Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-13, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. januar 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 13. januar 2006 21 Mjølnir kann skapa spenn­ingin Stóri flogbóltsdysturin hetta vikuskiftið verður uttan iva tann í Havn, har Mjølnir kemur á vitjan hjá Fleyr. Fleyr hevur fyri tað nógva verið mest sum einaráðandi í vetur, men Mjølnir er eitt av liðunum, sum á einum góðum degi veruliga kunnu hótta Fleyr. Og megna teir at taka stigini við sær úr Havn, so verður spenningur av álvara blástur aftur í FM-stríðið. Spenningur, sum eisini SÍ hevur verið við til at skapt, tá teir í seinasta umfarinum av grundspælinum bastu havnarmonnunum. Í hinum mansdystinum hetta vikuskiftið tekur SÍ ímóti ÍF, og á pappírinum er tað ikki ein dystur, sum skuldi givið sør­ vingunum nakrar serligar trupulleikar. Hjá kvinnunum skal odda­liðið, Dráttur, á heimavølli taka móti Mjølni, sum ikki hevur verið so væl fyri í ár. Liðið hjá Mjølnir telur tó fleiri heilt sterkar spælarar, og fáa hesar blandingina við yngru kreftunum at rigga, so kunnu tær væl og virðiliga koma at arga ovaru liðini nakað. Hin dysturin verður í Hoyvíkarhøllini, tá KÍF longu leygardagin tekur ímóti TB. Tvørakvinnur hava í ár tapt at kalla allar lykladystirnar í lands­ kappingini, men skulu tær sveiggja seg nakað upp í endaspælinum, so skal tað vera júst nú, at hetta skal henda. Hinvegin kann KÍF við einum sigri eisini seta seg í góða støðu, nú endaspælið er farið ígongd. -mørk Stjørnan og VB hittast tvær ferðir hetta viku­ skiftið. Eina ferð í Coca Cola-kappingini og eina ferð í Sunset- kappingini Hondbóltur Jákup Mørk Talan verður um sett dupult- brak millum VB og Stjørnuna hetta vikuskiftið. Liðini bæði vórðu drigin móti hvørjum øðrum í hálv­ finalunum í Coca Cola-kapp­ ing­ini, og fyrri av hesum dyst­­um skuldi ætlandi spæl­ ast mikukvøldið. Men væl vitandi um, at tað kann vera trupult at ferðast úr enda í annan av landinum í miðviku, fingu feløgini loyvi at flyta hendan dystin til leygardagin. Fyrra hálv­finalan skal spæl­ ast í Vági, og tí verður tað her, at lið­ini hittast leyg­ar­ dagin. Hetta í einum dysti, har Stjørnan kanska er evarska lítil favorittar, tó at tær eru fullgreiðar um, at VB so sanniliga eisini hev­ur ætl­anir um eitt pláss í steypa­ finaluni. Lættari finaluleið Leygarkvøldið fara liðini bæði umborð á Smyril, og sunnudagin er tað so KÍ-høllin, sum er karmur um nýggjan dyst millum liðini. Hesa ferð er tað oddasessurin í Sunset- kappingini, sum stendur upp á spæl, og tann dysturin er tí minst líka týdningarmikil fyri liðini bæði. Ikki so nógv tí FM-heitið stendur og fellur við hesum. Men vinnarin av teirri uppgerðini stendur við einum munandi betri møgu­ leika at spæla seg í FM-fin­ al­una. Hetta tí ovasta liðið í enda­spælinum spælir móti tí niðasta, tá hálvfinalurnar verða settar saman. Hin dysturin í FM-enda­spæl­ inum í Sunset-kappingini er í Havn, har grannarnir báðir, Kyndil og Neistin takast. Á papp­írinum er lítið at ivast í, at Neistin er stórfavorittur at vinna dystin. Hinvegin, so fekk Kyndil mikukvøldið sjón fyri søgn um, at Neistin heilt avgjørt er til at tosa við. Og tí er einki at ivast í, at tær fegnar vilja sleppa at arga tær bláu eitt sindur. StÍF í Vestmanna Í niðara bólkinum verða somu­ leiðis tveir dystir á skránni. Mest spennandi av hesum er kanska tann í Vestmanna, har StÍF kemur á vitjan. VÍF varð undan jólum