fríggjadagur 13. januar 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 10 - 13. januar 2006
Nr. 10 • Fríggjadagur • 13. januar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Nýggjur
samskipari
Í heyst kundi Kyndil stað
festa, at felagið hevði
styrkt um umsitingina,
tí Svein Rógvi Nielsen
varð settur í starv sum
samskipari. Eftir bara
hálvan annan mánað
í
starvinum,
segði
Svein Rógvi seg tó úr
hesum, men nú kann
grøna havnarfelagið so
aftur staðfesta, at sam
skipari er settur. Hesin
er samstarvsfelagin hjá
Svein Rógva á kvinnu
landsliðnum, Flemming
Raben. Flemming flutti
í 1999 til Føroya við
familjuni, og fyrstu árini
virkaði hann í Kyndli.
Hann hevur eisini vant
Neistan í nøkur ár, men í
vár fór hann tó av landinum
í arbeiðsørindum. Nú
er hann tó komin aftur
her á klettarnar, og fyri
bils hevur hann tikið
við starvinum sum sam
skipari. Í fyrstu atløgu
er starvssetanin galdandi
hetta kappingarárið.
-mørk
Challenge-
Trophy
verður í
Bosnia
Kvinnurnar á hondbólts
landsliðnum ganga iva
leyst í spenningi og bíðað
eftir, hvussu tilmelding
og lutakast verður til
komandi kappingina, sum
helst verður spælt í mai-
mánaði. Fyri tveimum
árum síðani tóku føroysku
kvinnurnar fyri fyrstu
ferð lut í kappingini, og
tað var við framúr góðum
úrslitum.
Í ár verður kappingin
hildin í Bosnia, sum
fyri seks árum síðani
vann Challenge-Trophy
kappingina. Síðani tá
hevur Bosniska hond
bóltssambandið ikki tikið
lut í altjóða kapping, men
nú verður so lagt til brots
aftur hesum viðvíkjandi.
-mørk
StÍF var heilt
nær tí heilt stóru
sensatiónini. Men
hóast tepra tapið,
so standa tær nú við
góðum kortum undan
seinnu hálvfinaluni
móti Neistanum
Coca Cola-
kappingin
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Neistin var stórfavorittur.
Eisini hóast tær til hendan
dystin máttu vera bæði Ásu
á Neystabø og Manuelu Stan
fyriuttan. Við at fáa StÍF í
sín lut, tá hálvfinalurnar í
steypakappingini vórðu settar
saman, mundu tey flestu
halda, at vegurin til finaluna
lá víðopin fyri Neistanum.
At spælarar og venjari
eisini hildu hetta, tóktist
eisini vera ein veruleiki,
tá farið varð undir dystin
móti StÍF. Eitt nú speglaðist
hetta aftur í, at Nicoleta R.
Hansen sat á beinkinum
fyrstu longu løtuna, meðan
Annika Ljósstein bert varð
nýtt í verjupartinum fyri tað
nógva.
Frusteraðu heimaliðið
Kanska høvdu tær bláu
gloymt, at StÍF so sanniliga
eisini ætlaði sær nakað burt
ur úr dystinum. Tær hugsaðu
fyrst og fremst um at fáa
verjupartin at rigga, og í
álopinum royndu tær so at
hava ferðina somikið lága,
at eingi býttislig mistøk
vórðu framd. Og so gjørdi
tað ikki støðuna verri at
Adela Burcea í málinum
hevði ein fínan dag. Nakað
sum tó eisini var galdandi
fyri Fríðu Petersen í Neista-
málinum.
Hetta hóvaði avgjørt ikki
Neistanum, sum hevði sera
ilt við at fáa nakað glið á sítt
spæl. At talvan eftir fyrsta
korterið vísti 2-1, mundi
eisini bera boð um tað sama,
men hóast Neistin seinni
fekk betri glið á, so hekk
StÍF alla tíðina í.
Tað gjørdu tær eisini í
seinna hálvleiki, og sum
minuttirnir gingu, gjørdust
frustratiónirnar hjá heima
liðnum alt sjónligari. Hóast
tær fleiri ferðir hóttu við at
renna undan, so megnaði
StÍF hvørja ferð at svara
aftur. Eisini tá Neistin við
seks móti fimm hevði gyltan
møguleika at punktera dyst
in dystin í seinastu min
uttunum. Við 19-17 á talvuni
hevði Neistin vunnið sær
brotskast. Poula D. Olsen
hevði júst fingið tveir min
uttir fyri brotið, sum førdi
til brotskastið, og so kundi
Annika Ljósstein taka spenn
ingin úr dystinum. Hetta
eydnaðist tó ikki. Adela
bjargaði, og lítla løtu seinni
hevði Paula B. Høgnesen
ístaðin minkað um munin.
