fríggjadagur 13. januar 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 10 - 13. januar 2006
– Miðflokkurin
bjóðar seg fram á
sama demokratiska
grundarlagi sum
aðrir flokkar, og
proportiónirnar
eru skeivar, tá ein
samanber ein lítlan
flokk sum Miðflokkin
McCartyismuna, sigur
Bill Justinussen til skuld
setingarnar frá LISA í
blaðnum í gjár
MENTANARSTRÍÐ
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Nógv kjak verið hesa vikuna
um myndirnar hjá Ole
Wich, har hann m.a. hevur
samantvinnað Merkið við
orðið “homoFObia”, og eft
ir at Bill Justinussen valdi
at biðja fútan reisa ákæru
ímóti listamanninum, og
løgtingsmaðurin í sjón
varpskjakinum týskvøldið
m.a. segði, at verkini ikki eru
list, talaði Listafólkasamband
Føroya at.
Í blaðnum í gjár segði
nevndarlimurin í LISA, Odd
fríður M. Rasmussen, m.a.
at útsøgnirnar og atburðurin
hjá tinglimi Miðfloksins
minti um McCartyismuna í
fimtiárunum.
Sjálvur metir Bill Justin
ussen, at støddarlutfallið í
samanberingini hjá LISA
eru skeivt.
– Miðflokkurin bjóðar seg
fram á sama demokratiska
grundarlagi sum aðrir flokkar,
og proportiónirnar eru skeiv
ar, tá ein samanber ein lítlan
flokk sum Miðflokkin við
eitt tílíkt fyribrigdi sum
McCartyismuna, sigur Bill
Justinussen.
– Listafólkini fýlast á, at ein
politikari hevur meiningar um
list, men tað eru tvey sløg av
politikarum, nevniliga tey,
ið hava egnar meiningar, og
tey, ið hava meiningarnar hjá
øðrum, sigur Bill Justinussen,
ið sjálvur metir seg hoyra til
tann fyrra bólkin, tí hóast hann
er politikari, metir hann seg
hava rætt til at hava meiningar
um list.
– Tað er júst sum við
mati. Eg dugi ikki so væl at
gera mat, men eg kann hava
avgjørdar meiningar, um
maturin smakkar væl ella
illa. Listin provokerar teg
til at hava eina meining um
seg, og ta meiningina kann
ein og hvør hava, sigur Bill
Justinussen, sum leggur dent
á, at ein politikari er ein, ið
hevur eina meining.
Prippin
Spurdur, hvat hann sigur
til at verða samanborin
McCartyismu, sigur hann,
at hetta man LISA hava
gjørt fyri at skera út í papp,
og hetta heldur hann vera
gjørt so ofta fyrr, m.a. tá fólk
hava kallað hvønn annan t.d.
kommunist, sambandsfólk
ella tjóðveldisfólk.
– Nú hevur orðið “prippin”
verið brúkt so ofta. Vit kunnu
eisini blíva prippin, tá vit
verða kallað fundamentalist
ella McCartyist. Vit taka
avgjørt ikki undir við teimum
niðurgerandi orðingunum,
sum verða brúkt um samkynd,
men hetta er ikki grundarlag
fyri teimum proportiónum í tí,
vit verða kallað. Vit hava líka
stóra virðing fyri samkyndum,
sum fyri øðrum menniskjum,
sigur tinglimurin hjá Mið
flokkinum.
Spurdur, hvat hann heldur
um sjónarmiðini hjá Oddfríði
M. Rasmussen um, at Merkið
eigur at umboða fjølbroytni,
svarar Bill Justinessen eitt
avgjørt ja, men leggur afturat,
at tað stendur í lógini, at
flaggið ikki skal háðast, og
sambært Oddfríði merkir tað
at háða og vanvirða flaggið tað
sama sum fjølnbroytni, sigur
Bill Justinussen. Hann heldur
fram við at nevna útsagnirnar
hjá Maluni Marnsersdóttur
um, at fólk mála Merkið á
andlitið til landsdystir, men
sambært Bill er hetta nakað,
sum lyftir okkara tjóðskap,
eins og fótbóltslandsliðið eis
ini ger sambært honum. Hin
vegin metir hann, at tað sum
Ole Wich hevur gjørt setir
Føroyar í eitt vánaligt ljós.
- Eg haldi, at Ole Wich
dregur virðingina fyri listini
niður. Eg nevndi Ingálv av
Reyni í kjakinum, og kundi
nevnt fleiri onnur. sigur Bill,
og hesi metir hann standa fyri
eini positivari list. Hinvegin
metir hann Ole Wich standa
fyri eini negativari list.
