fríggjadagur 13. januar 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 10 - 13. januar 2006
7
Nú íslendingar
hava í hyggju at
byggja ídnaðarvirki
í Hetlandi, og
norðmenn á sama
hátt liggja framvið í
Írlandi, samstundis
sum donsk virkir
fáa minni av
nebbasild, bendir alt
á, at kappingin um
svartkjaftin verður
gróthørð
Ídnaðarvirkir
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Einki stendur í stað. Tað
ger kappingin um pelagisku
rávøruna heldur ikki. Bæði
íslendingar og norðmenn
liggja nú fram við at byggja
ídnaðarvirkir í ávikavist
Hetlandi og Írlandi.
Íslendsku ætlaninar í Het
landi eru ikki nýggjar, men
liggja helst eini tvey ár afturi
í tíðini.
– Hetta er nýtt vín í
gomlum fløskum, siga
føroyskir eygleiðarar.
Fleiri smærri ídnaðarvirki,
sum framleiða mjøl og lýsi,
eru í Íslandi, og nú er so
æltanin hjá íslendingum
at flyta útbúna úr Íslandi
niður til Hetlands, um
myndugleikarnir har eru
sinnaðir at geva rúm fyri
einum slíkum virki.
– Vilja tit byggja atløgu
bryggju og pier, kunnu vit
seta eina verksmiðju, sum
gevur nógv arbeiði, upp
á havnalagnum, tykjast
íslendingar siga.
Teir eru ”snildir” – sæð í
positivum ljósi, og tað eru
tey, sum halda, at teir partvís
hava í hyggju at gera sær
dælt av stuðli, sum ES veitir
útjaðaraøkjum.
Ikki so einfalt
Eygleiðarar í Føroyum,
sum kenna til framleiðslu
av mjøli og lýsi, halda tó
ikki, at íslendsku ætlaninar
í Hetlandi eru so einfaldar
kortini. Skal eitt slíkt virki
verða kappingarført og hava
eina líkinda framleiðsluorku,
er neyðugt við stórum og
dýrum íløgum, sum skulu
forrentast.
Sum skilst, ganga íslendsku
ætlaninar í Hetlandi ikki
sum ”smurt breyð”, tí ein
ávís mótstøða hevur víst seg
at vera frá lokalum fólki og
umhvørvisfólki.
Í Noregi eru eisini fleiri
ídnaðarvirki, sum framleiða
mjøl og lýsi, og ætlanin hjá
norskum íleggjarum er, at
eitt nýtt ídnaðarvirki skal
standa upp í Írlandi um eitt
ella tvey ár.
Eisini í norsku ætlanini,
halda føroyskir eygleiðarar,
at talan partvís er um at gera
sær dælt av ES-stuðli.
Hørð kapping
Uttan mun til, hvat ligg
ur aftanfyri ætlaninar hjá
íslendingum og norðmonnum
í ávikavist Hetlandi og Írlandi,
skerst ikki burtur, at kappingin
um pelagisku rávøruna kann
gerast rættiliga hørð – ja, grót
hørð.
Hugskotið um at leggja
hesar verksmiðjur í Írlandi
og Hetlandi botnar í, at
verksmiðjurnar geografiskt
koma at liggja væl fyri, tá ið
svartkjafturin fyrst í árinum
vanliga tekur seg upp har
suðuri á leiðini.
– Tað verður stytri hjá skip
unum at sigla, og nú oljan er
so dýr, hevur hetta sjálvsagt
stóran týdning, eins og
tað hevur týdning í góðari
fiskitíð, sum hendan tíðin er,
ikki at missa ov nógva tíð.
Eygleiðarar dylja ikki, at
verða íslendsku og norsku
ætlaninar framdar, kemur
hetta at gera, at kappingin
um svartkjaftin kann gerast
rættiliga hørð.
– Donsku ídnaðarvirkini
koma avgjørt eisini at blanda
seg upp í kappingina, nú so
lítil nebbasild er at fáa – og
hetta vilja norðmenn ikki
lata á sær sita.
Effektiviteturin
At svartkjafturin í størri mun
verður kvoteraður, og ein partur
av pelagisku fiskasløgunum,
eitt nú sildini, verður landaður
til matna, kemur eisini at
gera sítt til, at áhugin fyri
ídnaðarfiskinum, sum fer til
mjøl og lýsi, veksur.
– Neyðugt er tí at verða
effektivur, um tú skalt standa
teg í kappingini, og tað
kostar við stórum íløgum,
siga føroyskir eygleiðarar.
Sosialurin royndi í morgun
at fáa eina viðmerking frá
Bergi Poulsen, stjóra á
Havsbrún, men Bergur er í
løtuni uttanlands.
Gróthørð kapping um pelagisku rávøruna
Tað er her, at íslendingar ætla at byggja ídnaðarvirki í
Hetlandi. Samstundis, sum íslendingar hava ”følaran” úti í
Hetlandi, arbeiða norðmenn við ætlanum í Írlandi
Eingin munandi
svartkjaftafiskiskapur
er í løtuni, men
skipini leita um
ymiskar leiðir
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fiskiskapurin hjá svart
kjaftaskipunum sunnanfyri
er nú minkaður burtur í lítið
og einki, og nú leita skipini
um ymiskar leiðir fyri at
vita, um tey kunnu finna
nakað.
Tvær landingar
Tróndur í Gøtu og Finnur
Fríði, sum hava roynt á
markinum millum Føroyar
og Hetland, hava júst landað
í Fuglafirði. Annar landaði í
gjár, hin í fyrradagin. Skipini
høvdu ávikavist 1100 og
2100 tons.
Tróndur í Gøtu og Finnur
Fríði komu inn fyri veður,
men eftir at tey hava lagt
veiðina upp, eru tey nú farin
avstað aftur.
Sum skilst, er eingin
betýðiligur svartkjafta
fiskiskapur í løtuni, men
skipini leita um ymiskar
leiðir.
Onkur skip eru longur
suðuri á leiðini, og onnur leita
sunnanfyri Munkagrunnin.
Inn at landa
Túrarnir hjá Christiani í
Grótinum og Norðborg eru
nú við at gerast langir.
Skipini hava umleið 500
tons í part, og væntandi er,
at tey fara at stevna til lands
at leggja veiðina upp ein av
fyrstu døgunum.
Tróndur í Gøtu og Finnur Fríði landað í Fuglafirði
Christian í Grótinum (mynd)
og Norðborg koma væntandi
inn at landa fyrsta dagin
Mynd: Vilmund Jacobsen
Ídnaðarvirkið Havsbrún í Fuglafirði
Savnsmynd