Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. januar 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 13. januar 2006 11 Í sambandi við frá­­ boð­anina til ST um víðkaðu heim­­ildir Før­oya í uttan­ríkis­ politikki, viður­kenna danir fyri fyri fyrstu ferð at før­oy­ingar hava sjálvs­av­gerðar­ rætt sam­bært al­tjóða­ rætti. Løgfrøðiliga broytir hetta møgu­ liga ikki okkara støðu munandi, men polit­iskt hevur hetta stóran týdning Danir hava síðani 1948 sent fleiri fráboðanir til ST, har teir eisini upplýsa um rættarstøðu Føroya – millum ann­að varð hetta gjørt í 1998. Hetta ger Danmark sum limaland í ST, og frá­ boðanirnar verða vanliga ikki politiskt viðgjørdar ella sendar Løgtinginum. Í hesum umfari boðaðu dan­ir ST frá, at Føroyar við uttanríkislógini nú hava víðkaðar heimildir á uttanríkisøkinum. Í fráboð­ anini verða føroyingar fyri fyrstu ferð nevnd eitt fólk við sjálvsavgerðarrætti í altjóðarætti. Hetta er nakað danir ongantíð hava vilja gjørt áður! Ógreitt hugtak, greið støða Teoretiskt og løgfrøðiliga er sjálvsagerðarrættur eitt hug­ tak, sum ymiskar metanir eru um. Og serfrøðingarnir geva ikki eitt greitt svar, hvat hesin sjálvsavgerðarrættur merkir. Persónliga eri eg samdur við Halgir Winther Poul­sen, tá hann sigur, at lykil­in til loysingina liggur hvørki í New York ella á Christ­ iansborg, men í Føroyum. Mín innasta sannføring er, at hava vit ein dag ein greið­ an meiriluta fyri loysing, so fáa vit loysing – eisini hóast vit mugu boða dønum frá avgerð okkara og samráðast við danir um ymisk viður­ skifti í sambandi við loys­ ingina. Orðið fangar Orðingarnar um sjálvs­av­ gerð­arætt føroyinga sam­ bært altjóðarætti standa eisini í felagslýsingini um yvirtøkulógina, sum varð undirskrivað 4. apríl í fjør. Eisini tá varð kjakast um, hvørt sjálvsavgerðarrætturin hevur nakran týdning – um hetta er tann ytri, ella innari sjálvsavgerðarrætturin. Pro­fessarin í fólkarætti og fyrrverandi danskur løgmála­ ráð­harri, Ole Espersen, segði tá í samrøðu við ÚF: “Når det siges på denne måde her, er det vanskeligt at fore­ stille sig, at nogen dansk regering på noget tidspunkt vil nægte Færøerne fuld selvstændighed, hvis Færø­ erne ønsker det.” Eisini danski forsætisráð­ harrin Anders Fogh Ras­ mus­sen gjørdi tá alment púra greitt, at føroyingar fáa loysing, vil føroyska fólkið tað. Við hesum endur­ tók hann orðini hjá undan­ manni sínum Poul Nyrup Rasmussen. Umframt at danir nú í altjóðahøpi nevna okk­um sum eitt fólk við sjálvsav­ gerðarrætti sambært al­ tjóða­­rætti, hevur danska fólka­­tingið eisini niðurfelt í fólkatingssamtykt at føroy­ ingar fáa loysing, vilja vit tað. Skuldi tað komið til skarpskeringar ein dag, tí føroyska fólkið ynskir seg úr ríkisfelagsskapinum, so er tað í roynd og veru ómøgu­ ligt hjá dønum at bakka ella forða hesum. Tí hava hesar politisku út­sagnir stórt virði - ikki minst tá altjóðasamfelagið skal meta um kravið hjá føroyingum. So hóast ein tekur ta støðu, at støða okk­ ara løgfrøðiliga ikki er nógv broytt, so er eingin ivi um, at tað hevur stóra týdning, at danir skriva svart uppá hvítt og siga alment, so all­ ur heimurin hoyrir tað at føroyingar ráða sær sjálv­ um, tá tað snýr seg um ríkisrættarligu framtíð okk­ ara. Støða okkara styrkt Íslendski serfrøðingurin í altjóðarætti Gudmundur Al­fredsson sigur, at tað er posi­tivt, at føroyingar í fráboðanini verða nevnd eitt fólk, sum hevur sjálvs­ av­gerðarrætt sambært al­tjóðarætti. Síðani sigur pro­fessarin, at tað er sera