Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. januar 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 13. januar 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kistan við Jonu Mikk­ elsen fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fríggjadagin 13. januar kl. 18. Jarðarferðin verður úr Kristianskirkjuni leyg­ardagin 14. januar klokkan 13. Kistan við Ketty Joensen fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fríggjadagin 13. januar kl. 16. Jarðarferðin verður leygardagin 14. januar kl. 12. Kistan við Leif Joensen fer úr kapellinum, á Suð­uroyar Sjúkrahúsi, fríggjakvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður leyg­ ardagin kl. 13 úr Vágs kirkju. Martin Christiansen, ættaður úr Fuglafirði bú­sitani á Frederiksberg, andaðist mánadagin 9. januar, 74 ára gamal. Jarðarferðin verður leyg­ardagin 14.januar kl. 12.30, úr Bavenehøj kirke. Andlát og jarðarferðir Komandi sunnudag 15. jan­ uar verður Josefina Højsted úr Funningi 100 ár. Josefina er ættað av Eiði, dóttir Dortheu og Jógvan Joensen. Hon var elst av 5 systkjum og var einasta dóttir. Longu sum 12 ára gomul misti hon pápan, og systkini vórðu nú einsamøll við mammuni, sum eisini gjørdist sjúk. Og longu sum 18 ára gomul varð Josefina saman við beiggjunum foreldraleys. Yngsti beiggin var bert lítil smádrongur, men Josefina og beiggjarnir valdu at bróta upp um armar og sjálv tók hon á seg at verða í móður­stað og varð um allar beiggjarnar, inntil teir vóru komnir til. Teir eldru beiggjarnir, hóast smáir, máttu tá breyðføða húskinum. Hetta knýtti systk­ini óloysiliga saman, og nú er bert Josefina eftir av teimum 5. Tey høvdu skyldfólk í Funningi, og vóru tey tí oftani har. Har gekk ungur maður í bygdini, Knút Højsted, og tey komu at kennast og gjørdust góð. Knútur bygdi hús Úti á Bø í Funningi og tey bæði giftust og fluttu inn hagar sama kvøld tann 7. desembur í 1930. Her bygdu tey heim teirra upp og fingu 6 børn: Dortheu, Peter Jacob, Emmu, Jógvan, Onnu Sofíu og Karina, sum øll komu væl undan.Tey vuksu upp í einum tryggum og góðum heimi, har pápin vann fyri livibreyðið á sjó­ num, meðan mamman tók sær av heiminum. Tá í tíðini var tað so, at hennara ábyrgd, umframt børn, hús, mat og klæði uppá kroppin, eisini var torvarbeiði, hoygging, eplir, at ambæta og mjólka kúnni og at ganga til neytar. Hetta gjørdi Josefina til lít­ar, men Knútur var inni­ løgumaður, hann fylti allar kaggar og fiskatrø, har var altíð nokk av feskum, røstum og turrum. Soleiðis góvu tey børnunum eitt heim, sum tey allar tíðir við gleði vitja aftur til. Eisini ommu- og abbabørnini minnast aftur á heimið Úti á Bø sum nakað heilt serligt, har tey vitjaðu javnan. Í 1988 sæt Josefina einkja. Hóast Knútur ikki longur var ein unglingi, hann gjørdist 87 ára gamal, varð hetta ein missur fyri Josefinu, nú at verða einsamøll. Í 1991 misti hon elstu dóttrina. At missa børn man vera eitt tað ring­asta, og hetta tók hetta henni sjálvandi dygt, men hóast missin var hon verandi heima inntil 1998, tá hon eftir mjarnabrot flutti til dóttrina Emmu í Haldórsvík. Her hevur hon síðani verið og hava tær báðar ein góðan og gevandi gerandisdag, sum Josefina eins og øll familjan setur stóran prís uppá. Við hesum fáu orðum fara vit at ynskja Josefinu hjartaliga til lukku á 100 ára degnum og eitt blítt lívs­kvøld. Josefina Højsted 100 ár Leygardagin 7. jan­ uar lata Randi M. Gunnarsdóttir og Malan Rubeksen upp eina listaframsýning í Gallarí Ribarhús í Fuglafirði. Fram­ sýningin er opin til og við 29. januar Listaframsýning Randi M. Gunnarsdóttir og Malan Rubeksen, sum báðar eru úr Havn, lata upp eina listaframsýning við føroyskum myndevnum í Gallarí Ribarhús leygardagin 7. januar. Randi hevur undirvíst í tekning og máling í Havn, Kollafirði og Fuglafirði í fleiri ár. Umframt hetta ar­beiðir hon sum stuðuls­ pedagogur. Malan er útbúgvin hond­ arbeiðslærari og hevur fing­ ist nógv við ymiskt kreativt arbeiði. Fyri nøkrum ár­um síðan gekk hon á ein­um skeiði hjá Randi M. Gunn­ arsdóttir í tekning og máling. Dagliga arbeiðir hon á Hotel Hafnia. Randi og Malan hava fyrr verið við á fleiri ymiskum framsýningum í Føroyum. Tær hava eisini havt fram­ sýningar saman, eins og tær nú hava í Gallarí Ribarhús. Framsýningin er opin: mána­dag-fríggjadag frá kl. 15-17.30, leygardag frá kl. 11-13, og sunnudag frá kl. 15-18, har øll eru væl­ komin. Randi og Malan í Gallarí Ribarhús Randi Gunnarsdóttir og Malan Rubeksen hava eina felags framsýning í Gallarí Ribarhús í Fuglafirði Mynd: Álvur Haraldsen Tøkk Tøkk fyri sýnda samkenslu, tá kæra kona mín og mamma okkara Anna Joensen Saksun andaðist og varð jarðað. Tøkk til tykkum, sum vóru um hana á sjúkrahúsinum og heima. Tøkk fyri blómur, kransar og hjálpsemi við jarðarferðini og ervinum. Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Magnus, Jóhanna, Sigurlaug, Sólgerð, Jógvan og Randi Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at góði maður, pápi, abbi og langabbi okkara Mogens Lützen Tórshavn andaðist á Lágargarði hósdagin 12. januar, 96 ára gamal. Farið verður av Lágargarði sunnudagin kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju mánadagin kl. 13.00. Familjunnar vegna Ellen, Valdemar, Anni, Kim, Eydna og Ellindur