat bagir teimum. Ein teirra sum tó veit nógv um júst hetta evnið og sum fegin býtir út av vitan síni er yvirlæknin Christopher Gill­ berg úr Svøríki. Hann hevur hildið nógvar fyrilestrar um hetta evnið og hevur skrivað í hópatali av bókum og greinum. Og nú kemur hann so hendavegin at halda skeið. Skeiðið verður í mars mán­­aði og er ætlað fak­ fólk­­um sum arbeiða júst við hesum barna- og ung­ dómsbólkinum, eins og for­ eldrum og avvarðandi. Staðfesta sjúku Við drúgvu royndum sín­ um innan barna- og ung­ dómspsykiatri hevur Gillberg gjørt sær sínar hugsanir um tað, sum á fakmáli kallast empati-órógv. – Felags eyðkenni fyri hesi børnini er, at tey hava ringt við at seta seg inn í, hvat onnur bæði hugsa og føla, sigur hann. Hetta er eisini útgangs­støðið fyri skeiðnum. Tí, sambært Gillberg so er empati-órógv ein fel­ags­nevnari fyri fleiri psykiatriskar sjúkur, sum t.d. Asperger, autismu, Tourettes syndrom og anorexia. Á skeiðnum fer Gillberg at geva luttakarunum nøkur amboð soleiðis at ein kann staðfesta empati-órógv. Somuleiðis verður eisini víst á, hvussu ein kann hjálpa hesum bólkinum við trupulkleikum sínum. Altjóða viðurkendur Christopher Gillberg er pro­fessari í barna- og ung­ dómspsykiatri, og starvast sum yvirlækni á barnaneuro- psykiatrisku klinikkini á Gøteborg Universitet. Hann hevur skrivað meiri enn 400 vísindaligar greinar, harav tær flestu eru prentaðar í altjóða tíðarritum. Umframt hetta hevur hann útgivið 10 lærubøkur innan barna- og ungdómspsykiatri. Gillberg hevur eisini fingið fleiri altjóða viður­ kenningar fyri sína gransking um sambandið millum heila­ virksemi og atburð. Og tað er í einki at taka seg aftur í, at hann er ein kapasitetur innan hetta økið. Hann ber eisini orð fyri at vera ein spennandi fyrilesari. Tað er júst hetta sum før­ oysku skeiðluttakararnir fara at fáa gleði og gagn av í mars mánaði. Hjálp til børn sum fá skilja &YRIEINAVKUNDUMOKKARA EITTN«TTFELAGVI¹F¤GGJARLIGATRYGGARIBAKGRUND S’KJAVITEFTIREGNA¹UMSKRIVSTOVUH’LITILLEIGUELLATILKEYPS(’LINISKULULIGGJAVLFYRIMI¹SKEI¹IS¤4˜RSHAVNOGVI¹EINIST’DDMILLUMOGFERMETRAR ¸HUGA¹KUNNUSETASEG¤SAMBANDVI¹*ENS7ANGÕTELDUPOSTJWA FAROE LAWFOELLAVI¹ATRINGJA 4R˜NDARG’TAq0/"OXq4˜RSHAVNq4ELq&AXqWWWFAROE LAWFO 3KRIVSTOVUH’LIYNSKJASTTILKEYPSELLATILLEIGU PETURPETURs Hoyvík: Sunnukvøldið skip­ar samkoman Oasan fyri spennandi sangtiltaki við nógvum bólkum og einstaklingum. Millum hesar sangbólkar eru tær so vælkendu Ann­ ika & Sigrið, sum fara at syngja saman við gent­ unum. Menninir sleppa eisini upp í part, tá Steintór Hjalta­ lin, Harald Haraldsen, Jógv­ an Lamhauge og Tórbjørn Láadal fara at syngja saman. Annika við Skipá fer aft­ ur á pallin hetta kvøldið, og verður hetta gjørt saman við Tórbjørn Láadal. Og fólk kunnu so eisini gleða seg at hoyra Hans Jacob á Lava syngja nakrar sangir. sb. Hoyvík: Í mong ár hevur verið tosað um bygging av eini kirkju í Hoyvík. Og nú er so av álvara komin gongd á hetta málið. Í vikuni varð skriv sent út í húsini í høvuðsstaðnum við áheitan um at stuðla hesi bygging í eitt ávíst tíðarskeið. Kirkjuráðið og byggi­ nevndin hava sett seg í samband við fyritøkur og grunnar, og nú eis­ini til kirkjufólkið í Suður­ streymoy. Grundarsteinurin varð lagdur 20. juni í fjør, og er sáttmálði skrivaður um reising og innilokan av kirkjuni. Gongur sum ætlað kann kirkjan verða vígd og tikin í nýtslu komandi ár. sb. Savna pening til nýggja kirkju Hoyvíkar kirkja verður væntandi liðug komandi ár Fara at syngja sunnukvøldið Christopher Gillberg er vælkendur úti í heimi fyri vitan sína um barnapsykiatri. Nú fáa føroyingar eisini gleði av hesum