Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. januar 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 13. januar 2006 5 Føroya Rættur dømdi hósdagin ein 40 ára gamlan mann eitt ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri harðskap móti fyrrverandi unnustu síni og fyri at royna at hótta vitni Politimál Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tann 40 ára gamli maðurin var ákærdur fyri í fleiri før­ um at hava sligið fyrrverandi unnustuna hjá sær, og í tí eina førinum var ákæran harð­skapur av serliga grovum slag. Maðurin hevði nevnliga skallað unnustuna hjá sær, meðan hann var í fallhjálmi. Royndi at ávirka úr fongslinum Longu tann 30. oktobur í fjør var tann 40 ára gamli maðurin varðhaldsfongslaður fyri harðskap móti unnustuni hjá sær. Meðan maðurin hevur sitið varðhaldsfongslaður, hevur hann úr fongslinum roynt at ávirka fyrrverandi unnustuna, soleiðis at hon ikki skuldi vitna móti honum. Millum annað hevði maðurin lænt eina fartelefon, sum ein annar fongslaður per­sónur hevði smuglað við sær inn í fongslið. Far­ telefonina nýtti hann so at ringja til fyrrverandi unn­ust­ una, og hann hevur eisini smugl­að hóttanarbrøv út úr fongslinum. Linda Hesselberg, ákæri, greiðir frá, at løgreglan bleiv varug við hetta síðst í farnu viku, og tí bleiv maðurin iso­ lati­ónsfongslaður seinasta fríggja­dag, so at hann ikki kundi hótta vitni enn meira. Ákæruvaldið umhugsar at kæra Tann 40 ára gamli maðurin er í fýra førum dømdur fyri harðskap, og í tveimum før­ um er eisini dømdur fyri at royna at ávirka vitni. Eftir at Føroya Rættur hós­ dagin dømdi mannin eitt ára treytaleysa fongsuls­revsing, bað ákæruvaldið rættin um, at maðurin framhaldandi skuldi sita varðhaldsfongslaður, tí ákærin metti vanda verða fyri, at harðskapurin skuldi endurtaka seg. Hesum ynski gekk rætturin á møti, og tí situr tann 40 ára gamli fram­ vegis handan rimar. – Hetta er heldur sjáldsamt mál, og tað er ikki so ofta, at kvinnur, ið verða útsettar fyri slíkan harðskap, tora at standa fram. Tað gjørdi kvinnan í hesum førinum tó, og tað eigur hon rós fyri. Vit eru tó ikki heilt nøgd við dómin, og vit umhugsa avgjørt at kæra dómin, sum vit halda verða ov linan, greiðir Linda Hesselberg frá. Eitt ára fongsul fyri harðskap Hósmorgunin fekk ein maður á Tvøroyri ein ordans hvøkk, tá ið hann fór at geva seyðinum hjá sær. Tá ið maðurin kom á staðið, møtti honum ein óhugnalig sjón. Seks ær lógu skotnar í bønum Politimál Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í fyrstu atløgu kundi ikki staðfestast, at seyðurin var skotin, men eftir ein seyður var sendur til djóralækna í Havn til kanningar, bleiv staðfest við vissu, at seyðurin er skotin. Eingin undir illgruna Sommer Joensen, sýslumað­ ur í Suðuroy, sigur, at løg­ reglan hevur funnið fleiri hylki frá riflupatrónum á staðn­um, men at løgreglan annars stendur á berum í málinum. – Tað er eingin, sum hevur sæð nakað, og tí standa vit ógvuliga illa í tí. Vit hava í løtuni ongan undir illgruna, men vit vóna, at tað er onkur, sum veit okkurt og boðar okkum frá. Slíkt sum hetta er fullkomiliga sjúkligt, heldur Sommer Joensen. Sýslumaðurin greiðir frá, at seyðurin er skotin í tíðarskeiðinum frá klokkan sjey mikukvøldið til klokkan tíggju hósmorgunin. – Tann eini eigarin var og gav seyðinum klokkan sjey mikukvøldið, og tá ið hann klokkan tíggju hósmorgunin aftur fór at geva seyðinum, sá hann ræðuligu sjónina, so tað er í hesum tíðarskeiði, at onkur hevur gjørt av við seyðin, greiðir Sommer Joensen frá. Í nógva vindinum beint fyri døgurða hósdagin feyk ein trailari hjá HT Transport út av vegnum í Skálabotni. Politimál Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað var rættuliga fitt av vindi í Skálabotni hós­ morg­unin, og tað fekk ein trailari hjá HT Transport eisini at merkja. Lyftur upp frá vegnum Eitt eygnavitni til tilburðin greiður frá, at tað sá rættu­ liga ógvusligt út, tá ið óhappið hendi. Maðurin greiðir frá, at vindurin tók í vognin á trailaranum, sum var tómur. Vognurin, sum er fýra metrar langur, bleiv lyftur upp frá vegnum og rakti lampuna á einum elsteyra. Lampan á elsteyranum er eini seks metrar oman fyri vegin, og havandi í huga longdina á vogninum merk­ ir tað, at vognurin bleiv lyftur einar tveir metrar upp frá vegnum. Tilvildin vildi tað so, at ein veghøvil hjá Landsverk koyrdi beint aftan fyri trail­ aran, sum fór út av vegnum. Veghøvilin fekk sett eina reim á vognin, og á tann hátt eydnaðist tað at fáa trailaravognin upp á vegin aftur. Av tí at tað gekk so mikið skjótt, var vegurin í Skálabotni ikki blokeraður í meiri enn slakan hálvan tíma. Trailari feyk av vegnum Tað var sera nógvur vindur í Skálabotni hósmorgunin, tá ið hesin trailarin hjá HT Transport feyk út av vegnum. Mynd: Bergur Østerø Seks ær skotnar Løgreglan hevur ongar slóðir at ganga eftir í málinum um seks ær, sum vóru funnar skotnar hósmorgunin. Mynd: Áki Bertholdsen VAKTARHALD Eirikur Lindenskov Eirikur@sosialurin.fo Frá ársbyrjan at rokna verð­ ur tað Helgi Justinussen í Havn, sum eigur og rekur vaktarfelagið ANSNI. Hann hevur keypt felagið frá John Johnsson, sum hevur stovnað og stjórnað felagnum seinastu árini. Helgi Justinussen er løgreglumaður í Havn og býr á Argjum. Hann fer í farloyvi úr løg­reglu­starvinum, men til hesi við­urskifti verða í lagi, verð­ur tað konan, Aimi Justinussen, sum verður stjóri í fyritøkuni. Vaktarfelagið fram fram­haldandi at bera navn­ið ANSNI, og flestu starvsfólkini halda fram í nýggja felagnum. – Tað er fyri at royna nýggjar avbjóðingar, at eg eri farin undir hetta, sigur Helgi Justinussen, sum beinanvegin kastar seg yvir arbeiðið. Hann hevur frítíð og frígongu tilgóðar og kann tí fara undir vaktararbeiðið beinanvegin. Tá hann for­ melt er farin í farloyvi, tekur hann við stjórn felags­ins. Helgi Justinussen er 39 ára gamal og byrjaði sum løgreglunæmingur í 1987. Hann hevur starvast í Havn mestu tíðini, tó eitt skifti í Klaksvík og eitt skifti í Valby í Keypmannahavn. Løgreglumaður á varðhaldi Løgreglumaðurin Helgi Justinussen hevur keypt ansingarfelagið Ansni