Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-13, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. januar 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 – 13. januar 2006 27 føðing sum útgangstøði. Í okkara søguligu tíðarfesting skilja vit ímillum tað, sum hendi fyri ella eftir Kristus. Tess meira fjøltáttað og saman­ sett eitt samfelag er tess størri er tørvurin á at kunna halda skil á tíðini. Tá kallendararnir fyrst vóru skipaðir við mánaðum og døgum, so bar hjá keisarum og kongum væl til at halda skil á hesum, tí teir høvdu skrivi- og roknikønar embætismenn til at gera tað. Tað var hinvegin ikki altíð so lætt hjá tí vanliga manninum at fylgja við í tíðini. Kortini hava fólk altíð havt eitt og annað at miðja seg eftir. Tað sigur seg sjálvt, at tað gjørdist munandi lættari hjá øllum, eftir at prentlistin varð uppfunnin, og tað bar til at prenta tekstir í stórum uppløgum. Eitt tað fyrsta, sum prentsmiðurnar fóru undir at prenta í størri mongdum, vóru álmanakkar. Í Danmark varð tann fyrsti álmanakkin givin út í 1525. Síðani 1570 eru álma­nakkar útkomir regluliga. Eisini føroyingar hava brúkt álmanakkar. Í Danska Kongaríkinum var tað bert Universitetið í Keypmannahavn, sum hevði rætt til at geva út álmanakkar. Loyvi skuldi fáast frá universitetinum og tí skuldi búmerki ella stempul universitetssins standa í honum. Líka til 1976, tá hesin rætturin hjá universitetinum varð avtikin, hevur stemplið staðið sjónligt í øllum donskum álmanakkum. Umframt mánaðar, vikur og dagar vóru tað mestsum frá byrjan prentaðir fleiri aðrir áhugaverdir og praktiskir upp­lýsingar í álmanakkan, sum fólk kundu lesa og læra av. Pláss varð eisini avsett til at skriva okkurt persónligt i álmanakkan. T.d. bar til at skriva í álmanakkan upplýsingar, sum høvdu samband við arbeiðsárið: Hvussu nógv var heystað, hvussu skurðurin var, ella hvussu nógv var fiskað. Hetta kundi skrivast í álmanakkan, umframt mangt annað áhugavert sum til dømis føðingardagar ella nær kúgvin hevði verið til tarvs. Tað seinasta hevði ikki minst týdning. Ofta stóð tað á donskum: koen til tyr. Tað eru eisini goymdir fleiri slíkir gamlir álmanakkar, sum hava ómetaliga stóran týdn­ing sum søguligt tilfar hjá teim­ um, sum fáast við søgu, har upplýsingar frá yrkadegnum hava týdning. Tað sigur seg sjálvt, at álma­ nakkin var eitt stórt framstig hjá øllum teimum, sum høvdu brúk fyri at halda skil á tíðini. Menniskjan hevur eisini havt aðrar møguleikar at máta tíðina, eitt var at skera eitt skar í eitt trækervi fyri hvønn dag, sum fór. Eisini kenna vit frá gomlum døgum tímaglasið við sandi. Tað tók ein tíma hjá sandinum at renna úr glasinum. Tímaglasið er eisini ein av ímyndunum av tíðini. Tað eru ikki mong ár síðani, at eg sjálvur átti ein slíkan tíðarmátara, sum eg brúkti, tá eg kókaði egg. Fyri at halda skil á einum stytri tíðarbili, kundu fólk fyrr hjálpa sær við at telja – onkur kanska ger tað enn, tá tey taka hitan ella temperaturin við gradustokki. Gamalt var at nýfiskaður feskur seiður ikki mátti kókast ov leingi. Hann skuldi í heitan løg. Hann skuldi ikki kókast longri enn tað tekur at siga hetta: ”soðin er seiður, kókaður murtur, tá hetta er sagt, so tak hann burtur”. Ítøkiliggjørda tíðin Ítøkiliggerðingin av tíðar­gongd­ ini byrjaði longu, tá tey í flestu gomlum býum í Europa høvdu vektarar, sum gingu úti um náttinia og róptu, hvat klokkan var sligin – ofta varð hetta sungið sum ørindi upp á rím. Eisini kirkjuklokkurnar, ella kirkjuurini gjørdu vart við tíðina. Eins og almanakkar komu at verða alt vanligir hjá fólki flest, komu klokkur, so skjótt tær vóru uppfunnar og settar í framleiðslu, eisini at verða tað. Tær fyrstu klokkurnar, sum fólk fingu í hús síni vóru rættiliga stórar, og vóru minst líka so nógv til prýðis sum til at vísa tíðina. Klokkupinnarnir vístu tíðiliga, hvussu tíðin so spakuliga fór sína gongd. ”Klokken slår, tiden går, evigheden forestår”, sungu tey. Eitt var tað at klokkan sló og tíðin fór, men skjótt var tað so, at tað kom at verða neyðugt at hava tamarhald á tíðini, eitt korter fyrr ella seinni kom at gera stóran mun. Tað kom so nógv nýtt í 19. øld. Longu tá var globaliseringin – alheimsgerðingin , sum øll tosa um nú á døgum, so smátt byrjað. Damp- ella guvumaskinurnar gjørdu tað møguligt hjá stórum ferðamannskipum at sigla tvørtur um høv til ásetta tíð. Tað sama gjørdu