fríggjadagur 13. januar 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 10 - 13. januar 2006
Í gjár læt upp ein tann størsta framsýningin nakrantíð í
Listaskálanum. Um ein góðan mánað eru 100 ár síðani
okkara størsti málari, Samuel Joensen Mikines, varð
borin í heim. Fyri at heiðra listarmannin og geva fólki
høvi at síggja eitt úrval av verkum hansara er henda
stóra framsýningin fingin í lag.
Mikines, sum listarmaðurin vanliga var kallaður, var
millum teir fyrstu føroyingarnar, sum tók tað djarva
og stóra stigið at fáa sær eina listarliga útbúgving. Og
hetta var í eini tíð, tá list ikki var vanlig í Føroyum, og
í eini tíð, tá eingin útbúgvingarstuðul var at fáa. Men
vit kunnu í dag vera takksom fyri tað dirvið, Mikines
hevði.
Tað skerst ikki burtur, at Mikines er klassikkarin í
føroyskari list, og hann var tann føroyski listarmaðurin,
sum fekk viðurkenning uttan fyri landoddarnar. Áhugin
fyri list hansara er framvegis stórur. Framsýningar við
verkum hansara verða nógv vitjaðar og tá listarverk eftir
Mikines eru til sølu er stórur áhugi at keypa.
Mikines hevur tí havt stóran tydning í síni fyri at markn
aðarføra føroyska list og Føroyar sum land, eins og
aðrir listarmenn hava tað í dag. Tað er einki at ivast í, at
hann hevur eisini verið við til at geva øðrum føroyskum
listarfólkum íblástur, sum Ingávur av Reyni onkuntíð
hevur sagt í samrøðum.
Hóast tað er ein fjórðingsøld síðani Mikines andaðist er
hann framvegis livandi millum tey, sum hava áhuga fyri
list. At hann hevur er eitt gott pláss á føstu framsýningini
í Listarskálanum er ein sjálvfylgja, og tað er at fegnast
um, at ein ætlan hevur tikið seg upp at byggja eitt
listarsavn í Mykinesi við verkum eftir málaran, sum
var føddur og vaks upp í hesi veðurbardu oynni.
Umframt at listin ríkar okkum, kemst ikki uttan um,
at list - og mentanin sum heild - er ein góður umboðs
maður fyri land og ferðavinnu. Vit vita, at fólk leita
langar leiðir fyri at skoða listarverk, og hóast okkara
listarfólk ikki eru millum tey heimskendu, hava vit nógv
góð og stór listarfólk, eins og áhugin fyri føroyskari
list er stórur.
Nógv er broytt, síðani Mikines - tá hann eftir seinra
heimsbardaga var fluttur aftur til Føroya - sigur seg
sakna eitt listarligt umhvørvi. Tá hann flutti heimaftur
eitt skifti í fimmtiárunum var tað broytt til tað betra.
Men støðan tá kann ikki samanberast við støðuna í dag.
Vit hava nógv listarfólk, sum mála burturav, fleiri atlier,
og nærum hvørja viku lata nýggjar framsýningar upp.
Tað er tekin um, at vit hava eina blómandi mentan, sum
vit sum einsaklingar og sum felagsskapur eiga at stuðla,
tí listin er ein dýrgripur fyri landið og fær eisini nógv
fólk uttan úr heimi at leita henda vegin.
