Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. januar 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 10 - 13. januar 2006 Nýggi skúladepilin í Hovi verður bæði rúmligur og sermerktur og tey, sum skulu búleikast í honum til dagligt, eru sera væl nøg, tí umstøðurnar verða fúrstaligar Skúladepil Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað hevur stóran týdning, at ein bygningur sum hesin, hevur sín egna samleika. Tað var hugburðurin hjá arkitektunum hjá Árna Winther, tá ið teir fóru undir uppgávuna at tekna tann nýggja skúladepilin, sum nú skal byggjast í Hovi. Tað var eisini Árni Winther, sum vann kappingina um at tekna ætlaða miðnámsskúl­ an í Vági. Og hóast skúladepilin í Hovi ikki varð bjóðaður út í kapping, var tað eisini ein fortreyt hjá arkitektunum, at teir skuldu fara undir hesa uppgávuna í sama álvara, sum um at talan var um eina kapping. – Er talan um eina kapp­ ing, er ein altíð serliga tendr­aður til at fáa eitt gott úrslit og tað var við hesum hugburði, at vit fóru undir skúladepilin í Hovi, segði arkitekturin. Ein heppin hond Í gjár var kunnandi fundur um nýggja skúladepilin í Hovi fyri kommunu­stýr­ is­­limum og lærarum á stu­dentaskúlanum, heilsu­ skúlanum og musikk­skúl­ anum. À fundinum varð greitt frá um skúlan og um bygg­ ingina og sum nakað heilt forvitnisligt, høvdu arkit­ ektarnir eisini gjørt eitt modell av skúlanum fyri at vísa, hvussu hann kemur at síggja út, tó at onkrar broyt­ingar enn kunnu ger­ast so gjørt sum hann verð­ur teknaður meiri ná­greiniliga. Og skuldu arkitektarnir siga tað sjálvir, mettur teir, at teir høvdu fingið eitt brúkligt úrslit burturúr, tá ið hugsa var um teir karmar, teir høvdu at halda seg inn­ anfyri. Men tað vóru teir ikki teir einastu, sum hildu, tí tey, sum vóru á fundi og sum vit fingu orðið á, vóru á einum máli um, at arkitektarnir høvdu havt eina hepna hond og at talan var um eitt sera snotiligt hús og eina góða loysn. Tað vóru eisini mong sum hildu, at hetta var ein nógv betri loysn enn ætlaði skúlin í Vági, tí hesin lá omaná jørðini við dagslýsi í øllum ættum, men í Vági skuldi skúlin leggjast inn í ein heyggj, har dagslýsið ikki var líka gott í øllum pørtum av skúlanum. Í hesum føri er talan um ein nýggjan stovn, sum skal byggjast á einum nýggjum staði og í skúlanum skal vera nýtt virksemi. Samstundis er talan um ein felags stovn fyri alla oynna og tí hevur tað týdning, at talan verður um ein bygning, sum hevur síni sereyðkenni, sum hevur sín egna form og sum ikki er til at fara skeivur av, søgdu arkitektarnir. Liggja á fløtuni Nýggi skúladepilin kemur at liggja á fløtuni ímillum landsvegin og smoltstøðina í Grønadali og arkitektarnir hildu, at talan var um eitt spennandi pláss til ein slíkan bygning. Í hesum sambandi verður gamla omankoyr­ ingin til Hovs broytt, so at inn­koyr­ing til skúlan verður hað­ani. Við skúlan verða 75 parkeringspláss. Í skúlanum verða allir ný­mótans hentleikar til bæði studentaskúla og til heilsuskúlan, men har verð­ ur eisini pláss fyri musikk­ skúlanum, er áhugi fyri tí. Umframt undir­vísing­ar­ høli, eru eisini serhøli til studentaskúla og heilsuskúla, eitt nú royndarstova