fríggjadagur 13. januar 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 10 – 13. januar 2006
granskingarpengar. Men tíðin
alleina skapar ikki genialitet og
skaparaevni. Tað ræður um at
geva teimum røttu fólkunum tíð
og umstøður.
Arbeiðstíð og persónlig tíð
Tað skil, sum tað bar til at
halda á tíðini við teimum fyrstu
álmanakkunum, er vorið alsamt
ment og gjørt alt fjølbroyttari.
Tað eru heldur ikki so nógv ár
síðani, at ein sonevndur ”Time-
manager” var ”inn”. Hann var
næstan líka stórur sum ein bíblia,
har tað bar til at skriva upp og
planleggja alt, sum hevði við
bæði arbeiðslív og privatlív
at gera. Tað vóru givin skeið
í, hvussu hesin time-manager
skuldi nýtast, og lærdi tú at
brúka hann rætt, vóru tað næstan
ongar avmarkingar, hvussu tú
kundi leggja lív títt til rættis,
heilt niður í minstu smálutir.
Time-manager-fólkini vóru eitt
serliga effektivt og vælfyriskipað
fólkaslag. Bert tað tey tuskaðu
við time-manegar-anum í hond
ini, á sama hátt, sum tey nú
ganga við hesum kombineraðu
fartelefonunum og smáteldunum.
Men mistu tey time-managaran
burtur, so var neyðin í durinum,
tí so dugdu tey ikki at venda sær
longur, tí alt stóð í managaranum,
sum var teirra leiðbeinari tíma
fyri tíma.
Eg minnist einaferð eg var
við til at hjálpa onkrum at flyta
í eina nýggja íbúð. Hvussu var
og ikki, so var time-managarin
komin at liggja undir øllum
flytigóðsinum, og tað bar ikki
til at koma at honum í bræði.
Eigarmaður hansara var so
ólukkuligur, at hann setti seg at
gráta. Sjóheitan grát. Hvat skuldi
hann nú gera. Hann visti hvørki
hvussu hann skuldi passa konuna
ella sítt arbeiði.
Stressmappur og time-manag
arar eru ikki inn longur, nú
skulu fólk ikki vísa sítt stress,
men verða væl trimmaði og
úthaldandi.
Men tað vóru eisini teir,
sum um somu tíð sum time-
managerarnir myndaðu tíðina,
kundu klára seg við minni. Eg
minnist, at Erlendur Patursson
sáli ein dagin hann var og
tosaði við meg á skrivstovu
míni á Fornminnissavninum,
har eg tá arbeiddi. Hann tók tá
ein samanlagdan álmanakka
frá Tøtingarvirkinum í Gøtu
upp úr lummanum og skrivaði
okkurt á hann, sum hann skuldi
minnast til. Meira kravdi hesin
tjóðskaparmaður ikki fyri at
halda stýr á sínum lívi.
Elektroniski kallendarin
Útboðið av størri og minni
kallendarum er vorðið ógvuliga
stórt og liggur frammi í bók
handlum seint á heysti og
uppundir jól, men teir imponera
ikki fólk longur, tí vit mugu
minnast til, at kallendarar eisini
finnast í hvørji fartelefon og
í øllum teldum og ikki minst
í øllum kombinatiónunum av
fartelefon og telduhvølpum.
Fartelefonin er eitt rættiligt
sambandstól. Serliga ung fólk og
eisini børn hava gjørt sær dælt av
hesi samskiftistøkni, har tað ikki
bert ber til at tosa saman, sms-a,
men tað ber eisini til at senda
hvørjum øðrum myndir. Meðan
tey sita og eta jóladøgurðan ber
til at leggja til rættis restina av
degnum ella kanska mest náttini,
saman við vinfólkum, sum eru
heilt aðrastaðini í landinum.
Fartelefonen hevur ein so
stóran týdning hjá ungdóminum
í dag, at tey ikki vilja sleppa
henni úr hondunum, í øllum
førum ikki longur enn tey kunnu
taka hana straks, um hon skuldi
givið lívstekin frá sær. Eisini hjá
okkum eldru, sum í fyrstanini
vóru eitt sindur trek at fáa sær
hetta snurrandi lummatólið, eru
fallin til fartelefonina. Sjálvt
ommur kunnu læra seg at senda
sms.
Hinvegin er alt nú blivið so
smart, at tað ber til at sameina
teldu og fartelefon og senda
upplýsingar ímillum so tú so at
siga hevur alt á sama kallendara.
Hetta skal vera ein av orsøkunum
til, at býráðslimirnir í Havn
hava fingið so fínar fartelefonir.