óheppið, tá danir ferð eft­ ir ferð senda fráboðanir til ST, har nevnt verður, at Føroyar eru partar av danska ríkinum, og harvið undir grundlógini. Men júst tí at danir javnan senda fráboðanir um støðu Føroya til ST, er tað so um­ráðandi, at føroyingar hesuferð verða nevnd eitt fólk við sjálvsavgerðarrætti sambært altjóðarætti. Føroyar vegna Føroyar Uttanríkislógin gevur okk­­um møguleika at ger­ ast meira sjónlig í uttan­ ríkispolitikki. Onnur lond fara við tíðini ikki longur at ivast í, at Før­oyar – hóast partur av ríkis­felags­skapi – er ein sjálv­støðugur partur. Í øllum yvirtiknum málum, kann løgmaður nú skriva undir vegna Føroyar – sum Føroyar. Besta dømi um hetta eru avtalurnar, vit júst hava gjørt við ES, Sveits, Norra og Ísland í sambandi við kumuleringsskipanina. Við heimild frá løgmanni hevur okkara sendimaður í Brússel undirritað hesar týdningarmiklu avtalur. Tí eftir uttanríkislógini skulu altjóðarættarligir sáttmálar, ið viðvíkja yvirtiknum máls­ økjum, undirritast av løg­ manni ella øðrum, ið hann gev­ur fulltrú, og hendan undirskriftin verður altjóða­ rættarliga bindandi. Áðrenn vit fingu uttan­ ríkislógina hevði tað verið danski uttan­ríkis­ráðharrin, ella annar við fulltrú frá hon­um, sum hevði undir­ ritað bindandi fyri Dan­ mark­ar ríki og fevnandi um Føroyar. Løg­maður hevði tá møguleika at med­undir­rita – uttan altjóða­rætt­arligt gildi. Áðrenn uttanríkispolitisku lógina kundu vit heldur ikki fara undir samráðingar uttan loyvi frá dønum. Hetta kunnu vit nú! Tað er bert í sera fáum og heilt serligum málum, har talan er um sáttmálar millum ríkir, at Føroyar koma at undirrita sum “The king­dom of Denmark in respect of the Faroes“ ella “Kongsríki Danmarkar viðvíkjandi Føroyum”. Avmarkingarnar í uttan­ ríkislógini liggja í, at vit ikki kunnu upptraðka sum sjálvstøðugur partur í øll­ um millumtjóða felags­ skap­­um – tað merkir, har bert sjálvstøðug lond eru limir – um Danmark frammanundan er limur. Hetta kundu vit heldur ikki áðrenn, tí vit ikki eru sjálvstøðug tjóð. Saman at standa Fólka­rættar­serfrøðinginum Frederik Harhoff sigur við Dimmalætting, at: “Við uttanríkislógini hava Føroyar fingið so víðk­aða heimild, sum til ber uttan at melda seg úr ríkis­felagsskapinum og harvið loysa”. Hesa tulking kunnu vit kjakast um. Men veruleikin er jú, at so leingi vit eru í ríkisfelagsskapinum, er uttanríkismál danskt máls­ øki. Vit kunnu ikki, sum partur av danska ríkinum gera, sum okkum listir. Men uttanríkislógin gevur nakrar møguleikar, og tá ræður um avtalur á økjum, vit hava yvirtikið, nýtist okkum ikki longur at spyrja um loyvi. Eg trúgvi, at stórur meiri­ luti at Føroya fólki vil, at vit gerast alt meira sjálvbjargin og taka ábyrgdina av landi okkara. Tað er her heima slagið skal vinnast fyri størri sjálvræði . Tað er her heima, vit mugu fyrireika okkum til at klára okkum uttan danska ríkisveiting og ikki nýta orkuna til at stríðast við danir um eitt mál, har vit standa sterk – og nú eitt vet sterkari enn áður. info@tinganes.fo Løgmaður Jóannes Eidesgaard VIÐMERKINGAR Sjónarmið: Sjálv­savgerðar­rætturin er okkara! – Vit í minnilutanum eru als ikki samd við meirilutanum í Klaks­víkar býráð um, at kommunan ikki skal gera íløgu á røktarheimsøkinum nógvu komandi árini, sigur Eyðgunn Samuelsen. Hon fer at virka fyri, at so verður kortini Steinbjørn Jacobsen, borg­ meistari í Klaksvík, greið­ ur frá í fjølmiðlunum, at hóast stóran tørv á røkt­ arheimsplássum, so fer Klaksvíkar Kommuna ikki at søkja landið um