Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. januar 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 13. januar 2006 15 Terji Jacobsen var annar av tveimum dreingjum í 10. flokki í Sørvágs skúla, sum var í starvs­venjing í Havn. Vit vóru í Føroya Banka, har hann var í starvsvenjing, fyri at spyrja hann nakrar spurningar Starvsvenjing Poul Hallur Davidsen Hví valdi tú júst hetta starv­ ið? Tí at eg skuldi royna okk­ urt heilt annað, enn eg royndi seinast, tá ið eg var í starvsvenjing hjá bóndanum í Bø. Hvat dámar tær at vera her? Hampuligt Hvat hevur tú gjørt higar­ til? Talt pengar, og so havi eg fingið at vita, hvussu man arbeiðir í einum banka Hvat gert tú beint nú? Sperri kort sum feilur er í Kundi tú hugsað tær at arbeitt við hesum í framtíðini? Nei, tí at hettar er ikki júst eg Gleðir tú teg at fara aftur í skúla? Nei, gleði meg ikki at fara í skúla Hvussu er at verða í Havn? Eg haldi at tað er fínasta slag Una Egilsdóttir og Theresa Joensen, ið ganga í 9. a í Vágs skúla, valdu báðar at fara í starvsvenjing á landssjúkrahúsinum, og tað angra tær ikki. Tær siga, at har er sera gott at vera, og starvsfólkini eru sera fitt og blíð Starvsvenjing Rani Nolsøe Johannessen Hví valdu tit júst hetta ar­ beiðsplássið? Tí hetta er nakað, ið hevur okkara áhuga. Hvat dámar tykkum at verða her? Tað er genialt, og øll eru eisini so fitt og blíð. Hvat hava tit gjørt higar­ til? Vit byrjaðu á goymsluni, arbeiddu í køkinum, á vaska­ rínum, og nú eru vit so við portørunum har vit koma við teimum runt allastaðni. Kundu tit hugsað tykkum at arbeitt við hesum í fram­ tíðini? Ja, alt kann henda. Gleða tit tykkum til at sleppa í skúla aftur? Vit gleða okkum at sleppa suður aftur, men ikki í skúla. Hvussu er at vera í Havn? Tað var fínt teir fyrstu dagar­ nar, men okkum dámar betur í Vági, tí har er best. Una Egilsdóttir og Theresa Joensen: – Á Landssjúkrahúsinum er genialt Una Egilsdóttir (v.m) og Theresa Joensen úr 9. a í Vágs skúla, eru í starvsvenjing á Lands­ sjúkrahúsinum Terji Jacobsen, praktikantur: Frá at mjólka neytum til at telja pengar NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Seinastu 6 árini hevur Vestmanna kirkjukór skipað fyri fleiri tiltøkum í Vestmanna og eisini sungið í kirkjum runt um í Føroyum, seinast í Fuglafjarðar kirkju, og konsert í Vestmanna kirkju Kórið, sum hevur um 40 limir, hevur skipað fyri sangi til ymisk høvi í bygdini eitt nú til 1. maidagshaldið, eis­ini hugnatiltøk sum t.d. bindiklubbaveislum fyri konufólkini í bygdini, sum hevur fingið stóra undir­ tøku. Fyrsta dagin kemur stuð­ulskalendari teirra út, og vit hava fingið loyvi frá kórinum at kaga í kalendaran, sum er prýddur við vøkrum mynd­um á báðum síðum. Vert er at gera vart við, at kórið á hvørjum ári nýtir gamlar myndir saman við nýggari myndum eisini, so fólk kunnu tosa um nýtt og gamalt, tá kalendarin kemur inn á hurðina. Á januar/juni síðuni eru myndir av Vestmanna bygd - onnur er ein nýttársmynd frá uml. 1985 og hin er ein vár / summarmynd frá umleið 1960. Á juli/desembur síðuni eru myndir frá Vestmanna kirkju. Nú kirkjan er umbygd og ístandsett, hevur kórið nýtt høvið at avmynda gomlu og nýggju altartalvurnar. Sum tað sæst á myndunum, so er valið, tað at avmynda altartalvurnar, eitt gott val, tí hetta er sanniliga eitt áhuga­ vert myndaevni. Vestmanna Kirkjukór við nýggjum og gomlum myndum Terji Jacobsen í 10. flokki í Sørvágs skúla, er í starvsvenjing í Føroya Banka í Havn -har tað hendir