Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. januar 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 13. januar 2006 9 Nephewsangarin Simon Kvamm verð­­ur við á Planet Awards, har hann skal handa eina av virðis­lønunum. Hann gleðist um høv­ið at sleppa aft­ ur til Føroyar, ið hann hevur fingið, nú Nephew eru í uppskoti til planetina fyri besta útlendska PLANET AWARDS Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Kendasti maður í Danmark við genum úr Gøtu Simon Kvamm sigur, at Føroyar er eitt fantatiskt stað. Hann gleðir seg nógv til aftur at sleppa at seta seg niður og hyggja út yvir Tórshavn, at uppliva føroysku náttúruna hesa ársins tíð og at hitta alt vin­fólkið og skyldfólkið aftur. Hann greiðir frá, at Føroy­ar veruliga er fari undir húðina á honum. “Føroyar er sum narkotika, og eg havi brúk fyri at fáa Føroyar í æðrarnar aftur”, sigur hann. Tí er hann so øgiliga glaður um henda møguleikan.”Tí annars hevði eg noyðst at tikið ein kold tyrker, fyri at halda okkum til narkotermonologiðina”, sigur hann. “Bæði eg og dam­ an hjá mær gjørdust heilt bitin av Føroyum.” Hvussu var uppliviningin at spæla á G! í summar? – Upplivingin í summar var heilt fantastisk. Vit vóru har í eina heila viku og upp­ livdu ótrúliga nógv stuttligt. Hetta var fyrstu ferð í eitt ár, at vit vóru saman sum ein bólkur uttan at arbeiða, uttan gera samrøður við miðlar, uttan spæla ella annað tílíkt. Hetta var júst eitt ár eftir, at fløgan USA/DSB kom út, og vit høvdu verið seg nógv upptiknir hetta árið. Tí var tað ein ótrúliga góð tíð fyri bólkin. Føroyar fór undir húðina á okkum øllum. Tað gjørdist ein ordiliga feit vika. Sjálv konsertin var eisini heilt serlig. Vit høvdu alla vikuna gingið og skeitt om­an á sandin, sum gjørdist størri og minni alla tíðina. Vit hugsaðu okkara, um hvussu tað fór at enda við kon­sertini. So frættu vit, at flóð fór at vera, meðan konserin var. Men G! fólkini tey tóku ikki hetta so tungt. Tey høvdu ein sovorðnan herligan afturlenaðan hug­ burð, sum vit sóu hjá nógvum føroyingum. Tey gjørdu ikki mætari enn, at tey ringdu eftir einum sandbáti, sum kom og legði eina last av sandi. Tað var herligt. Føroyingar eru rættiliga ymiskir frá danum. Men alíka­væl eisni eitt sindur líkir. Tað er t.d. deiligt, at man dugir at práta sama mál. Vit høvdu onga hóming av hvussu vit fóru at verða móttiknir á pallinum, men tað gjørdist ein stór upp­ living. Kanska serliga fyri meg. Hóast eg ikki dugi føroyskt, so er abbi mín úr Gøtu, og eg kenni, at Føroyar er ein stórur partur av mær. Tí byrjaði eg konsertina við at siga okkurt á føroyskum, sum eg hevði lært meg til hetta kvøldið. Tað var heilt fantastiskt at tosa føroyskt í eina mikrofon framman fyri so nógvum túsund menn­ iskjum. Tá vit so byrjaðu at spæla og móttøkan var so góð sum hon var. Tá gjørdist løtan ordiliga gandakend. Hatta gjørdist stutt sagt ein heilt serlig uppliving í okkara lívi, sum hevur sett seg djúpt í okkara hjørtu. Tit hava spælt í G! skjúrt­ um á tykkara konsertferð í Týsk­landi, hvussu ber tað til? – Tað er fyrst og fremst tí, at talan er um nakrar feitar skjúrtir, men eisini tí tær hava eitt kensluligt virði fyri okkum. Vit hava nú ikki bara spælt í Týsklandi í teimum, vit hava faktiskt spælt næst­ an allar konsertir síðan vit spældu á G! í teimum. Tær eru