Spurdur, um hann so við
gongur, at tað, Ole Wich ger,
er list, sigur Bill Justinussen:
- Í mínari verð er tað ikki
list, men eg kann ikki gera
av, hvat er list, tí øll kunnu
kalla seg listafólk, men í
mínari verð er ein listafólk,
um onnur kalla ein tað. Tað
kann samanberast við orðið
“kristin”, sum bara kemur
fyri eina ferð í Bíbliuni, men
tá varð orðið brúkt av øðrum
um tey kristnu.
Spurdur, um hann við at
nevna kristindómin í sam
felagskjakinum ikki er við til at
taka patent upp á kristindómin,
sigur Bill Justinussen, at ein og
hvør kann kalla seg kristnan,
og at hann bara kann tosa
fyri seg, og tí sigur hann
seg ikki skilja spurningin.
Hann samanber hetta við, at
Tjóðveldisflokkurin kallar seg
ein tjóðveldisflokkur, men at
hetta ikki merkir, at aðrir
flokkar ikki kunnu hava hetta
sum aðalmál. Hann er ikki
samdur í teimum, sum leggja
Miðflokkin undir at siga,
onnur ikki at vera kristin, av tí
at flokkurin sjálvur kallar seg
kristnan.
Listafólk erkvisin
Bill Justinussen sigur, at
Miðflokkurin hevur størstu
virðing størsta partinum av
listafólkunum í Føroyum,
men heldur, at listafólk
eru ov erkvisin, tá teirra
viðurskifti verða viðgjørd.
Í øllum førum tey, sum fáa
almennan stuðul.
- Listin er frí, men tá
politikarar játta pening
til list, er hon fíggjað við
skattaborgarans peningi, og
tí hevur ein politikari skyldu
at meta um, hvat pengarnir
fara til. Men tað hevði verið
keðiligt um tað kom út, at
Miðflokurin var ímóti listini,
sigur Bill Justinussen, sum
tó leggur dent á, at listin ikki
skal brúkast til at sláa hvønn
annan í høvdið við.
Spurdur um tað sama er
galdandi fyri kristindómin,
svarar hann avgjørdur:
– Ja!
Bill Justinussen sigur seg
annars vera samdan í, at tað er
týdningarmikið heldur at fara
eftir bóltinum enn manninum,
og tekur tí kraftiga frástøðu,
sum hann orðar seg, frá eini
heimasíðu, sum í hesum
døgum niðurger persónin Ole
Wich. Í sjónvarpskjakinum
týskvøldið segði Bill Just
inussen annars, at ein
føroyingur neyvan hevði gjørt
myndirnar av Merkinum, ið
Ole Wich, sum av uppruna er
dani, hevur gjørt.
– Eg vildi ikki fara eftir
manninum, tá eg kallað i Ole
Wich dana, men tað var fyri
at finna eina orsøk og ikki
fyri at leggja eftir manninum,
sigur Bill Justinussen.
100 verk av Mikines
hanga í hesum døgum
upp í Listaskálanum í
Havn. Ongantíð áður
hava so nógv verk eftir
Mikines verið at síggja
á okkara tjóðarsavni,
og eisini ber til at síggja
ein áhugaverdan film,
har málarin sjálvur
greiðir frá lívi sínum
List
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Í dag læt stór listaframsýning
upp við verkum eftir Miki
nes, ella Samuel Elias Fredr
ik Joensen, sum var hansara
fulla navn. Tey umleið 100
verkini umboða fleiri tættir
og tíðarskeið í stórfingna
listaavrikinum hjá mykines
málaranum.
Framsýningin
verður
hildin í sambandi við, at
23. februar í ár eru 100 ár
liðin, síðan listamaðurin
varð borin í heim í Innistovu
í Mykinesi.
Hóast Mikines hevði ætlað
sær tónleikin sum lívsstarv,
so broyttust ætlanirnar, tá
ið sviin William Gislander
kom til Mykinesar at mála,
tí at síggja svian skapa ein
málning hugtók hann so
mikið, at hann sjálvur fór
at mála. Í hesum sambandi
eru eisini verk hjá Gislander
at síggja á sýningini, so at
sjálvur íblásturin, sum setti
listavirksemið í gongd hjá
tí unga mykinesdreinginum,
eisini sleppur upp í part.
Eins og føroysl listafólk
flest fór Mikines at mála
landslagsmyndir, har serliga
føðioyggin, náttúran, fólkini
og dramatiska veðrið vóru
myndevni, sum við tíðini
fingu daprari litir orsakað
av vanlukkum og sjúkum.
Deyðin var ikki ókent fyri
brigdi fyri Mikines, sum á
ungum døgum misti pápa
sín, yngri systkin og onnur
bygdarfólk, ið sjólótust ella
doyðu av tuberklum í bestu
árum. Hóast henda tunga
sorgin var persónlig og
gjørdist eitt høvuðseyðkenni
í verkunum hjá Mikines í
30’unum, so var hon eisini
almenn, tí ikki var óvanligt,
at føroyingar sjólótust ella
doyðu av tuberklum um
hetta mundi. Tí kundi tað
ikki undra nakran, at myrku
og døpru myndir hansara
vóru so beinraknar.
