fríggjadagur 13. januar 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 10 - 13. januar 2006
Jarðfrøðingar
vænta, at gosfjallið
Augustine í Alaska
fer at goysa
Gos
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Teir seinastu dagarnar
hevur gosfjallið Augustine
sent royk og øsku einar átta
kilkometrar upp í luftina.
Hósdagin gjørdi fjallið minni
um seg, men jarðfrøðingarnir
vænta kortini, at tað fer at
enda við einum veruligum
gosi fyrr ella seinni.
Augustine er 1.240 metrar
høgt, og amerikonsku jarð
frøðingarnir siga, at lív
kom í fjallið orsakað av
einum veikum jarðskjálvta í
Cook-fjørðinum sunnan fyri
høvuðsstaðin Anchorage.
Tann nógva øskan, sum er
komin úr fjallinum, hevur
eisini órógvað flogferðsluna
til og úr býnum.
Augustine goysti seinast
í 1986, og tað næstseinasta
gosið har var í 1976.
UTTAN ÚR HEIMI
Verður kjarnorku
verkætlanin hjá Iran
løgd fyri trygdar
ráðið hjá ST, fer
Iran at kvetta alt
samstarv við altjóða
kjarnorkueftirelitið
Kjarnorka
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fyrradagin gjørdu Týskland,
Frakland og Bretland av at
viðmæla trygdarráðnum
hjá ST at umrøða, hvat skal
gerast fyri at noyða Iran
at gevast við sínari kjarn
okruverkætlan. USA boðaði
alt fyri eitt frá, at tað tekur
undir við tilmælinum, og
russiska stjórnin hevur eisini
sagt seg taka undir við tí.
Men tað ávirkar eftir
øllum at døma ikki stjórnina
í Teheran.
– Ger trygdarráðið av
at viðgera okkara kjarn
orkuverkætlan, fara vit
at
kvetta
sambandið
við
kjarnorkueftirlitið
IAEA, segði iranski uttan
ríkisráðharrin, Manouchehr
Mottaaki, við sjónvarps
støðina Khabar í morgun.
Hann ávaraði tey evropeisku
londini ímóti at taka nakað
stig, sum kann forða Iran at
samstarva við IAEA.
Við almennu iransku tíð
indastovuna segði Mottaki, at
stjórnin fer at halda ein lóg,
sum tjóðartingið samtykti í
november, og sum sigur, at
landið skal kvetta sambandið
við kjarnorkueftirlitið, um
trygdarráðið hjá ST leggur seg
út í kjarnorkuverkætlanina.
Fyrrverandi
iranska
stjórnin skrivaði undir
eina semju við IAEA um
eftirlit við landsins kjarn
orkuútbúnaði, men tann
nýggja tingið hevur sýtt
fyri at steðfesta avtaluna.
Tingið og stjórnin halda
uppá, at landið ætlar einans
at brúka kjarnorkuna til
friðarlig endamál, men bæði
Vesturheimurin og Russland
stúra fyri, at Iran ætlar at
útvea sær kjarnorkuvápn.
Meðan flestu evropearar
eru á einum máli um, at tey
kaldligu viðurskiftini ímill
um eystur og vestur hoyra
einari farnari tíð til, ávarar
ein fyrrverandi finskur
verjuovasti grannarnar hjá
Russlandi ímóti at halda, at
so er alt gott.
Gustav Hagglund, gener
alur, sum hevur verið for
maður í verjunevndini hjá
ES, sigur við Aftenposten, at
Noreg og hini grannalondini
hjá Russlandi mugu altíð
vera til reiðar at verja seg,
og sjálvur er hann heitur
talsmaður fyri einari sterkari
finskari verju. Tí eingin veit,
hvat kann henda í Russlandi,
sigur hann.
– Hvussu mong okkara
væntaðu, at Sosjetsamveldið
skuldi fara í upploysn
eftir so stuttari tíð, spyr
generalurin.
Fyrireika seg til rúmdarferð
á Suðurpólinum
Evropeiski rúmdarstovnurin ESA ætlar at senda fólk upp
á gongustjørnuna Mars í 2030, og nú hevur stovnurin sett
sær fyri at kanna, hvussu viðurskiftini har kunnu ávirka
tey, sum skulu við.
