Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. januar 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 10 - 13. januar 2006 TÓRBJØRN JACOBSEN, løgtingsmaður Íspunnu morðhóttan- irnar móti Bjarna Djurholm vóru bert eitt stuntnummar hjá Fólkaflokkinum at flyta fokus frá donsku fráboðanini til ST. – Harraguð, maðurin hevur ikki so frægt sum verið í granna- lagnum. Hevur bara sligið upp á tráðin til eina skrivstovudamu og heitt á hana um at bera boðini víðari um, at hann ætlaði at gera seg inn á Bjarna, sum við hesum idiot- iska stuntinum fekk tvær flugur við einum smekki. Fjalt ST frá- boðanina í krútroyki- num og rationaliser- að móttøkuna í Ting- anesi, sigur Tórbjørn Jacobsen, løgtings- maður m. a. í hesi speisku viðmerking- ini Roykur úr rúkandi toftum. Ein føroyskur bumbumaður hevur varpað eitt missil av Bursatanga tvørturígjøgn- um eystara húsaveggin í Vinnumálaráðnum. Húsini fara í luftina, og øll ting- hellan skelvir í sínari grund. Tey, sum komu liv- andi frá atsóknini, flaksa í- kring í sansaloysi, og min- istarin kemur tilsótaður, og tó ísakaldur, undan grefliga mahogniborðinum. Ein partur av B&O-anlegginum lavar eftir øðrum kjafti, eft- ir tí sum eftir er, av norðara bróstinum, og skápið við Chivas Regal fløskunum og cigarunum, hann plagdi at bjóða kammesjukkunum í samgonguflokkunum, táið hann skuldi trýsta okkurt upp á pláss, eftir egnum høvdi, ella samsvarandi ný- liberalu hugsjónini hjá flokkinum, var pulviriser- að. Edikettin frá einu fløsk- uni var í granatvarmanum brend inn í húðina á høgra yvirarmi, lík eini tatover- ing. Átøkur eini reklamusúlu fyri Rúsuna og skotsku whisky bøndurnar og um somu tíð einum djørvum sersjanti, ið júst hevur tikið seg aftur frá nærdysti við marxistisku gueriljuna, sum hóttir stabilitetin í hes- um ófatiliga framkomna landi, tekur hann fartele- fonina úr rivnaða reyva- lummanum. Nú ræður um at hugsa klárt, hann velur útvarpið, áðrenn hann var- skógvar instansirnar í al- mennari tilbúgving. Mað- urin á redaktiónini, líka gjarna slektaður úr Funn- ingi, velur at bróta seg inn í eina annars áhugaverda sending. Stórtíðindi. Eitt missil hevur rakt Sethúsini, gomlu kasjottuna hjá før- oyingum, har so frægir menn sum Erlendur Paturs- son og Fisher Heinesen hava sitið búraðir inni fyri sítt yvirgangsvirksemi. Koreaslaktarin sat eisini har, fyri smugling, rúsevna- sølu og spekulatión. Fyrst- nevndi varð enntá valdur inn á ting, meðan hann sat buktaður uppi undir tróðri- num og jaglaði gamlar breyðskorpir frá Frantz og kulkaði onkran hendinga vatnsopa í seg, táið fongs- ulsvaktin, Fríðrikur hjá Garða-Peturi úr Svínoy, legði leiðina framvið. Tjóð- in fór í coma. Varrarnar hveptust og dirraðu av ræðslu og øði, tey flestu settu seg, knøini bóru ikki, skjálvtin í liðunum var ov máttmikil, og tárini rullaðu niður eftir kjálkunum hjá øllum, ið vóru so heppin, at tey hoyrdu málið í ministar- anum. Eitt ódeyðiligt martyrium var skapt. Djur- holm hevði yvirlivað enn eitt attentat. Hetta man vera myndin, tey flestu síggja fyri sær, eftir at stuntríðurnar, trans- formeraðar ígjøgnum filtursleysu mikrofonhald- arnar, hava tambað hátal- arar og skíggjar, eftir at landsstýrismaðurin í vinnu- málum í eina heila og hald- iga viku royndi at skapa sær eitt martyrium, grundfest í einum pástandi um, at hann var blivin drápsmálið hjá onkrum. Annars hevur hann verið merkiliga tig- andi, síðani løgmaður gamlaárskvøld boðaði frá gleðiligu stórtíðindunum, at danir nú endaliga høvdu tinglýst føroyska matrikk- ulin sum hjáland, við ong- um tilverurætti, í altjóða samfelagnum, á høvuðs- skrivstovuni hjá Sameind- um Tjóðum í New York. Tá- ið amerikanskir forsetar hava innanríkispolitiskar trupulleikar, leypa teir konsekvent á annað land við hermegi. Tað ræður um at fjala veruleikan í krút- roykinum hinumegin jørð- ina. Attentatið hjá Bjarna líkist ikki sørt. Maðurin, sum møguliga hevur hótt, er alkendur í politisku skip- anini. Hann tosar í telefon við flestu politikkarar dag og dagliga, hetta hevur gingið fyri seg í áravís, og tað tykiskt sum hevur hann ávísa frægd í at teska eina hóttan um bæði eitt og ann- að burturúr sær. Ongin hevur tikið hetta í álvara. Tað hevur heldur ikki víst seg at vera neyðugt. Tað hendir ongantíð nakað. Ikki fyrrenn nú Fólkaflokkurin hevði tørv á at fjala donsku fráboðanina til ST í krút- roykinum frá einum upp- spunnum pseudo-attentati ímóti landsstýrismanninum í vinnumálum. Harraguð, maðurin hevur ikki