fríggjadagur 13. januar 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 10 – 13. januar 2006
29
at hava eitt fokus, at lurta og
vera nærverandi, og ikki lata
alt annað rumstera í høvdinum
samstundis sum tú skalt eitast
at tala við eina aðra menniskju.
Kvalitetstíð er tí ein tíð, sum
er avsett til eitt serligt endamál,
og kvalitetstíð krevur, at heilin
frammanundan er nulstillaður, at
fartelefonin er sløkt, og har tú
heldur ikki roynir at lesa bløðini
samstundis, sum tú talar við ein
annan. Tað ber sjálvandi til at
avseta slíka kvalitetstíð til privat
viðurskifti í kallendaran, eina tíð,
tá babbar ikki mugu forstýrast av
øðrum enn sínum egnu.
Teir, sum lurtaðu eftir fyri
lestrinum hjá vinmanni mínum,
góvu honum rætt, men sum ein
áhoyrari segði, hvar skuldi hann í
einum samdøgri, sum bert hevði
24 tímar finna avlopstíð, sum
kundi brúkast til kvalitetstíð?
Tíbetur hava tey heilt smáu
enn ikki kallendarar, men tað
gongur ikki leingi, so hava tey
eitt sindur størru børnini sínu
egnu tíð at halda skil á – tað
er so nógv, sum tey skulu til,
spæla floytu, violin, fótbólt,
skótavirksemi og hvørt av sínum.
Tey kenna tey elektronisku
tólini betri enn vit eldru. Tá er
bert at vóna, at kallendararnir
hjá børnum og foreldrum eru
koordineraðir, og at kvalitetstíð
finnst sum avlopstíð hjá báðum
pørtum. Tað er longu manga
staðini soleiðis, at tað er bert
hendingaferð, at tað lukkast
familjuni at sita og eta saman um
eitt og sama borð.
Tíðin er ein sera avgerandi
faktor í øllum virksemi okkara.
Tíð er ein knappheit hjá øllum
og tí eisini eitt ríkidømi, men
tú fært ikki rættiliga gleði av
hesum ríkidømi, uttan tú hevur
tað saman við øðrum.. Hygg í
kallendarin og kanna eftir um
tú kannst, verður alt vanligari at
hoyra.
Afturvendandi tíð
Eitt er at tíðin, sum rennur
sum streymur í á, og at tíð er
farin tá hon er farin, men tað
er onnur tíð av øðrum náttúru
givnum, mentanarligum ella
samfelagsligum slag, sum kemur
aftur á hvørjum ári. Àrstíðirnar
eru besta dømi um ta syklisku
ella ta afturvendandi tíðina.
Eftir vetur kemur vár, eftir vár
summar, eftir summar heyst og
eftir heyst vetur. Soleiðis er á
hvørjum ári.
Náttúran rundanum ber sína
egnu tíð í sær og ger hana sjón
liga á so mangan hátt á hvørjum
ári. Fuglurin kemur til landið til
ásettar tíð, og fiskurin kemur á
grunnarnar til ásettu tíðirnar og
sjálvt grasið fer at grógva, tá
tíðin hjá tí er komin, og soleiðis
er við øllum blómum og ávøkstri.
Hetta er ein tíð, sum vit mugu
taka til okkum og frøast um, tá
hon kemur. Eitt nú er stytsti
dagur farin aftur um bak, og nú
fara dagarnir at leingjast aftur og
so byrjar alt aftur av nýggjum.
Í flestu bygdum er enn far
vegur eftir sólarmerknunum í bø
og haga, so tað ber til at meta um,
hvat klokkan er. Við at sameina
sól og landafrøðilig merkir ber
til at fáa eina fatan av tíðini
sjálvt um ein ikki hevur klokku
uppu á sær. Eitt annað var at fólk
– kanska meira fyrr – eisini hava
eitt lívfrøðiligt ur í sær. Flestu
vakna til ávísa tíð og vilja sova
til ávísa tíð, men tað er ikki altíð
at slíkar rútmur hóska til tað
lív, sum verður kraft av okkum
menniskjum.