Nú er at vóna, at framsýningin í Listarskálanum verður
væl vitjað, og at tey ungu læra henda stóra listarmannin
og verk hansara at kenna.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Mikines - ein blómandi mentan
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
– Eg var rættiliga hørm
um mína útlegging
av málinum um sið
semisnevndina, hóast eg
helt og framvegis haldi,
at Bill hevði eina stóra
politiska nøs uppiborna
fyri sína handfaring av
nevndarvalinum. Eg var
so mikið hørm, at eg frá
Løgtingsins røðarapalli
havi biðið hesi fýra, sum
vald vóru, um umbering
fyri mína útlegging
av málinum, sigur
Annita á Fríðriksmørk í
viðmerking til Dánial á
Dul Jacobsen
Dánial á Dul Jacobsen sigur
soleiðis í lesarabrævið 11.
januar.:
»bert einaferð í lívinum
havi eg kent meg hongdan
alment út vegna “munin”
og tað var av Annitu á Fríð
riksmørk. Hetta var tá hon,
saman við øðrum, østi seg
inn á Bill Justinussen, tí hann
hevði valt meg og onnur í
vísindasiðsemisnevndina.
Hetta hóvaði, vegna sama
mun, ikki henni.«
Tað er rætt, at eg gjørdist
ill um valið hjá Bill Just
inussen av vísindaligu sið
semisnevndini á sinni. Eitt
val, sum eg helt var óvan
liga provokerandi frá lands
stýrismansins síðu. Hetta
er nú farið, og flest øll hava
óivað gloymt, hvat tað var,
sum alt hetta snúði seg um.
Men eg má viðganga,
at eg var ov skjót úti við
avtrekkjaranum tá, við tí
avleiðing, at skotið var í so
nógv rættað móti fýra óskild
igum skilafólkum, sum Bill
hevði valt. Minnist meg rætt
nevndi eg ongantíð nakran
við navni, men tey vóru sjálv
andi løtt at finna fram til í
einum so lítlum landi sum
okkara.
Eg var rættiliga hørm um
mína útlegging av málinum,
hóast eg helt og framvegis
haldi, at Bill hevði eina stóra
politiska nøs uppiborna fyri
sína handfaring av nevndar
valinum. Eg var so mikið
hørm, at eg frá Løgtingsins
røðarapalli havi biðið hesi
fýra, sum vald vóru, um um
bering fyri mína útlegging av
málinum. Hetta helt eg meg
hava skyldu til, tí hesi fýra
skilafólkini høvdu jú bara
takkað ja fyri eitt álitisstarv,
sum landsstýrismaðurin
beyð teimum. Og tá ið eg
gangi út frá, at Dánjal á Dul
Jacobsen ikki veit av hesi
umbering, vil eg bera hana
fram aftur her.
Er munur á Brøðra
samkomununi og
Fólkakirkjuni í dag?
Síðani greiðir Dánjal á Dul
Jacobsen frá, hvussu hann
upplivdi tað at vaksa upp sum
partur av Brøðrasamkomuni,
har hann í ávísan mun vart
happaður fyri sítt tilknýti til
samkomuna. Men hetta var
nú ikki verri enn so, sigur
hann, at hetta eisini menti
hann. Eg hugsi, at flestu
føroyingar kenna til líkn
andi dømi, har børn ikki
vildu spæla við onnur børn
eina løtu inn í millum. Og
orsøkirnar kundu verða so
nógvar. Vart tú ikki pappitist,
so hoyrdu foreldrini kanska
til ein politiskan flokk, sum
ikki altíð var tónleikur hjá
øðrum. Pápin kanska drakk
ov illa, ella var tað tí, at tú
vart tjúkk ella reyðhærd. Hjá
børnum verður alt brúkt, tá
ið tey finna tað fyri gott ta
einu lítlu løtuna. Ta løtuna
kunnu tey tykjast rættiliga
hjartaleys, men tey eru sum
oftast líka skjót aftur við eini
kærleiksfullari innbjóðing til
spæl. Og ein týpiskur endi
fyri eina søgu sum hasa um
Mariu, sum ikki vildi spæla
við Dánjal tí hann var baptist,
er, at hon fegin vildi spæla
við Dánjal seinni.
