fríggjadagur 13. januar 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 10 • fríggjadagur • 13. januar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Bygdarlív
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Tað eru kanska tey fægstu sum
hugsa um hesa bygdina. Tey fara
við ýlandi ferð úr Havn ella til
Havnar. Øll koyra tey framvið
lítlu bygdini Hvítanes.
Men niðri í bygdini standa
fleiri hús, og her hava um 100
fólk sítt heim og sín gerandisdag.
Av hesum hava tey 70 valrætt.
Hesi fólkini sansa neyvan
teimum túsundtals bilunum, sum
hvønn einasta dag koyra oman
fyri bygdini. Tað er so skjótt at ein
venur seg við súsið frá bilunum.
So skjótt ein kemur oman í
bygdina kemur friðurin einum
ímøti. Her hevur eingin skund
og her gongur lívið sína dagligu
gongd.
Hóast bygdin liggur nærhendis
einum stórbýi og hóast bygdin
er partur av landsins størstu
kommunu, so andar alt av friði
her í bygdini.
Gott stað
Ein av íbúgvunum á Hvítanesi
er Sunnleif Kjærbæk, sum
dagliga starvast sum portørur á
Landssjúkrahúsinum.
Mamma hansara er ættað
higani úr bygdini, og eftir at
hann hevði keypt ognina, bygdi
hann sær egin sethús á hesum
staðnum, nærhendis skúlanum í
bygdini. Skúlin verður ikki brúkt
ur sum skúli longur, men sum
serstovnur.
Tá serlig tiltøk eru í bygdini,
er skúlin tó eitt nátúrligt savn
ingarstað hjá fólki.
Jøvn broyting
Tey seinnu árini er Tórshavnar
kommuna vaksin nógv, og er
hesin vøksturin eisini at hóma á
Hvítanesi.
Her eru nógv nýggj sethús
bygd í tí einu útstykkingini.
Spurningurin er so, hvørt henda
útstykkingin hevur broytt bygdar
lívið.
Ein sannroynd, sum staðfestast
kann er, at bygdin veksur í
talinum av íbúgvum, men ikki ov
skjótt.
– Tað er líkasum at ein her
hevur viljað tikið hensyn til
bygdarlívið, soleiðis at alt ikki
verður broytt eftir einum degi,
sigur Sunnleif og fegnast um tað.
At fólk hava viljað – og fram
vegis vilja! – seta búgv á hesum
staði er skilligt, tá ein fer oman
í hesa, av Skaparans hond, so
vøkru bygdina.
Tað eru ikki bert føroyingar
sum vita hetta. Serliga um
summarið kemur vakurleikin til
sín rætt, og tá síggjast eisini ofta
fremmand ferðafólk í bygdini.
Vakurt útsýnið er eystureftir
móti Nólsoynni úr bygdini ella
um ein fer oman á lendingina.
Og fer ein longur norður – í
Akkersvík – so er eisini vakurt
útsýni har norðureftir.
Fleiri av listamálarum okkara
hava eisini fingið eyguni upp fyri
hesum, og í mongum heimum
hanga eisini myndir av Hvítanesi.
Hinvegin so vita hvítanesfólk
eisini at siga frá ringum
uppgangi, tá hann hevur verið
landssynningur í ættini.
27 ár á sama staði
Sunnleif hevur starvast sum
portørur í samfull 27 ár.
Í frítíðini dámar honum væl at
takast við seyð.
Fyrr kundi hann ofta vera
á seiðabergi, men tað er ikki
so ofta longur, at hann fer við
tráðuni á seiðaberg.
– Eg kann minnast frá fyrr av,
at ein kundi fáa nógva berggyltu,
men nú er lítið at fáa av slíkum,
staðfestir Sunnleif.
Hann hevur eisini í sínari tíð
havt bát, men í einum herviligum
ódnarveðri við miklum uppgangi
fór hesin báturin, saman við fleiri
øðrum.
– Tá var rættiligt ódnarveður.
Tað breyt langt niðan í bygdina,
sigur Sunnleif
– Her er gott at vera
Sunnleif Kjærbæk hevur búð á Hvítanesi síðani 1980, og tað er hann glaður um.
– Her er bæði gott og friðarligt at búgva, sigur hann.
Sunnleif Kjærbæk hevur búð á Hvítanesi í mong ár. Um hundrað fólk búgva í bygdini
Mynd: Jens Kr. Vang