Jú, allir møguleikar eru til hjá
teimum at tráðroyna hvørt
sekund og arbeiða á telduni alt
samdøgurið, uttan mun til hvar
teir eru stæddir.
Á flestu skrivstovum er tað
soleiðis, at tað ber til at sláa
upp á kallendarunum hjá
hvørjum øðrum fyri at finna
leysa tíð ella eina leysa stund at
hittast. Í nógvum førum eru tað
skrivararnir, sum halda skil á
tíðini eisini hjá stjórum teirra. Á
henda hátt verður tað alt meira
kallendarin, sum kemur at stýra
einum fólki, enn fólki sjálvt. Tað
ber sjálvandi til at avlýsa eina
óhepna avtalu og tað hendur ikki
so sjáldan.
Herfyri ætlaði eg mær at hitta
ein av okkara stóru monnum
og ringdi til skrivara hansara,
um eg kundi fáa avtala tíð. Jú,
hon skuldi straks hyggja eftir í
kallendara hansara fyri at vita,
um hann hevði nakra avlopstíð.
Tað hevði hann ikki ta vikuna,
men næstu viku var eitt glopp í
kallendaranum, har hon kundi
skriva meg inn.
At hitta fólk á telefon ber
næstan ikki til longur, tí tað er
so litil avlopstíð til tað í sjálvari
arbeiðstíðini. Ofta sleppur tú ikki
longur enn at hoyra móttakaran
spæla tónleik, men kanska onkur
skrivari er, sum kann geva tær
boð. Tað tekur tíð at fáa fatur í
fólk í telefon, tí sum eingilsmenn
siga tað, ”a busy man is never in
his office”.
Harafturat so kanst tú uttan
mun til hvør tú ert, ikki venda
tær til ein og hvønn persón í
einum aðalráði, um so er at tann
persónurin, sum tú vilt hava
fatur á, ikki er at hitta. Tú skalt
venda tær til tað fólkið, sum í
leiðsluskipanini hevur málini
hjá tínum stovni um hendi og
ongan annan. Alt annað verður
á modernaðum nýføroyskum
fyrisitingarmáli rópt at by-passað
úttalað beipassað. At venda tær
beinleiðis til stjóra ella aðalstjóra
fyri ikki at siga landsstýrismann,
er fyrisitingarliga sera ódannað
ella sera grov by-passing, sum
helst kemur tær aftur um brekku,
um tú skuldi funnið uppá tað.
Tað er tíðin ikki beroknað til.
Her eru teldubrøvini, sum
tú nærum altíð kann senda frá
teldu tíni ein góð hjálp. Við
teimum ber tað til næstan til at
seta tíðina út av funktión eina
løtu. Teldubrævið ella meylið
kemur beinleiðis á telduna hjá
tí, sum tú sendir tað til. Tað ger
eisini vart við seg á skýggjanum.
Yvirhøvur eru embætisfólk sera
fitt til at svara, tey kunnu eisini,
um væl veit við ringja til tín
eftir at hava fingið ein teldupost.
Hetta veit eg frá mær sjálvum.
Sjálvandi er ikki øll tíð á
kallendaranum arbeiðstíð. Tað
má vera eitt sindur av luft í
kallendaranum hjá einum stjóra,
tí um tað altíð er fult, fær hann
ella hon ikki stundir til at hugsa
– fyri ikki at siga nýhugsa, og tað
er tað sum stjórar fyrst og fremst
eru settir til í dag.
Tað ber tí eisini til at seta løtur
av i kallendaranum til okkurt
frítíarítriv, bowling, renning, ella
til at fara á flot, um tað er góður
streymur.
Hjá teim flestu vælskipaðu
fólkunum er tí lítil avlopstíð.
Ein vinmaður mín helt her fyri
ein fyrilestur í donskum høpi,
um kvalitetstid til familien.
Inspiratiónina til fyrilesturin
hevði hann fingið frá gifta soni
sínum, sum gramdi seg um, at
hann hevði ov nógv at gera og
tí lítið av kvalitetstíð til lítla son
sín, og tað harmaði hann.
Spurningurin er so, hvat
hann meinti við kvalitetstíð.
Tað verður so ofta tosað um
”
At hitta fólk á telefon ber næstan ikki
til longur, tí tað er so litil avlopstíð til
tað í sjálvari arbeiðstíðini. Ofta sleppur
tú ikki longur enn at hoyra móttakaran
spæla tónleik, men kanska onkur skrivari
er, sum kann geva tær boð. Tað tekur
tíð at fáa fatur í fólk í telefon, tí sum
eingilsmenn siga tað, ”a busy man is
never in his office”.
Tíðin