fríggjadagur 13. januar 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 10 - 13. januar 2006
17
út úr donsku lívmóðrini.
Høgna hóvar sjálvandi ikki
nýkomnu
støðuna,
tað
verður yvir hansara lík og
floksins, at kolonistøðan
verður formelt knæsett í al-
tjóða samfelagnum. Eitt
afturstig, sum ongin rætt-
skikkaður
republikanari
kann taka undir við. Tað
vistu vit eisini framman-
undan. Tí tykiskt tað ør-
kymlandi, at bara hendan
kenda og klassiska stríðsás-
in skuldi gerast meginfeltið
í tíðindaflutninginum um
hetta viðbrekna mál.
Hvar er Fólkaflokkurin,
Radikalt Sjálvstýrið, vorðin
av í øllum meldrinum?
Fyri sjálvstýrisfólkið í
Føroyum er tað hann, sum
er avgerandi parturin í tí, ið
nú hendir, ella ikki hendir, í
føroyskum sjálvstýrisstríði.
Ikki hoyggjaríið og ósemj-
urnar hjá Eidesgaard og
Hoydal. Kallsberg kagaði
undan hjalsvegginum eina
løtu í tjaksendingunum,
men tað var týðuligt, at
hann ikki so frætt sum
hevði lisið donsku fráboð-
anina, sum hann sjálvur
hevur atkvøtt ígjøgnum á
Føroya Løgtingi, og sum nú
er endað sum altjóða stað-
festing um okkara avmark-
ingar í millumtjóða sam-
starvi. Táið hann so royndi
seg við fintuni um, hvussu
stóra ávirkan hann hevði á
danskan politikk sum fólk-
atingsmaður, fekk Hoydal
sjálvandi ikki hildið sær,
hann fekk láturkrampa.
Hostaði sum ein nikotin-
urga. Standandi skemti-
søgan á Christiansborg er
jú, at ein fólkatingsmaður í
konservativa tingbólkinum
nú ein dagin, eitt ár eftir
valið, spurdi ein av norður-
atlantisku mandatunum eft-
ir, nær Lisbeth L. Petersen
mundi fara at vísa seg aftur
á Danatingi, um nakað álv-
arsligt mundi vera hent
henni, nú hon ikki hevði
verið at sæð harniðri so-
leingi. Táið hann fekk at
vita veruligu søguna, og at
viðkomandi sum var vald-
ur, fyri ári síðani, var limur
í hansara egna tingbólki,
mundi sarkastiski láturin
ongan endan fingið. Hann
kundi bara taka undir við
Finnboga Ísakson, sála,
sum einaferð skrivaði, at
fólkatingsmenninir
hjá
Fólkaflokkinum ikki tíma
at møta á Fólkatingi fyrr-
enn
skrivstovudamurnar
ringja og boða frá, at post-
kassarnar eru so á tremur
við pappírum, at teir noyð-
ast at gera ein svipptúr til
ríkisins metropol, um ikki
annað, so fyri at sortera í
pappírsrúgvunum.
Lítil
hjálp er eisini at heinta í
donskum skrivara, sum ikki
skilir føroyska málið.
Danir eru heimsmeistarar
í imperialismu. Høvdu ikki
áneyðir at samráðast um
hvørki yvirtøkulóg ella utt-
anríkispolitiskar heimildir.
Serveraðu alt á einum fati,
spældu hund við Eides-
gaard niðri í Keypmanna-
havn og trýstu hann og
samgonguna, harvið eisini
Fólkaflokkin, at atkvøðu
fólkatingslógirnar ígjøgn-
um á Føroya Løgtingi, og tá
var hundurin ikki bara
hálvbardur, hann var av-
bardur. Anfinn Kallsberg
segði, at hetta var hansara
lívsverk, sum nú var vorðið
veruleiki. Samstundis be-
dýraði hann, sjálvandi fyri
at kyrra hin meira revoluti-
onera veingin í flokkinum,
at føroyska uppskotið og
føroysku viðmerkingarnar
vóru allur sannleikin í hes-
um álvaramáli. Sjálvandi
ignoreraðu danir hendan
glantrileikin hjá radikalu
sjálvstýrarunum
totalt.
Hvat skuldu teir brúka hetta
fjantið til, sum bara var ætl-
að illtonktum fólkafloks-
monnum, soleiðis at teir
ikki í ovursinni skuldu
leypa framav. Teir høvdu
fingið tað teir ætlaðu og
skuldu, og í bráðskundi
boðaðu teir Coffi Annan
frá, at m. a. Fólkaflokkurin
endaliga
hevði
givin
skarvin yvir í føroyskum
sjálvstýrisstrevi, meira enn
hundrað ár eftir, at tað kyk-
naði av álvara.
Fyri valdsins sakir, í hesi
postkolonialu
donsku
kommunuskipanini, valdu
teir tjóðskaparliga yvirgev-
ing, fyri at halda fast um
treytaleysa tamarhaldið á
Jóannesi í heimliga poli-
tikkinum. Tað er sjálvandi
eitt val. Sum serliga skal
gagna
sterku
lobby’ini
kring politiska hierarkiið í
flokkinum, og tað er meira
umráðandi nú enn nakr-
antíð, táið almennu ognir-
nar í komandi tíð skula flyt-
ast úr almennum yvir í
privatan eigaraskap.