til hjálp­artól, seingjareiðing, baðirum til brekað og roynd­ ar­køkur til heilsskúlan og høli til lívfrøði, alisfrøði, evna­frøði, tónleikarúm o.s.fr., til studentaskúlan. Í skúladeplinum ein høll upp á 300 fermetrar til sam­ komur, framførslur og ítrótt og sum eisini kann brúk­ast til tiltøk, sum binda saman skúlan og samfelagið utt­ anfyri skúlan. Í niðastu hædd­ini við beinleiðis at­ gongd til túnið, er matstova við køki. Somuleiðis eru eisini bókasavn og miðlasavn, lesistova og fleiri felagsrúm og bólkarúm. – Bólkaarbeiði tvørturum lærugreinar og yrkismørk verður veksandi partur av undirvísingini og tí krevjast vælútgjørd bólkarúm til ymisk endamál. Samstundis eigur felagsrúm at vera í skúlanum, har flokkar á sama floksstigi kunnu hoyra fyrilestrar, hava felags tíma o.s.fr. Til lærarar og fyrisiting eru skriv­stovur, umframt rúm til út­gerð, tøkni og annað. Annars er skúlin í trimum hæddum. við einum opnum rúmi í miðjuni. Inngongd er í mihæddini og so er opin trappa uppeftir og niðureftir. Hugsað er eisini um brekað, tí har eru ongar gáttir, hurðarnar eru breiðar, lyft er til allar hæddir og á hvørjari hædd er wc til brekað. Sostatt slepst allastaðni í skúlanum í rullustóli. Fúrstaligar umstøður Skúlin verður lagdur so­leiðis, at hann vendir bak­ ið vestureftir ímóti ættini og sólini. Hinvegin vendir framsíðan omanímóti sjón­ um og útsýninum og undan tí mestu sólini. Og tað skerst ikki burtur, at næmingar og lærarar fáa sera góðar umstøður. – Skúlin verður bygduir til at hýsa 200 næmingum og teir fáa heilar 15 fermetrar afturar og tað er sera rúmligt, tá ið hugsað verður um skúlabygging. – Umstøðurnar verða fúrsta­ligar, sum ein tók til. Sostatt skuldi skúlin eisini verið førur fyri at tikið ímóti nógvum øðrum virksemi, uttan at tað gekk útyvir trivn­ aðin. Bróta upp um armar Løgtingið hevur játtað 60 milliónir til skúladepilin og ein leyðslig meting sigur, at tað er ikki avleið. Annars skuldi skúlin í Vági kosta 45 milliónir, men nú sæst ein fullfíggjaður depil, sum eisini rúmar heilsu­skúlanum og musikk­ skúlanum, fyri 60 milliónir. Men nú er at bróta upp um armar, tí landsins mynd­ ugleikar leggja stóran dent á, at skúlin verður liðugur við árslok 2007. So skal fyrsti ársfjórðing­­ur av 2008 brúkast til at útvega inn­búgv og til at flyta í. Nú er ætlanin at gera projektið liðugt og í mai verður skúlin boðin út og longu í juni er ætlanin at sjálv byggingin skal byrjað. Mett verður sostatt, at tað tekur hálvtannað ár at byggja skúlan. Allir partar ásanna, at tíðarætlanin er sera knøpp. Men gekk alt eftir ætlan, var kortini ikki mett, at tað var ógjørligt, at skúlin verður liðugur til tíðina. Skúladepil í Hovi við fúrstaligum umstøðum Á hesum, myndunum sæst, hvussu nýggi skúladepilin í Suðuroy at síggja út og hvussu hannfer at liggja í landsslagnum. Talan er um ein sermerktan bygning, men ein slíkur bygningur skal hava sín egna samleika, siga arkitektarnir. Skúlin vendir oman ímóti sjónum, ímóti útsýninum yvir fjørðin og burturfrá tí mestu sólini ( tað er síðan við teimum bleytu formunum). Tann langi skráin høgrumegin á myndini, er høvuðsinngongdin, sum gongur inn í miðhæddina.