fríggjadagur 13. januar 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 10 - 13. januar 2006
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tá eg farið at hugsa um,
hvussu leingi eg havi kent
Tummas Jákup, so má
eg siga, at eg havi kent
Tummas Jákup, so langt
aftur eg kann minnast. Vit
búðu stutt frá hvør øðrum,
og tað fyrsta vit stigu út
um dyr sum piltar og gingu
okkara fyrstu spor oman á
vegin úti á Lið í Sørvági
at spæla við onnur børn,
so varð tað natúrligt at vit
funnu saman sum spæli
brøður. Tí vit vóru javn
gamlir. Tað vóru annars
nógv børn úti á Lið, tá
vit vóru smádreingir. Har
vóru fleiri børn í nær sagt
hvørjum húsi. Vit spældu
tað sama sum onnur børn
og vit spældu við onnur
børn eisini. Tá spældu
børn nógv á sandinum.
Tað var við bátar, spæla
útróðrarmenn, at vaða, gera
sandbýir, sandbyrgingar og
annað mangt. Liðadreingir
plagdu eisini at spæla bólt
á Niðaraveg, við hvørt á
Vendiplássinum og við
hvørt longur heimi har
trappan oman á Niðaraveg
er. Tosaðu stundum um
hetta seinni, hvussu nógv
tað er broytt við ferðsluni
av bilum - í dag hevði hetta
verið ómøguligt vegna
nógvu ferðsluna. Tá var
ein kanska avbrotin eina
ella tvær ferðir ein heilan
dyst av bilum, so fáir bilar
vóru. Annars spældi mann
kovboyar og indianarar,
við leikutoysbilar, plastikk
menn og annað mangt.
Tummas Jákup átti nøkur
systkin, Rosa, Jens Erland,
Juliana, sum var ættleidd
í Kaldbak, Malla og eina
tvíburasystir, Paulina,
hon bleiv tíverri heldur
ikki gomul, doyði 2.3.
2003, 44 ár - einkja, frá
seks børnum, harav fleiri
ikki vóru vaksin. So tey
tvíburðasystkini fingu eina
heldur enn ikki trista lagnu.
Tummas Jákup sjálvur var
ógiftur. Paulina búði í
Skopun, seinastu árini av
lívinum meðan hon var
einkja, plagdi Tummas
Jákup á hvørjum árið at
vera suðuri hjá henni og
børnunum og halda jól
saman við teimum. Tað
hugsi eg tey vóru glað
fyri.
Pápi Tummas Jákup var
einkjumaður tvær reisur,
seinna konan, Tóra, doyði
í 1967, 47 ára gomul, sama
aldur sum Tummas Jákup
rakk. So Tummas Jákup
misti tíðliga mammuna.
Eg minnist honum dámdi
so væl sangir, har navnið
“mamma” var nevnt í,
so har hevur ein saknur
ligið. Tað var tí sera pass
andi, at hann fekk sín
seinasta hvíldarstað und
ir liðini á mammuni í
kirkjugarðinum. Eg hugsi
at Tummas Jákup og mamm
an liðu av nøkulunda somu
sjúku. Mamman fekk ung
heilabløðing og sat lamin
í fleiri ár. Tummas Jákup
fekk fyri nøkrum árum
síðan eina minni bløðing
í høvdinum so at hann
gjørdist nakað skeivur
í andlitinum, men tað
rættaði seg so nøkulunda
upp aftur. Tummas Jákup
hevði kortini ongantíð nak
að serliga góða heilsu, var
heldur veikur alt lívið; eg
minnist at pápi hansara
ráddi honum frá at fara til
skips. Helt hann ikki hava
heilsu til tað. Hann fór so
heldur ongantíð til skips.
Tó var Tummas Jákup rask
ur arbeiðsmaður og hansara
verk lá avgjørt ikki eftir
har sum hann var. Hansara
mestu tíð arbeiddi hann á
flakavirkinum. Hann byrj
aði longu miðskeiðis í
sjeytiárunum á gamla
flakavirkinum hjá Pf. N.