tokini á jarnbreytunum, sum komu alla staðni. Hetta er tann tíðin, tá ferðaætlanirnar koma, tá menn settu sær fyri at ferðast alla jørðina runt eftir 80 døgum. Serliga tokini settu eina æru í at halda ferðaætlaninar, og tað sama var við rutuskipunum. Nú bar tað ikki longur til altíð at hava góða tíð, tí komst tú ov seint so var tokið ella báturin farin. Tíðin hevði sjálvandi eisini sín alstóra og mera ótespuliga týdning í allari krígsførslu. Skjótt kom tað eisini at verða so, at fólk komu at hava eina serliga arbeiðstíð, sum byrjaði til eina ávísa tíð á degnum og endaði til eina ávísa tíð. Fyrr var dað mest dagslýsið, sum avgjørdi arbeiðsdegin, og soleiðis var tað fyri tað mesta í øllum vanligum bygdaarbeiði, men tá føroyngar fóru at vaska og turka fisk, tá var arbeitt eftir klokku fyri tímaløn. Alt hetta førdi við sær, at eisini einstaklingurin kom at fáa tørv á eini klokku sigur seg sjálvt. Tað kom tí skjótt ein fram­leiðsla av fabriksgjørdum bílligum klokkum og urum, sum mestsum ein og hvør hevði ráð at keypa. Vekjaraklokkurnar talaðu sítt greiða hvølla mál um, at nú var klokkutíðin komin sum ein avgerandi og ráðandi táttur inn í lívið hjá teimum flestu. Vekjarin mátti trekkjast upp hvørt kvøld og settast á ta tíð, tá hann skuldi vekja. Sum við øllum øðrum slíkum atributtum, kom tað eisini at verða munur á urum og klokkum. Ríkir og máttmiklir menn gingu við lummauri í gullketu, eins og tað eru fólk í dag, sum ganga og reypa við fínum og dýrum Rollexurum – ella hvat øll hesi fínu merkini eita. Uttan mun til, hvussu fínt urið var ella ikki, so hava tey flestu í umleið tey seinastu 50 árini – og summi longur, havt eitt armbandsur, sum segði teimum klokkuna. Tað ber næstan ikki til at liva eitt vanligt lív í dag, uttan at hava skil á tíðini. Tað endar við kaos. Eitt annað fyribrigdi er stempul­ klokkan, sum er ætlað at nýta sum amboð hjá arbeiðsgevara at halda skil á arbeiðsfólkunum. Tað skal ikki undra meg, um tað ikki skjótt verður skipað so fyri, at ein snøggur lítil gbs-ari verður festur á starvfólkið, so tað altíð ber til at avdúka positiónina hjá tí einstaka í arbeiðstíðini. Hinvegin eru tað eisini nógv arbeiðstól, har tað ber til at seta mátarar í, har tað ber til at máta framleiðsluna hjá tí einstaka, hetta serliga, um tú arbeiðir við teldum ella teldustýrdum arbeiðstólum, tí alt sum tú gert á telduni verður skrásett og ber til at kontrollera, serliga tíðin. Tíðin er ikki bert tann tíðin, sum rennur avstað eins og streymur í á. Tíðin er pengar, verður sagt. Ein av orsøkunum til at tað í dag er so týdningarmikið at máta tíðina er tí, at tíðin fyri tey flestu er grundarlagið fyri lønini. Tað var ein tíð, tá tað ikki var tíðin, sum avgjørdi, hvat eitt arbeiði hjá einum handverkara kostaði, alt hevði sín fasta prís. Ein stólur kostaði tað, sum virði av einum stóli var. Hvussu langa tíð tað tók at gera ein stól, hugsaði eingin um. Í dag er tað tíðina hjá handverkarunum, sum vit gjalda fyri meira enn fyri sjálvt handverkið, tí er tað so ógvuliga umráðandi fyri okkara kappingarføri, at tey, sum átaka sær arbeiði, duga at fyriskipa og brúka tíðina effektivt, so at kundin sleppur frá at gjalda fyri tóma arbeiðstíð. Effektiviseringin av arbeiðs­ tíðini var sjálvt grundarlagið undir allari ídnaðarframleiðsluni, og sum hevur gjørt tað, at ídnaðarvørur eru rímiliga bíligar hjá okkum at keypa. Ofta eru tollur og avgjøld tann størri parturin, sum á bilum t.d. Tíðin er eisini av avgerandi týdningi fyri bæði arbeiði í fyri­ siting og í gransking. Tað er so langt síðani, at tað varð roknað út, hvussu nógv arbeiðstíð fer til at gjalda eina faktura hjá tí almenna, um tú roknar allar handfaringar við. Í peningi liggur hetta um 250 kr. Granskarar hava eisini tíðar­ svørið hangandi yvir sær. Dugir tú ikki at seta tíðir á nær tú væntar, at teir ymisku partarnir í eini vísindaligari verkætlan kunnu roknast við at verða lidnir, so hevur tú lítlar vónir um at fáa ” Ein stólur kostaði tað, sum virði av einum stóli var. Hvussu langa tíð tað tók at gera ein stól, hugsaði eingin um. Í dag er tað tíðina hjá handverkarunum, sum vit gjalda fyri meira enn fyri sjálvt handverkið, tí er tað so ógvuliga umráðandi fyri okkara kappingarføri, at tey, sum átaka sær arbeiði, duga at fyriskipa og brúka tíðina effektivt, so at kundin sleppur frá at gjalda fyri tóma arbeiðstíð. Framhald á næstu síðu