Umframt ta náttúrugivnu
afturvendandi tíðina, so hava vit
menniskju eisini sjálvi skapað
eina tíð, sum lív okkara er ein
partur í. Tá Gud skapti heimin,
arbeiddi hann í 6 dagar, men tann
7. dagin hvíldi hann. Hetta hevur
menniskjað eisini gjørt til sítt,
men í dag arbeiða vit í 5 dagar
og hava frí í tveir. Leygardag og
sunnudag hava vit frí frá arbeiði
okkara, og eiga tíðina sjálvi.
Men tað eru tey, sum eru noydd
at arbeiða í vikuskiftunum, men
so fáa tey frí aðrar dagar ella fáa
eitt lønarískoyti.
Umframt sunnudagin, sum enn
verður hildin rættiliga heilagur
her heima í Føroyum, so hava vit
eisini fleiri aðrar halgidagar, sum
verða hildnir sum sunnudagar,
men sum tað verður gjørt meira
burturúr enn vanligum sunnu
døgunum. Her eru jólini eitt
gott dømi. Kirkjuárið byrjar
við fyrsta sunnudegi í advent
og fevnir um allar hinar sunnu-
og heiligdagar í kirkjuárunum,
sum endar við teimum mongu
sunnudøgunum eftir trinitatis.
Men árið er ikki bert eitt
kirkjuár, tað er eisini eitt
ítróttarár ella eitt kappingarár
við fastløgdum dystum. Eisini
hava vit allar summarstevnurnar.
Ólavsøka, tá tingið verður sett
eftir skrúgonguna ólavsøkudag,
er ein samanrenning av einum
verðsligum og andaligum
halgidegi.Tað minnir meg um, at
vit fjórða hvørt ár eisini hava eitt
politiskt ár, tá vit fara á val.
Vetrartíð er veitslutíð verður
ofta sagt. Fyrr var tað so, at tað
var um heystið at tað var nóg
mikið til av øllum bæði eplum og
kjøti, tí var tað eisini um heystið,
at fólk fyrr hildu brúdleyp, men
hetta er vorðið øðrvísi, tí í dag
er tað mest um summarið, at
fólk giftast, tí globaliseringin
hevur gjørt, at tað er nóg mikið
av brúdleypsmati at fáa mestsum
hvønn dag í árinum. Um summar
ið eru eisini ungfólkini heima, og
tað eru fyri tað mesta tey ungu,
sum giftast.
Men munnu vit ikki enn
eisini hava brúk fyri veitslum ta
myrku vetrardagarnar eins og
fyrr. Her hugsi eg serliga um øll
jólaborðini upp undir jól. Tey
gera helst somu nyttu sum øll
gomlu gildini tey fyrr høvdu um
jóltíðir: bátsgildi, neytakonugildi
og hvørt av sínum. Trongdin í
menniskjanum at skapa sær tíðir
við gildum og fest sum frávik
frá yrkadegnum er líka so gomul
sum menniskjan sjálv, antin
gildini eru heima hjá okkum
sjálvum ella umgjørd til skíferiur
ella vetraferiur í øðrum londum,
meiningin er tann sama.
At hava góða ella ringa tíð
Øll kenna vit fólk sum altíð
hava góða tíð og fólk sum altíð
hava ringa tíð. Tey eru stressað
av øllum, bæði tí, sum tey skulu
gera, tað, sum tey gera, tað
sum tey hava gjørt og sjálvandi
allarmest at tí, sum tey ikki fáa
gjørt – og so stressa tey eisini
onnur. So eru tað tey, sum altíð
tykjast at hava góða tíð, sum
kunnu steðga á og seta tíð av at
tosa við onnur, men tey koma
eisini á mál við tí, sum tey gera,
og tey hava veruliga góða tíð,
kanska júst tí tey hava yvirblikk,
og duga at skilja millum tað,
sum í løtuni hevur týdning og
tað, sum hevur minni týdning.
Men tað eru eisini tey, sum søpla
tíðina burtur, uttan at vita hvussu.
Men øll eru vit av og á í teirrri
støðu at tíðin fer undan okkum,
tá er einki annað at gera enn at
skunda sær.