Niclasen. Á flakavirkinum
arbeiddi hann meginpartin
av vaksna lívinum og plagdi
at standa við maskinurnar.
Eftir at flakavirkið var
lukka arbeiddi hann í
nøkur ár á Vestfish við at
skera kongafisk í hond,
hann arbeiddi eisini á
laksavirkinum, sum var
har gamla flakavirkið
hevði verið. Eina tíð fyri
stuttum arbeiddi hann hjá
Landsverkfrøðinginum.
Seinastu tíðina arbeiddi
hann á virki sum virkaði
saltfisk. Annars minnist eg
at vit sum tannáringar báðir
onkuntíð plagdu at arbeiða á
Bíggjarvegnum við at fylla
eyr í holurnar á vegnum.
Tá var Bíggjarvegurin bara
eitt spor og grúsvegur. Tað
hugsi eg var fyrsta lønta
arbeiði hjá Tummas Jákup.
Seinast í áttatiárunum og
í nítiárunum arbeiddi vit
saman á flakavirkinum í
nøkur ár.
Abbi Tummas Jákup var
uppafturgiftur Samulinu,
abbin var longu deyður tá
vit vóru smádreingir. Hjá
Samulinu høvdu vit okkara
føstu gongd, tá vit gjørdust
eitt sindur størri smádreing
ir og hálvvaksnir. Samulina
var sera fitt fólk og har var
mangan stuttligt at sita,
hjartagóð og gávumild var
hon sum fáur. Samulina
doyði 77 ára gomul í
1980.
Ein kundi nevnt so ótrú
liga nógv, tí nógv er at
minnast aftur á, nógvar
góðar og eisini skemtiligar
løtur. Eitt kann eg í øllum
førum siga, eg havi bara
góð minnir eftir Tummas
Jákup; vit vóru ongantíð
óvinir og klandraðust vit
onkuntíð sum yngri, sum
var sera sjáldan skal sigast,
so vórðu vit altíð væl aftur
– tí helt vinalagið seg lívið
út.
Eg minnist vit sum ung
lingar plagdu at sita og lurta
eftir tónleiki á sigleplátum,
sum vóru nógv brúktar
tá. Einaferð miðskeiðis í
sjeytiárunum, tá eg sigldi
við farmaskipi, hevði eg
keypt fleiri lp’ir við Johnny
Cash í útlondum. Tummas
Jákup hevði ongantíð
hoyrt hesar fyrr, og hann
fall fullkomiliga fyri tí tón
leikinum. Country bleiv eis
ini hansara tónleikaáhugi
restina av lívinum. Eg
komi eisini at minnast,
at vit báðir vóru við til
stovnandi fundin hjá SUF
(Sørvágs Ungmannafelag)
í 1974 í Gomlu dansistovu.
Tað vóru mest dreingir,
sum gingu í 3 real tá, sum
tóku stig til stovnanina.
Fyrsta árið vóru longu
75 limir. Hetta felag helt
áfram til einaferð fyrst í
nítiárunum, hugsi eg, so
datt tað tíverri niðurfyri.
Annars var faktiskt meira
fyri ung tá enn tað er í dag,
so undarligt tað ljóðar. Har
var ungmannafelag, sum
helt til í Gomlu dansistovu
har kiosk, spøl og ymiskt
var fyri ung, tvær aðrar
kioskir tú kundi sita inn í
vóru eisini í bygdini, hjá
Skælings Jógvan og hjá
Eli. Har hildu vit og okk
ara javnaldrar nógv til.
Dansistova og biograf var
eisini har dansur og film
fyrivísing vóru regluliga
hvørja viku.
Koyrikort og bil fekk
Tummas Jákup sær eisini, tá
tann tíðin kom. Hann hevði
altíð Mazda bilar, seinastu
árini hevði hann kortini
ikki bil, men hugsaði um at
fáa sær bil aftur. Fyrsti bil
urin hjá honum var heldur
vesalligur og rustetin. Eg
minnist at einaferð funnu
vit uppá at lakera felgurnar
fyri at bøta upp á hetta, tær
gjørdust skínandi blankar.
