fríggjadagur 13. januar 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 10 – 13. januar 2006
25
royndir í at brúka tað. Tástani
veist tú, hvussu langt tú
kanst fara við tilfarinum og
teknikkinum og kanst harfrá
meta um, hvat hendir, um tú
nú fert eitt lítið vet longur. Eg
havi fingið handan spurningin
onkuntíð fyrr, har eg havi svarað,
at fyri at verða listafólk, mást
tú vera ein góður handverkari.
Men fyri at vera ein góður
handverkari, mást tú hava ávis
listarlig evni. Tað er nokk á leið
soleiðis, tað hongur saman, sigur
Tita og minnir á, at list kann vera
so mangt og kann spretta úr so
mongum. Hon vísir á, at nettupp
pólsku vevararnir eru eitt gott
dømi um, hvussu tú kanst gera
ikki bara neyðsýn til dygd, men
enntá til listarliga dygd.
– Teir hava neyvan havt ráð
til tað dýra tilfarið, og tí vóru
teir noyddir at brúka sovorðið
sum hamp, jute og sissal, sum
var bíligt og lætt at fáa hendur á.
Men í staðin fyri at fjala tað, sum
mann annars hevði gjørt fyrr í
vanligu flatvevingini, lærdu teir
seg at framheva eginleikarnar í
tilfarinum á hátt, sum gav eitt
heilt nýtt listarligt útrykk. Eg
trúgvi, at nýskapan ofta er eitt
úrslit av, at tú ikki fært fatur á
tilfarinum, mann plagar at brúka,
og so ert noydd til at finna upp á
okkurt annað. Líka sum tá tú ikki
eigur tað »rætta« kryddið inni
og mást koyra okkurt annað í og
soleiðis fært ein heilt nýggjan
døgurðarætt burtur úr tí...
Íblástur
Spurd um, hvussu hon sjálv fær
íblásturin til síni vovnu verk,
sigur Tita, at hugskotini kunnu
koma allastaðni frá og ofta, tá
tankarnir snúgva seg um okkurt
heilt annað.
– Eg eri ikki ein, sum til dømis
fari í hagan at ganga og leita
mær eftir íblástri. Ikki tí, eg
kann saktans fáa íblástur úr
nátúruni, men eg geri tað ikki
tilvitað. Eitt hugskot kann gott
koma frá til dømis einum orði
ella onkrum, eg síggi, sum eg
so spinni víðari út frá, sigur
Tita og greiðir sum dømi frá,
hvussu hon fekk hugskotið til
kenda vevlistaverkið »Santa
Pæturs nót«. Hon var á eini
framsýning í Ísrael, har hon sá
eitt verk, sum ímyndaði bátin
og fiskireiðskapin hjá Pæturi í
Bíbliuni. Við bátin lógu nøkur
petti av eini fiskinót, og Tita kom
at hugsa um orðini hjá Jesus, tá
hann segði við Pætur, at frá nú av
skuldi hann fiska menniskju.
– Hendan hugmyndin um,
at Pætur nú fór út at fiska
menniskju við síni nót, gjørdi
tað næstan upplagt at royna at
knýta eina nót við tráði, vovnum
úr menniskjahári, sigur Tita, sum
ongantíð hevur aftrað seg við at
nýta annað tilfar enn tað vanliga
í síni veving.
– Onkur hevur verið eitt
sindur illa við av, at eg brúki
menniskjahár í summum av
mínum verkum. Ivaleyst tí
tey seta tað í samband við
nazistarnar, sum jú vóvu lutir úr
menniskjahári undir sera ræðandi
umstøðum. Men eg kann vissa
um, at hvørt einasta hár, eg
havi brúkt, er komið av livandi
fólkum, smílist Tita og minnir
á, at menniskjahár hevur verðið
brúkt at veva við gjøgnum allar
tíðir.
Hetta við at fáa hugskot er
annars ein eginleiki, sum má
haldast við líka, er Tita sannførd
um. Um tú ikki brúkar hann,
dovnar hann burtur, eins og
vøddar, sum ikki verða brúktir. Tí
ræður tað allatíðina um at halda
eygu og oyru opin, vera forvitin
og opin fyri, at tað altíð finnast
øðrvísi mátar at fara fram, enn
teir vanligu.
Takksom
Í út við 20 ár undirvísti Tita á
vevskúlanum í Havn, og hon
heldur tað vera hugaligt at
síggja, hvussu stórur áhugin
er fyri hesum aldargamla
handverki. Tað sigur ikki so lítið,
at vevholdini hava havt bíðilista
á hvørjum ári, líka síðani tey
byrjaðu í 1937. Tí má tað undra,
at júst vevskúlin ongantíð
veruliga hevur fingið røttu
hølisumstøðurnar at virka í, men
fleiri ferðir hevur verið mest sum
húsvillur, sigur Tita.
Hóast Tita ikki longur undir
vísir á vevskúlanum, er hon
framvegis sera virkin við
vevirnar. Í arbeiðsrúminum
heima hjá Titu standa vevirnir
á rað, og í teimum flestu er
hon í holt við okkurt. Í løtuni
arbeiðir hon fram ímóti eini
framsýning á Ráðhúsinum í
Keypmannahavn, og seinni í ár
verður hon við á afturvendandi
framsýningini »Dyr« umframt
á Summarframsýningini í
Norðurlandahúsinum.
Eftir eitt langt lív sum vev
kona, heldur Tita tað vera
trupult at taka nakað verk
fram um onnur, sum hevur
eitt serligt pláss í hennara
minni. Men skal hon nevna
okkurt, má tað verða teir báðir
filmarnir, »Barbara« og »Her
skal danses«, har Tita arbeiddi
saman við kostumierunum við
at gera leikbúnarnar. Av øðrum
uppgávum, Tita er serliga fegin
um at hava gjørt, kunnu nevnast
Bispakápan umframt eitt stórsegl
til Roskilde Bátasavn.
– Tað er so nógv annað, eg
kundi nevnt, men sum sagt, er
tað ringt at velja nakað bururtúr,
tí allar uppgávurnar hava havt
sín egna serstaka týdning. Men
samanumtikið eri eg bara ómeta
liga takksom fyri, at eg havi havt
møguleikan fyri at sleppa at
veva og alla ta hjálpina, eg havi
fingið. Tað hevur verið so ríkt og
gevandi, at eg ikki kundi ynskt
mær tað betri, sigur vevkonan at
enda.
Sjálv heldur Tita seg ikki hava havt eina
meir listarliga tilgongd til vevhandverkið enn
onnur. Tað er nakað, sum er komið við drúgvu
royndunum og neyva innlitinum í sjálvt
handverkið, heldur hon.
”