Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-13, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. januar 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 10 - 13. januar 2006 Týskvøldið kl. 19.30 verð­ur almennur fundur í Miðla­ húsinum um evnið Autisma. Evn ið er: Hava fólk við autismu tað líka so gott sum tú og eg í 2015 – og hvat gera vit meðan vit bíða? Tey, ið luttaka á fundinum verða: Lennart Pedersen, sálar­ frøðingur og fakligur ráðgevi frá Center for Autisme í Danmark Morten Carlsson, for­eldur og formaður í Lands­foreningen Autisme í Dan­mark Hans Pauli Strøm, lands­ stýrismaður í Almanna- og Heilsumálarráðnum Umboð frá Menta­mála­ráð­ num og Sernámsdeplinum. Orðstýrari er Jón Brian Hvidt­ feld. Stutt um autismu Eitt sindur einfalt sagt hava fólk við autismu framúr góð evni at sansa, men sera vánalig evni at fata. Tey megna ikki at “knýta kognitión til perceptión”. Tað merkir, at tey sansa alt, ið hendir uttan um seg, hvørja broyting í umhvørvinum, hvønn smálut, hvørt ljóð. Samstundis eru tey ikki før fyri at skipa tað, tey sansa, í meiningsfullar heildir, ið tey kunnu fata. Vit onnur kunnu síggja, at t.d. eitt borð er flutt, ella vit hoyra eitt ljóð, men vit skilja, hvat er hent, ella hvaðani tað man koma. Vit skilja eisini, um ljóð eru okkum óviðkomandi, eitt nú um ein bilur fer framvið, og vit geva okkum ikki far um tað. Vit duga at skilja óviðkomandi sansingar frá, tí vit fata tað, vit sansa. Fólk við autismu fata ikki tað, tey sansa, og tey megna tí ikki at skilja óviðkomandi ljóð ella sansingar frá. Alt verður sansað við somu styrki. Alt, ið tey sansa, verð­ur standandi sum sjálv­ støðugar upplivingar, ið tey ikki megna at savna í heildir, ið tey kunnu fata. Tað er ikki torført at ímynda sær, at tilveran tá kennist ørkymlandi og kaotisk, og at tey verja seg við at byrgja seg av frá umhvørvinum. Børn við autismu hava tí brúk fyri, at gerandisdagurin er forútsigiligur, støðugur og í friðarligum umhvørvi. Tað er ein fortreyt fyri, at børn við autismu kunnu læra. Sama hvørji onnur brek eru umframt autismu, er neyðugt at arbeiða út frá autismuni sum høvuðsbreki, um barnið skal læra nakað sum helst. Omanfyri nevndu trý hug­ tøk skulu lýsast nærri: Forútsigiligt: Av tí at børn við autismu ikki fata tað, tey sansa, eru tey tryggast, tá bert tað sama og kenda hendir teimum. Eitt nú jóla­­stákan ella tunnusláing í skúlanum kennist ikki hugna­­lig, men tvørturímóti ør­kymlandi, tí tað er óvanligt og óforútsigiligt. Støðugt: Allar broyting­ ar, eitt nú í tilhaldsstaði, starvsfólkum ella manna­gond­ um, eru ørkymlandi, tí børn við autismu sansa uttan at fata. Tað er tí sera umráðandi, at ger­andis­dag­urin er so støðugur sum gjørligt, og at tær broytingar, ið kortini eru neyðugar, eru forútsigiligar. Um td svimj­ing er á skránni ein dag, er umráðandi, at tað ongantíð verður avlýst, uttan at børn­ini t.d. verða kunnað um hetta dagin fyri ella um morg­unin, tá tey koma í skúla. Hevur ein lærari/starvsfólk forfall, er best at hava fastan avloysara, ið kennir børnini, so man við mynd kann vísa teimum, at í morgin fer tann ella tann at koma. Friðarligt: Av tí at børn við autismu ikki duga at skilja óviðkomandi sansingar frá, er umráðandi at velja sær eitt friðarligt umhvørvi – og sjálvur at skapa neyðuga friðin, eitt nú við ikki at hava útvarpið standandi frá ella tílíkt. Børn við autismu trívast best í einum skipaðum og forútsigiligum gerandisdegi, har ein veit, hvat fer at henda gjøgnum dagin. Okkara upp­gáva er tí at skapa eitt umhvørvi, ið verjir tey mest møguligt móti óviðkomandi sansing og gevur teimum høvi at mennast og læra út frá teirra fortreytum – ikki okkara. Aspergers syndrom er ein grein av autismu. Tiltøk í Miðla­ húsinum í januar Almennur fundur um autismu Ein røð av tiltøk­ um verður í Miðla­ húsinum í Vágsbotni í januar mánað Sunnur kostur Fríggjakvøldið 13. januar kl. 19.30 verður opið hús. Tað eru umboð fyri Herballife, sum hva tikið stig til ein almennan fund fríggjakvøld og skeið leygardag og sunnu­ dag. Gudrun Sigfusson kost­ ráðgevi úr Danmark heldur fyrilestur um sunnan kost og vekttap. Autisma Týskvøldið 17. januar kl. 19.30 almennur pall­borðs­ fund­ur verð­ur í Miðla­húsi­ num við heit­inum: Hava fólk við autismu tað líka so gott sum tú og eg í 2015 – og hvat gera vit meðan vit bíða? Ársins maður og kvinna Fríggjadagin 20. januar kl. 16.00 verða ársins maður og kvinna kosin í Miðlahúsinum. Hetta er fyrstu ferð, at Sosialurin skipar fyri hesum tiltaki, har fólk kring landið hava havt høvi til at senda inn uppskot til besta boð uppá ársins mann og ársins kvinnu í 2005. Ein dómsnevnd velur út millum mongu uppskotini, sum eru innkomin. Trapputing um stjórnarskipan Mánadagin 23. januar verð­ ur lagt fyri við fyrsta trappu­ ting­inum í ár. Hetta er eitt debat­forum, har aktuell samfelagslig evni verða tikin upp til viðgerðar við luttøku av fakfólki og politik­arum. Orðið er so eisini frítt. Evnið verður stjórn­ar­ skipanin – útlit fyri tjóð­ skaparligari semju. Løgmaður segði í nýggj­ árs­røðuni, at uppskot um føroyska stjórnarskipan skal gerast liðugt í ár. Síðan skal uppskotið eftir ætlan fyri løgtingið og - sum nak­að nýtt í Føroyum - til fólkaatkvøðu. Vit seta tí spurningin: er tað neyðugt og gott fyri føroyska samfelagið at samtykkja stjórn­arskipanina í staðin fyri stýrisskipanarlógina? – Og fæst í hesum døgum semja mill­um politisku flokkarnar um tjóð­skaparligu orðingarnar? Við á fundinum verða politisk umboð og ser­ frøð­ingar úr stjórn­ar­­­skip­ anarnevndini (grund­lógar­ nevndini). Móttøka Óli P 70 Týsdagin 24. januar verður móttøka í Miðlahúsinum. Óli P, sum hevur teknað á baksíðuni í Sosialinum síðani 1989, verður 70 ár henda dagi og er opið hús frá klokkan 15 til 17. Øll eru vælkomin. Manskórið konsert Hósdagin 26. januar kl. 19.30 hevur Tórshavnar Mans­kór konsert í Miðla­ húsinum. Nærri lýst seinni.