roknað sum klárt sterkasta liðið í niðara endaspælinum, men avrikini hjá StÍF seinastu dystirnar av grundspælinum bendu tó á annan bógv. Og hálvfinalan móti Neistanum mikukvøldið vísti eisini, at framgongd á liðnum er stór. Hin dysturin verður mill­ um Søljuna og Tjaldur. Tjald­ur eigur enn fyrsta stigið á árinum til góðar, men móti VÍF seinast vístu tær av álvara tenn, og so er spurningurin, hvørt tær veruliga fara at bíta frá sær sunnudagin. Dupult brak millum oddaliðini Megna hoyvíkingar at taka alt í Vestmanna, so fer av álvara at síggja ljóst út við ætlanunum um eina FM-finalu. Men VÍF hevur illa ráð at missa nakað Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað líkist einum veruligum braki, tá H71 sunnudagin fer til Vestmanna. Verjandi meistararnir hava kanska ikki svingað heilt so væl í ár, men enn eru teir væl og virðiliga við í stríðnum um annað av finaluplássunum, og tí møguleikanum hava teir lítlan hug at sleppa. Mótstøðuliðið sunnudagin eru tó ikki hvørjir sum helst. Sum aktuelt oddalið á stigatalvuni mugu hoy­vík­ ingar væl metast at hava sterk­asta liðið í landinum. Og at teir í mun til sigurin á Kyndli nú aftur hava Jakob Jónsson og Trónd Vatnhamar við í hópinum, man ikki gera støðuna verri. Slíkan spenning, sum hoy­­víkingar nú uppliva í FM-stríðnum, hava teir neyvan vita um síðani 1999, og tí er einki at ivast í, at nógvir hoyvíkingar taka hóast alt stutta biltúrin til Vestmanna sunnudagin. Ein sunnudagur, sum kanska kann staðfesta, at H71 er meira enn bara ein døgnfluga á hondbóltstindinum. Í hinum báðum dystunum sunnudagin skulu ávíkavist Kyndil og StÍF hvør í sínum lagi halda lív í sínum ætlanum um ein finalusess. Kyndil eig­ur hesaferð heimavøll móti bláu grannunum, sum á pappírinum hava eitt væl veikari lið enn Kyndil. Tað sama má eisini sigast at vera galdandi á Skála, har StÍF eru stórfavorittar móti vitjandi kollfirðingunum. Ikki minst, um hugsað verð­­­ur um avrikið hjá skerda StÍF-liðnum, sum mikukvøldið vann greiðan sigur á Kyndli. Oddaliðið í Vestmanna Í grundspælinum vunnu VÍF og H71 hvør sín sínamillum dyst, og tí er spenningurin stórur undan fyrra dystinum í endaspælinum SÍ og Mjølnir fara leygardagin at dystast um seinasta plássið í steypafinaluni flogbóltur tíðindaskriv Í meistaradeildini hjá monn­ um hevur Fleyr vunnið bæði Fleyrkappingina og Mjølnirkappingina. Tað hevur við sær, at tapandi liðini, SÍ og Mjølnir skulu dystast um seinna finaluplássið. Tann dysturin verður leygardag kl. 15.00 í Gundadalshøllini. Bæði Mjølnir og SÍ hava mangan roynt seg í steypafinaluni, og tað er einki at ivast í, at bæði liðini fara at gera alt fyri at røkka finaluplássinum. Í landskappingini hava hesi bæði liðini givið Fleyr størstu kappingina, men tað er bara SÍ, sum hevur megnað at vunnið á Fleyr. Tað gjørdu teir í síðsta lands­kappingardystinum fyri jólasteðgin. SÍ og Mjølnir hava leikt tveir dystir ímóti hvørjum øðrum í landskappingini. SÍ vann tann fyrra í Klaks­ vík 3-1 og Mjølnir tann seinna í Sørvági 3-1. So­statt standa liðini púra jøvn undan dystinum leyg­ ardagin. Fleyr hevur bara eina ferð verið í steypafinaluni. Tann finalan var ímóti Mjølni, og hóast Fleyr tað árið vann allar sínar landskappingardystir og gjørdist føroyameistari, so vann Mjølnir steypa­ finaluna. Líka mikið um Mjølnir ella SÍ vinnur dystin leyg­ar­ dagin, so kunnu vit vænta okkum finalubrak í høllini á Hálsi leygardagin 18. februar. Seinni final­isturin skal finnast