Søgan um langommu
Dánjal, sum ikki slapp at
verða lærari, tí at hon fór
yvir til Brøðrasamkomuna,
er ein syrgilig søga. Og eg
trúgvi, at tær eru fleiri av
slagnum. Gangi út frá, at
hetta hevur verið einaferð
millum 1865, tá ið William
Sloan kom til Føroyar, og
1920, eitt tíðarskeið, tá ið
stórar broytingar fóru fram
í Føroyum og árin uttanifrá
vóru ógvuslig á nógvum økj
um, og vórðu hesi við til at
broyta uppfatan okkara av
máli og mentan og ikki minst
av Fólkakirkjuni, sum hevði
verið einaumboðandi her
heima til Sloan kom til Føroya
við Brøðrasamkomuni. Og
hesa tíðina var tvístøðan
millum Fólkakirkjuna og
Brøðrasamkomuna veruliga
trekt upp til tað ógvusliga.
Dømi eru so hinvegin eisini
um, har Brøðrasamkoman var
rættiliga sterk, at tú ikki vart
vælkomin á ávís arbeiðspláss,
um tú ikki vart vendur um til
Brøðrasamkomuna. Men alt
hatta er tíbetur yvirstaðið í
dag (onkur vil kanska siga:
nærum yvirstaðið). Havi
sjálv verið á legu í Zarepta
sum barn og verið við okkara
børnum á sunnudagsskúla
hjá brøðrasamkomuni. Í báð
um førum góðar royndir,
hóast eg eri heimahoyrandi
í Fólkakirkjuni, har eg altíð
komið at føla meg heima, tí
tað er haðani, eg havi mínar
røtur og barlast.
Skal
ein
samanbera
syrgiligu lagnuna hjá lang
ommuni hjá Dániali við
nakað sum er aktuelt í løt
uni, so er tað støðan hjá
teimum samkyndu, har ið
framstandandi embætisfólk,
føra alment fram, at samkynd
ikki áttu sloppið at undirvíst
í fólkaskúlanum ella arbeitt
í barnagørðum. Og so sigur
sami maður enntá, at ein
av landsstýrismonnunum
hevur ringt til sín og givið
honum sín fulla stuðul fyri
tað, sum hann skrivaði í
hasi greinini. Men hóast
hesa søguna og støðuna í
dag, so vil eg kortini halda
uppá, at tollyndi millum sam
komurnar er vaksandi.
Eitt annað dømi um
størri tollyndi millum sam
komur er, at tað uttan stór
vegis mótstøðu verður góð
tikið av Fólkakirkjuni, at
landsstýrismaðurin í kirkju
málum er heimahoyrandi í
Brøðrasamkomuni. Tað er
eitt gott dømi um tollyndi,
sum er í dag, og sum ikki
hevði komið upp á tal fyri
bara eini 50 árum síðani.
Tann frástøðan, sum
mangan var øgilig millum
serliga Fólkakirkjuna og
Brøðrasamkomuna, er við
at renna saman aftur. Vit
eru ikki bangin fyri hvørjum
øðrum longur, nakað sum eg
annars haldi merkti tíðina
eftir, at eindarmentanina
var konfronterað við onnur
viðurskifti – sum tíbetur
komu til landið. Nú er holdn
ingur meira millum fólk,
sum MC sigur í sanginum,
at vit eru so »ymisk, men
tó«.
At vit hoyra til hvør sína
samkomu er meira tí at for
eldur og forfedrar okkara
gjørdu tað, heldur enn tí, at
vit ikki kunnu góðtaka nakað
annað, enn tað vit sjálvi eru
partur av.
So, tá ið Dánjal á Dul
Jacobsen endurtekur spurn
ingin, sum hann setti mammu
síni sum barn, og spyr í yvir
skrivtini til lesarabrævið
»Mamma, baptist hvat er
tað?« so trúgvi eg, at í dag
vildi svarið bara verið at:
»Baptist? Tað er ein erlig
sak!«
»Baptist? Tað er ein erlig sak!«
Løgtingskvinna
Annita á
Fríðriksmørk