Setursfrøðingurin, Jógv-
an Mørkøre, heldur, at væl-
kenda definitiónin, um
hvussu politiska skipanin
er samanskrúvað, har ásar-
nir ganga tvívegis, og ongin
hevur ivast í tjóðskaparliga
blokkinum, er farin úr
spónalagnum. Fólkaflokk-
urin er lopin frá og hevur
nú
lagt
seg
í
heim-
astýrisleguna. Tjóðveldis-
flokkurin stendur einsa-
mallur, sum garantur fyri
føroyskum fullveldi. Hend-
an tulkingin er ikki av leið,
og tey flestu, eisini fólka-
floksveljarar, munna vera
samdir við honum í hesi
meting. Miðvísa strevið hjá
Bjarna og Óla sigraði um-
síður. Ríkisfraktiónin eigur
valdið, nú hanga Poul &
Co. bara uppi í. Men teir
hava framvegis ein møgu-
leika fyri at prógva, um
nøkur knota er eftir, táið
uppskotið hjá Tjóðveldis-
flokkinum, um í skundi at
boða ST frá, at vit ikki eru
partur av, tíansheldur taka
undir við, donsku fráboð-
anini, kemur fyri á Tingi í
næstum. Edmund er ikki
hugaður fyri at seta Tingið
fyri ásettu tíðina, og Fólka-
flokkurin er ikki ressaður,
harvið mega vit í ótolni
bíða eftir viðgerðini av hes-
um fyri tjóðina lívsneyðuga
uppskoti.
Nú roykurin frá seinasta
attentatinum er sogin út í
atmosferuna, og krútroyk-
urin ikki fjalir veruleikan,
verður neyðugt hjá Djur-
holm at gera eitt nýtt stunt
um mánaðarskiftið kom-
andi. At royna fólksins nai-
vitet einaferð enn. Hvør
uppdiktaði attentatmaðurin
verður í hesi syftu, er ikki
gott at vita, men ongin ivast
í, at mikrofonstativini uppi
í Sortudýki longu standa til
at bresta av berum spenn-
ingi. Knæsetingin av kolo-
nistøðu Føroya skal ikki
gravast uppaftur og broyt-
ast. Tað verða teir og Bjarni
garantarnir fyri.
Onkur helt fyri, at so at
siga onki mennandi var
komið út úr sokallaða Set-
húsinum,
tilhaldið
hjá
Vinnumálaráðnum, síðani
Brockie tókst við grísahald
í kjallaranum - eitt skiftið
undir seinra heimsstríði.
Viðkomandi helt fyri, at
meira hóskandi hevði verið,
um Bjarni og øll hansara
umsiting fluttu vesturum, í
Skibsted Pakkhúsið, sum
havnarmenn plagdu at rópa
Vaðskítaneystið. Har kundi
hann so sitið í friði og náð-
um og gartera við sínum
vátu kinesarum. Teir geva
eisini nakað av royki, og
tørvur verður á honum, táið
tjóðveldisuppskotið um at
halda fast um tjóðarinnar
virðir og rættindi, kemur
fyri í tí, sum nøkur fram-
vegis halda vera evsta vald
landsins. Eftir næsta pseu-
do-attentatið má roknast
við,
at
felagsmóttøkan
verður flutt úr Vektarbúðini
niður á Christiansborg,
tástaðni er hon í líka góðum
hondum sum sjálvstýris-
málið. Fall Fólkafloksins er
ófatiligt fyri okkum, sum
kenna skismaði ímillum
veljara og flokk. Harfyri
eigur ongin at missa mótið,
Tjóðveldisflokkurin letur
seg ongantíð dragsa út av
fullveldisbásinum, heldur
ikki nú hann stendur einsa-
mallur eftir í tí sferuni av
føroyskum politikki.
Riddarakrossarnir, hasi
donsku leikapettini, gjørd-
ust føroyingum eitt dýrt
fornoyilsi. Ein heil tjóð
rillar av hesum imperialist-
iska bringuprýði, hetta má
fáa avleiðingar, og teimum
ræður einans fólkið fyri, tá-
ið Jóannes um skamma
stund fer at leggja kongin.
Politiskt vacuum fremur
onki. Dregur bara frá í mun
til heimin annars. Stundin
er komin til politiskt sys-
temskiftið. At royta donsku
tinglýsingina útaftur úr ark-
ivunum í ST stjórnarskriv-
stovunum, fyri síðani at
boða teimum frá, at tjóðin
tekur sína uppgávu í fullum
álvara, sum ájavnur partur
av heimssamfelagnum. Tað
gerst bara ígjøgnum før-
oyska statin. Republikkina.
Frægasti kendi stjórnar-
formur, sum higartil finst,
sum karmur um viðurskift-
ini hjá eini tjóð, bæði úteft-
ir og inneftir.
torbjornj@logting.fo
VIÐMERKINGAR
riddarakrossur?
teimum frá, at tjóðin tekur sína uppgávu í fullum álvara, sum ájavnur partur av
heimssamfelagnum. Tað gerst bara ígjøgnum føroyska statin. Republikkina. Frægasti kendi stjórna-
rformur, sum higartil finst, sum karmur um viðurskiftini hjá eini tjóð, bæði úteftir og inneftir,
sigur Tórbjørn Jacobsen
»Danir eru heimsmeistarar í im-
perialismu. Høvdu ikki áneyðir
at samráðast um hvørki yvirtøk-
ulóg ella uttanríkispolitiskar
heimildir. Serveraðu alt á einum
fati, spældu hund við Eidesgaard
niðri í Keypmannahavn…«
”
»Nú roykurin frá seinasta attentatinum er sogin
út í atmosferuna, og krútroykurin ikki fjalir ver-
uleikan, verður neyðugt hjá Djurholm at gera eitt
nýtt stunt um mánaðarskiftið komandi. At royna
fólksins naivitet einaferð enn. Hvør uppdiktaði
attentatmaðurin verður í hesi syftu, er ikki gott at
vita, men ongin ivast í, at mikrofonstativini uppi í
Sortudýki longu standa til at bresta av berum
spenningi…«
”