Tað var ein stjóri her í Havn,
sum ofta tók hýruvogn til
arbeiðis, ikki tí at hann ikki vildi
ganga, men tí, at tað tók honum
so nógva tíð at koma ígjøgnum
býin. Honum dámdi sjálvur væl
at práta, og fólk vildu fegin práta
við hann. Hann møtti so nógvum
fólki, sum fegin vildu tosa við
hann, og sum hann sjálvur eisini
fegin vildi tosa við. Men tað
tók alt ov langa tíð hjá honum
at koma fram. Hetta helt hann
ikki kundi bera til, tí mátti hann
taka hýruvogn, tá nógv stóð á.
Hann var komin í eitt krysspress,
tí mundi hann ikki innast inni
halda, at hesi prátini vóru góðar
løtur - kvalitetstíð, sum gjørdu
honum lívið ríkari.
Leygardagur er ofta ein
dagur, tá fólk vanliga hava rími
liga góða tíð. Tak nú onkran
leygardag tá tú fert til handils, tá
rokna tey flestu við, at ein hevur
tíð til at skifta nøkur orð og
andlitini eru opin og móttakilig.
Øðrvísi er tað, tá tú hevur ringa
tíð, tá tú spurtar avstað fyri at
finna okkurt til døgurða, og tú
veitst at bíðað verður eftir tær
heima. Tá ræður um at hava eina
medferð og eitt andlitsbráð, sum
ger at tú ongan sært, og at eingin
talar til tín. Øll síggja, at tú hevur
ringa tíð.
Fert tú hinvegin ein leygardag
niðan á Ruskstøðina í Havn,
so er tað eisini eitt sindur av
time-out. Har kanst tú hitta fólk,
sum annars ganga í slipsi og
kragatoyi í vásaklæðum. Tað
lýsir langt burtur frá teimum,
at tey nýta hetta tíðarfrælsi
at kunna ripa pappeskjur,
ruskposar og annað órudd í
konteynararnar, sum standa har
lið um lið. Konteynarar til ymisk
endamál: smátt rusk at brenna,
stórt rusk at brenna, elkáplar,
møblar, køliskáp. You name it,
sum bretar siga. Har er rúm fyri
øllum.
Tað at rudda ella beina burtur
rusk er fyri tey flestu ein formur
fyri katarsis, ein reinsilsisprosess,
har fyribeiningin av óruddinum á
ein ella annan hátt eisini reinsar
og gevur frið í sálina og skapar
eina nýggja tíð – eina nýggja
byrjan. Her á Ruskstøðini eru
kortini ikki stundir til tað stóra
orðaskiftið, tí bilarnir standa
vanliga og bíða eftir hvørjum
øðrum, men tað er einki stress
at síggja, men blíð og órakaði
andlit og konufólkini hugsa ikki
so nógv um frisýruna ein dag á
ruskstøðini, men tey eru ikki so
nógv heldur.
Júst, tað inn ímillum at geva
sær stundir at práta saman
– eisini á arbeiðsplássinum,
gevur okkum ríkar løtur í lívi
num, tá vit missa tamarhaldið á
tíðini, sum tykist at standa still
í nærveruni millum menniskju.
Kenna fólk seg glað og løtt í
sinninum, gera tey eisini sítt
arbeiði lættari og betri.
Sum tú rópar so ekkóar tað
aftur. Eitt smíl skapar eitt annað
smíl, og ein illfýsin ella gronut
viðmerking skapar eina aðra
gronuta virðmerking. Vit kunnu
soleiðis sjálvi gera nógv til, at
tann tíð vit hava verður ein góð
tíð. Hin vegin kann ein skemtilig
viðmerking eisini hjálpa uppá
ringt lag og lokka skálkabrosið
fram, men tað eru tíðir, tá slíkt
ikki loysir seg, men best er at lata
fólk fáa frið t.d. um morgunun.
Humor er altíð eitt gott innslag,
men um tú ikki skal koma illa
fyri av orðum við sarkasmu og
ironi, so krevur tað, at móttakarin
og ikki minst tú sjálvur, er meira
en vanliga skilagóður, tí ert tú
sarkastiskur ella ironiskur rørir
tú teg á eini knívsegg, og tað
krevur eitt rættiliga sublimt
forstáilsi, sum tú ikki kanst
vænta at øll hava, og vandin fyri
alvorligum missiljingum er sera
stórur. Tað kann skjótt koma at
verða til angurstíð. Men nú eri eg
við at villa meg burtur frá tí evni,
sum eg skal tosa um, so best er
at royna at finna inn á rás mína
aftur.
