fríggjadagur 13. januar 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 10 – 13. januar 2006
Samrøða
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Mynd: Jens K. Vang
Hóast hon fekk tað at vita stutt
fyri jól, er tað framvegis ikki
rættiliga gingið upp fyri vevlista
kvinnuni Titu Vinther, at tað
verður hon, sum í ár fær størstu
listarligu viðurkenningina, sum
verður latin í Føroyum, nevniliga
Mentanarheiðursløn Landsins.
– Eg havi fyrr nevnt, at tað eru
so nógv onnur enn eg, ið hava
uppiborið hetta. Men ongin ivi
skal vera um, at eg eri ómetaliga
glað og takksom fyri heiðurin,
sigur Tita.
Í grundgevingini fyri at lata
Titu Mentanarvirðislønina verður
millum annað sagt, at hóast Tita
ikki er uppvaksin í Føroyum, má
hon metast at vera ein undan
gongukvinna í at nýta tilfar úr
føroysku náttúruni til sína vevlist.
Júst hetta hevur ivaleyst undrað
fleiri, so vit hava biðið Titu greitt
eitt sindur frá síni bakgrund.
»Puslispælið«
– Eg eri fødd í Finnlandi í 1941,
men longu sum hálvtannað ára
gomul bleiv eg send til Danmark
ar til fosturs. Kríggið hevði gjørt
tað illa liviligt í landinum, og tí
var tað ikki óvanligt, at foreldur
sendu síni børn aðrastaðni við
tí fyri eyga, at tey skuldu koma
heim aftur, tá tíðirnar gjørdust
betri. Hetta varð gjørt heilt
einfalt í eini roynd at tryggja,
at komandi ættarliðið yvirlivdi
kríggið, greiðir Tita frá.
Tá Tita um skúlaaldur varð
send aftur til Finland, fekst
hon ikki at trívast í »nýggja«
heimlandinum. Sjálv grunar Tita,
at tað komst av, at hon var so ung,
tá hon varð send avstað.
– Aldursmarkið, at senda børn
av landinum, var trý ár, so tey
máttu hava undantaksloyvi til
at senda meg avstað. Men av
tí at eg var so lítil, mintist eg
onki til Finland, tá eg kom aftur
og tosaði sjálvandi eisini bara
danskt, fortelur Tita, sum bara
vildi sleppa aftur til Danmarkar.
Øll ungdómsárini var hon tí í
Danmark hvørja summarferiu
á tamb, og sjálvt um hon seinni
gjørdi fleiri royndir at fella til í
Finlandi, vildi tað ongantíð bera
til.
17 ára gomul var Tita á háskúla
í Danmark. Har hitti hon unga
gøtumannin Suna Vinther, og so
varð framtíðin hjá Titu spakuliga
stungin út í kortið. Eitt stutt
skifti flutti Suni til Finland, so
unga parið kundi vera meir
saman, áðrenn tey í 1960 fluttu
til Føroyar, har tey giftust árið
eftir.
– Ja, soleiðis sær mítt puslispæl
í stuttum út, smílist Tita, sum
hevur búð í Føroyum síðani.
Úr Finlandi til Føroyar
Hóast frástøðuna til finska
heimlandið í barnaárunum er
tað haðani, áhugin hjá Titu
fyri veving stavar. Hon minnist
vevingina sum ein part av
gerandisdegnum, har alt frá
viskustykkjum til klæðir varð
vovið í nógvum heimum.
– Tey vóvu fyrst og fremst, tí
tað var neyðugt fyri eitt nú at fáa
klæði upp á kroppin ella til at selja.
Ivaleyst legði mann seg eisini
eftir at skapa nakað vakurt, men
nakað beinleiðis listarligt løgdu tey
neyvan í hetta arbeiðið, sigur Tita,
men leggur afturat, at onkuntíð
gekk tað neyðuga og tað listarliga
kortini upp í eina hægri eind. Til
dømis var upprunaliga endamálið
við veggjateppum at verja móti
kulda í rúmum við grótveggum,
har teppini ofta hingu soleiðis, at
tú kundi lena teg afturat teimum.
Sum frá leið varð størri og størri
dentur lagdur á, at hesi veggjateppi
eisini skuldu verða vøkur at líta á,
og serliga Finland gjørdist kent fyri
síni óvanliga vøkru rya-teppi.
Við íblástri úr finsku vevsið
venjuni visti Tita rættiliga tíðliga,
at hon vildi verða vevkona og
fór sum heilt ung á sítt fyrsta vev
skeið í Finlandi, har hon lærdi
handverkið frá grundini. Komin til
Føroyar gjørdist hon skjótt partur
av blómandi vevumhvørvinum
í Havn, har hon kom í samband
við nakrar av okkara kendastu vev
konum, millum aðrar Marionnu
Matras, Marjun Sigurðsdóttir og
Olevinu Joensen.
– Tær vóru ótrúliga dugnaligar
og ikki minst inspirerandi at vera
saman við. Eg hevði til dømis
ongantíð sæð ein rammuvev
áður, tá Olevina byrjaði at halda
skeið í rammuveving, sigur Tita,
sum minnist mangar læruríkar
og hugnaligar løtur saman við
hesum kvinnum.
Frá handverki til list
At føroysku vevkonurnar eisini
fingu íblástur frá Titu, man lítil
ivi vera um. Í einum ummæli av
eini framsýning hjá Titu í 1982
er Marjun Sigurðsdóttir ikki í iva
um, at vevingin hjá Titu er nakað
heilt serligt, og at talan er um
list heldur enn vanligt gagnverk.
Millum annað heldur Marjun
seg síggja ávirkan frá pólsku
vevararnum í vevingini hjá Titu.
Pólsku vevararnir gjørdust í 1960
unum slóðbrótandi innan vevlist
í mátanum, teir vóru teir fyrstu at
lata eginleikarnar hjá tilfarinum
geva myndini sítt eyðkenni sum
vovin mynd. Eisini lótu teir
ljósið og rúmið gerast partur av
myndini á ein hátt, so hon mest
sum varð eitt skulpturelt verk í
sær sjálvum.
Sjálv heldur Tita seg ikki hava
havt eina meir listarliga tilgongd
til vevhandverkið enn onnur.
Tað er nakað, sum er komið við
drúgvu royndunum og neyva
innlitinum í sjálvt handverkið,
heldur hon.
– Tað vilja ivaleyst altíð verða
ymsar meiningar um, hvør
munurin er á listhandverki og
list. Sjálv eri eg sannførd um,
at treytin fyri at skapa vevlist
er, at tú dugir handverkið væl
og virðiliga og hevur drúgvar
Heiðraða vevkonan:
Takksom fyri
møguleikan
at veva
Sjálv kallar hon seg vevkona. Men at
talan er um list á høgum støði, man
stóra mentanarvirðislønin Tita Vinther
nú fær, vera besta prógvið um.
Tita fegnast um heiðurin, men er fyrst
av øllum ómetaliga takksom fyri, at hon
hevur havt møguleikan at sita stóran part
av sínum lívi framman fyri vevinum
– Eginleikin at fáa hugskot má haldast við líka. Um ikki, dovnar hann
burtur, eins og vøddar, sum ikki verða brúktir. Tí ræður tað allatíðina
um at vera forvitin og opin fyri, at tað altíð finnast øðrvísi mátar at fara
fram, enn teir vanligu, sigur vevlistakvinnan, Tita Vinther, sum í ár fær
Mentanarvirðisløn Landsins