Men úrslitið var tað mót
setta. Hetta framhevjaði
bara restina av bilinum enn
meira. Eg minnist at pápi
hansara smíltist at okkum.
Áttatiárini búðu Tummas
Jákup og pápin einsamallir
í húsi, pápin doyði gamal
maður í 1989. Eftir tað
búði Tummas Jákup einsa
mallur í húsi.
Tummas Jákup fekk gjørt
sær húsini í stand eini 3 -
4 ár fyri at hann andaðist.
Hann klæddi húsini og
skifti takið og bygdi eitt
sindur upp í so pláss varð
til eina hampiliga gongd
og eitt vakurt baðirúm.
Soleiðis at fáa gjørt húsini
í stand var hann sera fegin
um, trist kortini, at honum
ikki skuldi unnast longur
tíð í húsunum nú hann
hevði fingið tey so góð.
Men soleiðis er. Tað eru
ikki vit sum ráa fyri tí.
Eitt skal eisini sigast um
Tummas Jákup, hann var
góður við síni systkin og tey
við hann. Eg hugsi kortini
serliga um systrina, Mallu,
hon og døtur hennara vóru
honum ein sera góð hjálp á
so mangan hátt.
Annars var Tummas
Jákup ein sera friðarligur
maður og gjørdi ikki nógv
um seg. Ikki tí, hann kundi
siga sína meining, um hann
kendi okkurt ikki vera rætt
ella vera órættvíst.
Eitt sum eg komi at sakna
mest við Tummas Jákup,
tað var tað, at vit skiltu
hvønn annan so væl. Vit
kundu tosa saman um øll
ting. Tað er so gott at hava
onkran at tosa við, sum
skilir teg og kennir teg.
Vit høvdu, sum sagt, kenst
frá barni av og allan vegin
upp eftir. Tað var valla tað
ting, sum annar okkara
hevði uppliva, sum hin ikki
visti av. Og ein kundi líta á
Tummas Jákup. Slíkir vinir
eru gull verdir. Tí var tað
við stórari sorg eg frætti,
at vinurin Tummas Jákup
var deyður. Eg visti at
hann var sjúkur. Umleið
eina viku áðrenn hann and
aðist fekk hann ein tilburð
á arbeiðsplássinum og
mátti til hús og varð tá
sjúkameldaður. Seinastu
ferð hann var inni hjá mær
var tveir dagar áðrenn hann
andaðist. Tá segði hann seg
hava tað betri. Hann tyktist
mær annars heldur bleikur,
men at hann tá bert hevði
tveir dagar eftir av lívinum,
vardi meg ikki, og helst
ikki nakran annan heldur.
So tað vóru sera tung boð
og ein hvøkkur at fáa, at
hann brádliga var deyður.
Eg hugsið um orðini hjá
Harranum úr Fjallapræ
dikuni, Matt. 5. 9: “Sæl eru
tey friðsomu, tí tey skulu
verða kallað Guds børn.”
Tummas Jákup var eitt satt
friðarmenniskja, eitt gott
menniskja og ikki minst
eitt dámligt menniskja.
Tað undraði meg tí ikki at
sera mong høvdu leita sær
í kirkju til jarðarferðina, at
heilsa honum eitt seinasta
farvæl á foldum.
Má Harrin signa minni
um góða vin mín Tummas
Jákup Lið.
Sonni Jacobsen
Nøkur orð til minnis um góða vin mín
Tummas Jákup Lið
1.11. 1958 - 14.12. 2005
Dagurin
14. januar. Felix, deyður umleið ár 260. Prestur í Nola, nærhendis Napoli í Italia.
Nógvar eru frásagnirnar um hansara lítillátna lív og tær mongu undirgerðirnar hann
útinti. Navnið merkir eydnuríkur.
15. januar. Maurus, deyður umleið ár 550. Var næmingur hjá tí mæta kleysturhøvdinga
Benedikti úr Nursia, og fylgdi honum eftir sum abbati. Navnið merkir blámaður.
16. januar. Marcellus, deyður ár 309. Varð kosin til páva í árinum 307.