stuðul til at byggja røktarheim, tí kommunan fer onga íløgu at gera á hesum øki tey nógvu komandi árini. Hesum eru vit í minni­ lutanum als ikki samd í, og tí legði undirritaða upp­ skot fyri sosialu nevnd um, at Klaksvíkar Komm­ una skal søkja stuðul til røkt­arheimsbygging sam­ bært tørvinum á eldrarøkt í Klaksvík, og var hetta upp­skot samtykt í sosialu nevnd. Bíðilistin til røktarpláss í Klaksvík er umleið 89 fólk, harav 10-15 eru akutt. Skulu vit loysa tørvin í Klaksvík á ein virðiligan hátt, so eiga vit at niðurleggja Sambýlið í Bøgøtu, ið hevur 10 pláss, og vit eiga eisini at »nið­ urleggja« tey búpláss á Røkt­­arheiminum, har tvey búfólk búgva saman, hetta hoyrir ikki heima í 2006. Sambært fakfólkum á øki­­num, so vil eitt røktar­ heim við 34 plássum nøkta tørvin her norði langt fram í tíðina, og tá er aftur­ lating av sambýlinum í Bøgøtu og dupultplássini á røktarheiminum íroknað. Tíðin er ikki til at velja bílig­ ar loysnir, so sum sambýli, tí røktartørvurin er av slíkum slag, at sambýli ikki er egnað til endamálið. Fáa vit eitt røktarheim til 34 brúkarar, so skuldi røkst fyri, at Sambýlið undir Heygnum kom at virka eftir endamálinum, sum eitt veruligt sambýli. Klaksvíkar Kommuna hevur og fer at gera stórar íløgur komandi árini, men at taka tey eldru burturúr og siga, at tey mugu bíða, eri eg als ikki samd í. Hvar og nær vit gera íløgurnar er ein spurningur um fíggjar­ orku og raðfesting. At kommunan ikki kann fara undir røktarheimsbygging í 2006 - 2007 eri eg greið yvir. Tann einasta íløgan á sosiala økinum í dag er barnagarðurin í Traðargøtu, og tá hann er liðugur vænt­ andi tíðliga í 2007, so eigur at vera pláss fyri minst einari íløgu innan hetta øki, og tað eigur at vera eitt røktarheim. Verður hetta ikki gjørt, so hevur meirilutin í Klaksvíkar Býráð, eftir mínum tykki, lagt alt sum eitur sosialpolitikk á hyllina. Umsóknirnar sum í hesum døgum fara til landið um stuðul eru partur av eini trý ára ætlan, tað vil siga tær ganga heilt fram til 2009, og tí má Klaksvíkin vera við nú. Verður henda ætlan veru­ leiki, so kann Klaksvíkin eisini vera millum fremstu kommunir í landinum, tá ið tað kemur til eldraøkið, og at so verður vil undirritaða leggja alla orku í at virka fyri. eydgunn.samuelsen@skulin.fo – Fer Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, at koma við tilmæli um, hvussu føroyingar skulu bera seg at fyri at fyribyrjga fuglakrími, spyrj Marjus Dam Seinastu tíðina hava fleiri tilburðir av fuglainfluensu verið í Turkalandi. Tað óhugna­liga er, at hendan herviliga sjúka nærkast okk­ um í stórum. Várið nærkast, og hópur av flytifugli kemur til landið. Við hesum er eisini vandi fyri, at fuglakrím kann koma til landið. Eg fari tí at spyrja Hans Paula Strøm, landstýrismann í heilsumálum, um hann hev­ ur ella fer at koma við tilmæli um, hvussu føroyingar skulu bera seg at fyri at fyribyrgja at at hendan sjúka ger innrás í Føroyum? Hvussu við heimafugli? Hvussu við flytifugli? Hvussu við fuglaveiði? Hvussu við innflutningi av flogfenaði (deyðum /liv­ andi) Hvussu skulu føroyinga fyrihalda seg? Hvørji eru symptomini uppá sjúkuna og hvussu skal berast at, um illgruni er um sjúkuna Hvørjir viðgerðar­møgu­ leikar eru? Alneyðugt er, at vit fyri­ reika okkum væl, og at lóg­ ir, kunngerðir og kunning verða gjørdar, soleiðis at vit forða mest møguligt fyri hesi sjúku í Føroyum. Tey eldru í Klaksvík skulu ikki bíða Býráðslimur í Klaksvík Eyðgunn Samuelsen Løgtingsmaður Marjus Dam Mugu fyribyrgja fuglakrími