Hetta tóktist fullkomuliga
at trýsta Neistan niður.
Gaman í fingu báðir partar
eitt mál afturat í part, men
gestirnir mundu iðra seg
um, at dysturin ikki vardi
nakrar minuttir afturat.
Soleiðis sum huglagið og
kropsmálið hjá Neistanum
var hesa seinastu løtuna, so
lítktust tær meira einum liði,
sum veruliga hevði fingið
bank, heldur enn einum liði,
sum hóast alt hevur eitt mál
at dúva upp á undan seinnu
hálvfinaluni.
Lokal framgongd
Og júst sigurin ger, at tað
ikki nýtist at vera nøkur
vanlukka fyri Neistan, at tær
ikki megnaðu at seta skápið
upp á pláss fyrra dystin. Tí
enn mugu tær roknast sum
favorittar til finalusessin.
Men tað gevur teimum
helst høvuðbrýggj, at StÍF
skuldi sleppa somikið væl
frá uppgerðini mikukvøldið.
Tað skapar ein spenning, sum
tær hjá Neistanum helst vildu
verið fyriuttan, og tí er ikki ilt
at ímynda sær, at spælið kann
gerast sera fjáltursstungið í
seinna dystinum.
Og tað er so eisini væl
hugsandi, at StÍF kann taka
av, um møguleikin aftur
stendur teimum í boði í
seinnu hálvfinaluni. Fyri
føroyskan hondbólt er eisini
hugaligt at síggja, hvussu
stór framgongdin hjá liðnum
hevur verið seinasta góða
árið. Gaman í eru tær enn
ikki á einum støði, har
tær av álvara kunnu bjóða
toppinum av. Men sop skal
eisini havast í huga, at tær í
løtuni bert nýta eitt pláss av
útlendingakvotuni. Við fyrst
og fremst at satsa upp á egnar
kreftir, tykist felagið vera væl
ávegis at byggja eina sterka
lokala stammu á liðnum. Eina
stammu, sum við eitt lítið
sindur av kryddi væl kann
hugsast at gera heilt nógv um
seg komandi árini.
Neistin-StÍF 20-19 (7-7):
Neistin hálvkiksaði
Hóast sigurin, so vóru Neista-kvinnurnar alt annað enn nøgdar eftir dystin mikukvøldið. Og tað
vóru tær hjá StÍF kanska heldur ikki. Tí seinastu løtuna kundi sigurin eins væl farið til teirra
Mynd: Álvur Haraldsen
Neistin-StÍF 20-19 (7-7)
Málskjúttar
Neistin: Unn Kragesteen 5, Annika Thomsen 3,
Rakul Augustinussen 3, Nicoleta R. Hansen 3, Annika
Ljósstein 2, Anna Clementsen 2, Kára á Dunga 1, Mia
Káradóttir 1
StÍF: Guðrun Ólavsdóttir 5, Paula B. Høgnesen 5(1),
Rebekka Justinussen 4(1), Poula D. Olsen 4, Ninna K.
Johansen 1
Brotskøst: Neistin 2, StÍF 4
Útvísingar: Neistin 3, StÍF 3
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen.
Høvdu ongantíð trupulleikar, tó at teir onkra ferðina
eisini tóktust hava hug at sovna nakað í lágu
leikferðini.
FAKTA UM DYSTIN
Dystir um vikuskiftið
Hondbóltur • Coca Cola-kappingin • kvinnur
dagur
kl.
dystur
dómarar
14.01
15.00
VB-Stjørnan
Hallur & Petur
Sunset-kappingin • FM-bólkurin
15.01
14.30
Kyndil-Neistin
Dánjal & Heri
15.01
15.00
Stjørnan-VB
Kristian & Sámal
Flogbóltur • Meistaradeild kvinnur
14.01
17.30
KÍF-TB
Mjølnir
15.01
15.00
Dráttur-Mjølnir
SÍ
Meistaradeild menn
14.01
15.00
Fleyr-Mjølnir
Nøvan
14.01
16.00
SÍ-ÍF
Nøvan
Niðari bólkurin
15.01
14.30
VÍF-StÍF
Eyðun & Andreas
15.01
15.30
Søljan-Tjaldur
Kári & Dánjal
Atlantic Airways-kappingin
15.01
16.00
Kyndil-Neistin
Dánjal & Heri
15.01
16.00
StÍF-KÍF
Rúni & Ragnar
15.01
16.00
VÍF-H71
Eyðun & Andreas