Tíð eru pengar verður sagt,
og tíðin skal ikki søplast burtur.
Hetta vil kortini ikki siga, at
vit ikki eisini kunna njóta
tíðina, liggja á sofuni og ”lada
upp”, sum onkur segði, ella
spáka okkum ein túr, ella renna,
sum nógv gera. Ella bert lata
tankarnar sveima, droyma
seg burtur á hugans leiðir, har
alt er gott og ljósareytt. Ein
arbeiðssamur maður, sum eg
kenni, segði at hann elskaði teir
dagar, tá hann einki hevði at gera.
Hinvegin eru vit menniskju
tíverri ikki innrættað soleiðis, at
um vit bert fáa tíð, so fáa vit
útrætta tað ótrúliga. Tað er ikki
so. Hugflogið er ikki altíð har.
Tað eru løtur har flogið er lætt
og so eru tað aðrar løtur sum eru
sum í tjúkksendi, har alt fellir
tungt og einki kemur burturúr.
Tíðin er eitt, men hon er ikki
nógmikið.
Spurningurin er so, hvat øll
henda ítøkiliggerðingin og
mátingin av tíð ger við okkum
menniskju, er tað gott ella ringt
fyri okkum altíð at verða so
medvitað um tíðina. ”Jú”, sigur
onkur, ”tað er neyðugt at hava
so gott skil á allari tíðini, fyri at
tú eisini skalt kunna fáa góða tíð
til tað, sum tú vilt hava góða tíð
til, annars fer helst nógv tíð til
einkis”.
Eg kom t.d. einar tríggjar tímar
ovseint í gongd við at skriva
hesar hugleiðingarnar, tí eg og
døtur mínar fullu í prát. Skal
eg illneitast inn á tað ella skal
eg gleða meg yvir ta kvalitetstíð,
sum er her ótilætlað fekk saman
við yngra ættarliðinum?
Í ár vóru jólini stutt, men
jólastákið hevur ikki kravt minni
tíð fyri tað. Flestu familjur hava
eina fasta skipan av jólatíðini.
Ungar familjur, sum fyri fyrstu
ferð skulu halda jól saman, hava
tikið fleiri avgerðir, sum koma at
ávirka jólini frameftir. Konan er
kanska von við at fáa ræstan fisk
og sperðil jólaaftan og maðurin
er kanska vanur við at fáa ein
ræstan bógv jólaaftan. Onnur eru
kanska von við at fáa dunnu ella
gás jólaaftan. Heima hjá okkum
endaði tað fyri mongum árum
síðani við, at semja var um at
byrja jólini við at eta ræstan fisk
og sperðil tollaksmessudag og at
seta ein bógv við rivum í ovnin
jólaaftan. Dunnurnar verða etnar
jóladag eftir kirkjutíð. Annan
jóladag hevur vanliga verið etið
ræst kjøt, men ikki altíð, tað
veldst um so nógv annað.
Á jólum seta vit saman við
familjuni skap á ein part av
okkara tíð – um jólini eru
kvalitetstíð ella ei, tað vita fólk
best sjálvi, men man ikki tan
mest einskilda ella privata løtan
í familjulívinum verða jólaaftan,
tá alt mestsum steðgar upp og
hvør hús eina løtu hevur nóg
míkið í sær sjálvum.
Eitt nýtt ár er nú byrjað – tað
gamla árið er farið. Vit hava
brent bál og skotið rakettir og
buldrað nógv um ársskifti. Hetta
fyri at rudda burtur tað gamla
og rudda slóð fyri tí nýggja. Vit
vita, hvat er hent í tí árinum, sum
farið er, men hvat tað nýggja árið
kemur at bera í sær fyri okkum
av góðum og illum, tað vita vit
ikki uttan kanska fíggjarlógina
og hvussu skattaprosentið verður
í teimum einstøku kommununum.
Gott nýggjár øll somul og
Harrans signing í komandi ári.
”
Tað at rudda ella beina burtur rusk er
fyri tey flestu ein formur fyri katarsis,
ein reinsilsisprosess, har fyribeiningin av
óruddinum á ein ella annan hátt eisini
reinsar og gevur frið í sálina og skapar
eina nýggja tíð – eina nýggja byrjan.