vorðnar eitt slag av góðum uniformi. Tað er greitt, at tað fara tær ikki at halda áfram við at vera, tí so regluligir eru vit ikki. Men tað hevur kenst rætt higartil. Trummuleikarin hjá okk­ um misti sína, og tað var eitt øgiligt baks at fáa fatur í eini nýggjari, tí tær vóru útseldar. Men ein av fyriskiparunum gav honum sína. Nú verður føroyskur tón­ leikur heiðraður á Planet Awards, kennur tú nakað til føroyskan tónleik? Tíanverri lá ikki serliga væl fyri at hoyra nakað serligt í summar. Men eg hoyrdi 200, teir dámdi okkum øgiliga væl. Tað var eisini orsøkin til, at vit bjóðaðu teimum við á pallin. Eg fekk eisini fløguna hjá Makrel, sum eg havi lurtað eitt sindur eftir. Harafturat havi eg luttikið á einum tiltakið í Danmark saman við Teitur í heyst. Eg kendi hann slettis ikki áðrenn, men tað, sum hann gjørdi, riggaði væl. Hann syngur fantastiska væl, hev­ur eina góða rødd. Tað virk­ar uppiborið, at hann er í uppskoti til planetina sum besti sangari. 200 vóru á palli við tykk­ um á G!, kann tað hugsast, at tit aftur fara at gera okkurt saman? – Ja, tað kann væl hugs­ast, vit høvdu eina skumla ætlan um at virka sum Muscle­ mankór hjá teimum í Vega í August. Men tað lá tíanverri ikki fyri. Men eg hevði hildið tað verið sera stuttligt at verið Musclemankór onkuntíð. Ella kanska at vit spæla onkra konsert saman. Nephew hevur fingið eitt ótal at heiðurslønum í Dan­ mark, og á MTV European Music Awards vóru tit í upp­ skoti til ársins danska bólk. Hava tit nakrantíð verið í uppskoti til besta útlendska bólk? – Nei, tað hava vit ongantíð roynt áður - Tað er øgiliga stórt. Vit taka tílíkt sum eitt stórt herðaklapp. Tá vit fara á pallin, so eru vit har fyri at samskifta við áskoðaran, og tílíkar heiðurslønir eru eitt slag av aftursvari til okk­ara. Vit seta stóran prís uppá tað. Tí tílíkt vísir, at vit hava rakt okkurt, tað verið seg í áskoðaranum ella í ein­ ari dómsnevnd. Tað er sku’ feitt. Man kann ikki brúka tað til nakað listarligt. Eg meini so við, um vit vinna ella tapa eina virðisløn, so verða sang­irnir hvørki betur ella verri. Men heiðurslønin er eitt aftursvar, og tað vermir sjálvandi. Vit eru so í øllum førum ikki ein av hesum bólk­­unum, sum sigur: Vit vilja ikki hava nakra heið­ urslønir..... Okkum dáma tær væl, og vilja fegin hava tær. Tær eru eisini fínar at seta oman á bunkarnar av pappíri á skrivaraborðinum, so pappíri ikki fýkur um alt húsið. Annars er tað nokkso stutt­ ligt at vera í uppskoti saman við Madonnu og Green Day, tað er bara í Føroyum, at tað ber til. Hatta er eitt gandakent land. Hesuferð kemur tú til Før­ oyar at handa eina heiðurs­ løn, men hvussu verður við Nephew, koma tit aftur til Føroyar at spæla? – Ja, tað kann eg lova tykk­ um, at vit koma. Tað verður ivaleyst ikki í ár. Í løtuni skriva vit eina nýggja fløgu. Eg havi fingist burturav við hetta seinastu mánaðarnar. Síðan taka vit hana upp, og tá fløgan er útkomin er konsertferð í Danmark á skránni. Men aftan á, at kon­ sertferðin er av, so fara vit aftur til Føroyar. Simon Kvamm á Planet Awards: Føroyar er sum narkotika – og eg havi brúk fyri at fáa Føroyar í æðrarnar Føroyar fór undir húðina hjá øllum limunum í Nephew, sigur Simon Kvamm Tað var heilt fantastiskt at tosa føroyskt í eina mikrofon framman fyri so nógvum túsund menniskjum, sigur Simon Kvamm