so frægt sum verið í grannalagnum. Hevur bara sligið upp á tráðin til eina skrivstovu- damu og heitt á hana um at bera boðini víðari, um at hann ætlaði at gera seg inn á Bjarna, sum við hesum i- diotiska stuntinum fekk tvær flugur við einum smekki. Fjalt ST fráboð- anina í krútroykinum og rationaliserað móttøkuna í Tinganesi. Ein smartur máti at legitimera sentrali- seringina av allari móttøku í Vektarbúðini uttan svørðs- lag frá starvsfólkunum. Trupult hjá kuliarunum at argumentera ímóti, táið ein drápshóttan fjalir seg onkustaðni ímillum skins og hold. Fjøldin er tó ikki býttari enn so, at tey flestu nú, eftir at attentatið vísti seg at vera ein vátur kines- ari, og landsstýrismaðurin av tí sama er vorðin upp- aftur meira láturligur, enn fyri stuntið, er farið at spyrja eftir Fólkaflokkinum í sjálvstýrismálinum. Skilagóðir og siðiligir. Sannførdir og greiðir. Álít- andi og reiðiligir. Hampa- menn teir flestu, hesir sam- bandsmenninir, sum í flest- um førum hava arvað polit- isku støðuna, sum teir ikki himprast við at gera greiðu fyri uttan at blúgvast. Vit hoyrdu Kaj Leo í lurtinum. Hann legði ikki fingrarnar ímillum, fegnaðist um at Føroyar umsíður vóru skrá- settar í altjóða samfelag- num, sum partur av danska eindarstatinum, við dyggari hjálp frá ríkistrællunum báðum - Kallsberg og Eid- esgaard. Hitti ein sam- bandsmann av Strondum nú ein dagin, hann spurdi løgna spurningin, um eg mundi vita, hvussu nógv tað kostaði at produsera ein riddarakross. Skilti ikki djúparu ætlan hansara við spurninginum, og skeyt uppá, at eitt stykki blikka- salat, við bandi og sikkur- heitsnál, neyvan mundi kosta meira enn einar 16-18 krónur í leikabúðunum í Keypmannahavn. Ájú, helt hann fyri, máti skuldi vera við at fara skeivur, men sjálvandi, kostnaðurin varð alt eftir hvørjari bringu krossurin fekst at hanga á. Hvørið fekst inn á kongaliga básin at standa, hvørið av berari og blektari fáfongd og í stórlætisørsku fekst í tekna- tænastu hjá jarðiska Drotti danska ríkisins. Hann helt fyri, at sjáldan høvdu donsk statsáhugamál fingið so frægan forrentning av eini íløgu, sum hendan dagin, táið drotningin hongdi riddarakrossin í útnyrðings- hornið, í kantinum uttan- vert hjartalokurnar á An- finni Kallsberg. Størsta politiska metamorfosa í føroyskari søgu hendi tann dagin. Bjarni, sum nú gongur runt og billar sær inn, at nakar hevði tímað at spandera eina patrón upp á hann, tók hon sjálvandi við í ferðini, eittans av náði og miskunn, frættist frá hóvi- num. Eitt totalt tjóðskapar- ligt yvirgevilsi. Danir fingu eina heila tjóð afturfyri tveir riddarakrossar, og nú er danska ognin tinglýst í Sameindum Tjóðum. Froðin hevur flákrað upp frá politiska retorikkinum, síðani stakkaladýrið av ein- um donskum ríkistrælli, Føroya løgmaður, boðaði frá stórhendingini. Stríðið kom at standa ímillum Jó- annes og Høgna. Javnaðar- & Tjóðveldisflokkin. Í tjak- sending eftir tjaksending. Í greinum og samrøðum. Ongin gjørdist meira vit- andi av hesum, táið kamp- hanarnir fyri tað mesta stóðu og róptu í holið á hvørøðrum. Tosaðu fram- við hvørøðrum. Royndu av øllum alvi at frelsa hvønn- annan politiskt, hóast 180 stig eru ímillum sjónar- miðini á ríkisrættarliga felt- inum. Eftirhondini er Jó- annes vorðin líka so ærligur sum Kaj Leo, staðfestir at fráboðanin hjá dønum, sambært hansara hugsan, ikki er annað enn ein reel niðurstøða um ríkis- & fólkarættarligu viðurskifti føroyinga, soleiðis sum tey eru skipað í dag. Hann sættast eftir øllum at døma við støðuna. Hann og velja- rar hansara dáma hendan danska stórpolitikkin okk- ara vegna, stórtrívast í he- sum, og ongin orsøk er at halda annað um Javnaðar- flokkin, ið frá føðingini ikki hevur verið annað enn ein socialdemokratiskur ramur sambandsflokkur og heldur ongantíð verður nakað annað. Tað røkiskt ikki fyri, at hann hættar sær VIÐMERKINGAR Hvussu mikið kostar ein danskur – Riddarakrossarnir, hasi donsku leikapettini, gjørdust føroyingum eitt dýrt fornoyilsi. Ein heil tjóð rillar av hesum imperialistiska bringuprýði, hetta má fáa avleiðingar, og teimum ræður einans fólkið fyri, táið Jóannes um skamma stund fer at leggja kongin. Politiskt vacuum fremur onki. Dregur bara frá í mun til heimin annars. Stundin er komin til politiskt systemskiftið. At royta donsku tinglýsingina útaftur úr arkivunum í ST stjórnarskrivstovunum, fyri síðani at boða »Bjarni, sum nú gongur runt og billar sær inn, at nakar hevði tímað at spanderað eina patrón upp á hann…« ”