fríggjadagur 13. januar 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 10 – 13. januar 2006
Nýggjárshugleiðingar.
(Hildnar í Útvarpi Føroya
nýggjársdag 2006.)
Nú eru tað longu farin heili 5
ár av hesi øldini. Fyri flestu av
okkum var árskiftið 1999/2000
eitt ógvuliga sermerkt fyribrigdi.
Ikki bert var talan um eitt
aldarskifti, men eisini um eitt
1000-ársskifti. Ì alt lív okkara
høvdu vit skrivað 19, sum tað
fyrsta talið í árstalinum. Tað
kendist tí merkiligt og ikki
sørt óttafult at vita, at vit nú
frameftir skuldu skriva 20 sum
tað fyrsta. Tað mestsum hekk
okkurt álvarsligt og duldarfult í
luftini – ein óítøkiligur ótti – av
hesum.
Fólk um allan heim livdu
eisini í stórum ótta fyri tí, sum
møguliga kom at henda við
teldum og teldukervum, har
tíðin er ein av teimum berandi
súlunum. Men fyri tiðarteljingina
vísti árstalið 2000 ikki at gera
tann stóra mun. Okkurt hendi
kanska á onkrum av teldunum,
men mær vitandi var tað ongin
størri katastrofa.
Óttin fyri ár 2000 er nú farin.
Vit hava vant okkum við at skriva
2000, 2001, 2003, 2004 og 2005.
Vit koma kanska at mistaka
okkum nakrar ferðir í januar og
skriva 2005 í staðin fyri 2006,
men skjótt hava vit vænt okkum
at skriva rætta árstalið.
Hetta er, tá vit skriva við hond,
men tað er rættiliga sjáldan,
at tað verður gjørt – okkurt
so hissini kanska. Tey, sum
skriva nakað av týdningi, brúka
fyri tað mesta teldu. Kanska
onkur serlingur enn er at finna
onkrastaðni, sum skrivar uppá
skrivimaskinu fyri ikki at siga
við fyllipenni. Ikki tí fyllipennur
er eitt ediligt skriviamboð.
Er tíðin fyrst sett rætt upp í
telduni, so dugir teldan sjálv
at meta um klokkutíðina. Árið,
dagurin og tímin kemur av
sær sjálvum fram á talvuni á
teldutólinum og á tí, sum teldan
letur frá sær t.d. teldubrøvum og
faksum. Teldan fremur skipan og
ordan í øllum. Tað sama er við
øllum smáteldum.
Frammanfyri mær liggur
fartelefonin, og hon sigur mær,
at klokkan er 14.53, og at tað
er týsdagur 27. desember, hesa
løtu eg so smátt eri byrjaður at
hugleiða. Hyggi eg eftir einum
SMS-boðum eg havi fingið frá
dóttir míni, stendur ikki bert
dagurin, men bæði tímin og
sekundið. Tað ber til at máta
og skjalprógva tíðina niður í
minstu eind. Einaferð var tað
ein studentur, sum hevði sent
uppgávu sína sum fax, men
tíverri eitt korter ov seint,
talið 12.15 stóð so sjónligt á
pappírinum – tað stóð tað ikki
á tí, sum skrivarin hevði tikið
ímóti.
Nú eg eri biðin at gera mær
hugleiðingar í sambandi við
nýggjárið havi eg valt at tosa
um fyribrigdið tíð, sjálvt um eg
als ikki havi tíð til tað. Hetta er
jú ein tíð, tá ein eigur at hugna
sær við familjuni og ikki skriva
hugleiðingar.
Tíðarrokning
Tíðarrokning sum fyribrigdi
er ógvuliga gomul, og flestu
fólkasløg hava roynt at máta
tíðina so ella við at fáa eitt ávíst
tíðarskil á døgunum og sjálvum
sólarárinum. Hetta er í sær
sjálvum ein sera áhugaverdur
søguligur spurningur, men tað
lata vit fara á hesum sinni.
Okkara tíðarrokning byggir á
tann julianska kallendaran, sum
kom meðan Julius Cæsar var í
velmaktini. Men hesin kallendari
var ikki heilt beinur í mun til ta
røttu astronomisku tíðina og árið
fór so við og við nakrar dagar av
leið.
Pávin Gregorius fekk í 1582
køn fólk at rætta kallendaran, so
at hann eftir tað kom at verða so
rættur, sum hann kundi verða. Vit
í Europa og Amerika brúka enn
tann gregorianska kallendaran.
Tað finnast kortini eisini aðrir
kallendarar, men mær vitandi
líkjast teir í sínum astronomiska
grundstøði tí gregorianska, hóast
mentanarsøguliga útgangsstøði
er ørðvísi. Muslimar taka støði í
føðing Muhamed ístaðin, meðan
okkara kallendari hevur Kristi
Eitt nýtt ár er nú byrjað – tað gamla árið er farið. Vit hava brent bál
og skotið rakettir og buldrað nógv um ársskifti. Hetta fyri at rudda
burtur tað gamla og rudda slóð fyri tí nýggja. Vit vita, hvat er hent í tí
árinum, sum farið er, men hvat tað nýggja árið kemur at bera í sær fyri
okkum av góðum og illum, tað vita vit ikki uttan kanska fíggjarlógina
og hvussu skattaprosentið verður í teimum einstøku kommununum
Tíðin
Professari
jóan pauli
joensen
Uttan mun til, hvussu fínt urið var ella ikki, so hava tey flestu í umleið tey seinastu 50 árini – og summi longur, havt eitt armbandsur, sum segði teimum klokkuna. Tað ber næstan ikki til
at liva eitt vanligt lív í dag, uttan at hava skil á tíðini. Tað endar við kaos.