Mikines málaði mangar
andlitsmyndir av kendum og
minni kendum føroyingum
og av familjuni og sær
sjálvum, og vóru tær ikki
minni livandi, hóast myrku
litirnir, sum eyðkendu
deyðsmyndirnar, eisini vóru
umboðaðir her.
Málaði andlitsmyndir
Meðan Mikines var í Dan
mark, var alt samband millum
Danmark og Føroyar kvett
undir seinna heimsbardaga.
Henda ósjálvbodna útlegd
in og longsilin aftur til Før
oyar fekk hann at fara undir
sínar hugtakandi grinda
drápsmálningar.
Litirnir
vóru ikki eins daprir og fyrr,
men myndirnar vóru nógv
ógvusligari, hvat rørslu og
ferð viðvíkti. Tey longu og
sveiggjandi pensilsstrokini
vísa á, hvussu ódnarhugaðir
og bráðsintir føroyingar
kundu verða í grindadrápi.
Fleiri av hesum tættum
eru sum nevnt við á fram
sýningini.
Helgi Fossádal, leiðari á
Listasavni Føroya, greiðir frá,
at Listasavnið eigur eini 60
verk av Mikines, men at øll hesi
ikki eru við á framsýningini.
Fleiri verk eru lænt frá pen
ingastovnum, almennum
stovnum og privatfólki, og
sýningin er skipað og býtt í
ymisk evni. Eitt nú eru tey
døpru motivini av deyða og
sjúku at síggja í einum rúmi,
meðan landslagsmyndir, por
trett og livandi myndir av
føroyskum dansi og grinda
drápi hanga í øðrum pørtum
av framsýningini.
Helgi Fossádal, sum sjálv
ur hevur valt myndirnar út
til framsýningina, greiðir
frá, at Listasavnið roynir at
leggja seg eftir at skipa fyri
fleiri størri framsýningum
og nevnir m.a. Munch-fram
sýningina herfyri, sum ein
part í hesi røð.
Stórur áhugi hevur nevni
liga verið fyri Mikines í
fleiri ár, ið var ein av fyrstu
føroyingunum, ið fóru at
útbúgva seg innan myndlist,
og hann var hin fyrsti før
oyingurin, sum arbeiddi við
myndlist burturav.
Fimur og fotomyndir
Umframt Mikinessýningar í
Føroyum, hava eisini størri
framsýningar verið fyriskip
aðar t.d. á Den Frie í Keyp
mannahavn og í Vejle, og
til stuttleika kann nevnast,
at uppboðssølan Bruun Ras
mussen 129 ferðir hevur havt
málningar hjá Mikines á
sølulistanum.
Tað er tó ikki bert máln
ingar hjá Mikines, sum tey
ið leita sær í Listaskálan
í Havn sleppa at síggja.
Eisini fotomyndir frá m.ø.
Politiken við Mikines saman
við t.d. Ingálvi av Reyni
og Fraser Eysturoy eru at
síggja, har teir skoða list,
hanga málningar upp og
onnur motiv eru at síggja.
Eisini verður ein áhuga
verdur filmur vístur, ið sonur
málarans, Kári Mikines, hevur
sett saman. Umframt at síggja
myndir av oynni Mykinesi og
livandi myndir av málaranum
sjálvum, eru eisini samrøður
at hoyra við listamannin, har
hann við humori og livandi
frásøguhátti greiðir frá lívi sín
um, sum tó ikki altíð var ein
dansur á rósum. M.a. er tað
hugtakandi at hoyra, at hann
varð biðin at syngja yvir líki
longu sum smádrongur, tí
hann hevði so góða rødd.
Framsýningin er opin til
12. mars, á grækarismessu,
í ár.
Á sjálvum 100 ára degn
um tann 23. februar kl. 19
verður serligt Mikines-
kvøld í Listaskálanum við
fyrilestrum og tónleiki. Kári
Mikines, sonur málarans,
hugleiðir um pápan. Aðalstein
Ingólfsson heldur fyrilestur
um Mikines við heitinum
„Mikines úr nýggjum sjón
arhorni“. Aðalstein Ing
ólfsson er savnsleiðari á
Hönnunarsafns Íslands, og
hann er í ferð við at skriva
listabók um Mikines, ið
kemur út seinni í ár.
Bill heldur proportiónirnar vera skeivar
Stórfingin Mikines-framsýning
Helgi Fossádal við einum
málningi frá 1952, sum vanliga
hongur í Listaskálanum. ið
eigur málningin. Mikines
hevur málað á báðar síðar á
løriftinum, og er hetta fyrstu
ferð, at almenningurin sleppur
at síggja forvitnisligu baksíðuna
á hesum málningi
Mynd: Jens Kr. Vang