Hesar kanningar skulu gerast á fronsku rannsóknarstøðini
Concordia á Antarktis, tí hildið verður, at viðurskiftini
har líkjast nógv viðurskiftunum á Mars. Í hesum døgum
eru tíggju vísindafólk í ferð við at fyrireika seg til
kanningarnar, sum skulu gerast í summar. Tá er vetur
við Suðurpólin, og tað ringa vetrarveðrið har ger, at støðin
hevur at kalla einki samband við umheimin teir seks
mánaðarnar, kanningarnar vara. Ætlanin við kanningunum
er at vita, hvussu tað ávirkar fólk sálarliga at vera avbyrgd
á einari kanningarstøð í eitt hálvt. Harafturat skulu ymsar
lívfrøðiligar kanningar gerast.
Millum vísindafólkini, sum fara til Suðurpólin, er danski
evnafrøðingurin Cathrine Frandsen. Hon hevur fyrr tikið
lut í einari tilsvarandi kanning á einari rannsóknarstøð
í Norðurkanada.
Við barn við pápa sínum
Svenska ákæruvaldið hevur ákært ein mann fyri at hava
neyðtikið sína egnu dóttur fleiri hundrað ferðir.
Tá dótturin var tólv ára gomul, átti hon eitt barn.
Starvsfólkini á føðideildini fingu illgruna um, at alt
ruggaði ikki rætt. Pápin var hjá henni alla tíðina, hann
vaskaði henni, og hann var inni á føðistovuni, tá hon átti.
Hetta hildu starvsfólkini vera løgið, so tey varskógvaðu
myndugleikarnar, sum tó ikki gjørdu nakað við málið.
Longu árið eftir var gentan aftur við barn, men hesaferð
valdi hon at taka fostrið.
Nú er komið fram, at pápi gentuna er pápi at barni
hennara, og at hon eisini var við barn við pápanum ta
seinnu ferðina. Gentan hevur greitt myndugleikunum
frá, at pápin neyðtók seg fleiri hundrað ferðir heima hjá
teimum sjálvum, uttanfyri og í bilinum. Málið hevur
vakt stóran ans, og mong spyrja, hvussu tað bar til, at
myndugleikarnir ikki lurtaðu eftir starvsfólkunum á
føðideildini, tá tey fingu illgruna um, at alt ruggaði ikki
rætt. Men umboðsmaðurin, sum hevur kannað málið,
sigur við Aftonbladet, at tá var einki, sum bendi á, at
pápin misbrúkti gentuna.
Fiskurin skal arbeiðast
Norski fiskimálaráð
harrin, Helga Pedersen,
er til reiðar atr krevja, at
fiskur skal arbeiðast har,
hann verður landaður.
Í dag kunnu feløg, sum
eiga bæði skip og virki
á landi, koyra fiskin í
bingjur og senda hann
óvirkaðan av landinum.
Á hendan hátt halda
feløgini reglurnar um at landa fiskin á staðnum, men
trupulleikin er, at fiskurin gevur einki arbeiði á teimum
lokalu fiskavirkjunum, og tí er Helga Pedersen til reiðar at
noyða feløgini at arbeiða fiskin har, hann verður landaður,
skrivar Nordlys.
Ein kanning hjá fiskimálaráðnum hevur víst, at tað
eru serliga feløg í teimum norðurnorsku býunum so
sum Mehamn og Vardø, sum senda fisk óvirkaðan av
landinum.
Hon verður afturvald
Sunnudagin verður forsetaval í Finnlandi, og alt bendir
á, at verandi forsetin, Tarja Halonen, verður afturvald til
eitt seks ára skeið afturat.
Tær seinastu veljarakanningarnar siga, at Tarja
Halonen fær millum 51 og 55 prosent av atkvøðunum,
og at teir báðir kappingarneytarnir, Sauli Niinistø og
Matti Vanhanen, fáa smá 20 prosent hvør. Skal Halonen
vinna valið sunnudagin, skal hon hava meiri enn 50
prosent av atkvøðunum. Fær hon ikki tað, verður umval
annan sunnudag. Tað er annars ikki vanligt við umvali í
Finnlandi, og tað seinasta var í 1978, tá Uhro Kekkonen
bleiv afturvaldur.
Tann 62 ára gamla sosialdemokratiska Tarja Halonen
er sera væl umtókt í heimlandinum, og tað eru serliga
kvinnurnar, sum velja hana.
Vænta gos í Alaska
Tann nógva øskan frá gosfjallinum hevur darvað flogferðsluni
Iran setir hart ímóti hørðum
Russland framvegis ein hóttan fyri grannarnar