Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-13, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. januar 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 10 – 13. januar 2006 I. FRÆLSISYRKING OG VÍSUSANGUR Um ein skal royna at lýsa stemningin frá sekstiárunum - soleiðis sum hann kundi vera í stórbýum á tí europeiska meginlandinum ella í USA - gerst hetta kanska best við at biðja fólk síggja fyri sær eina ovurstóra marknaðarhøll. Har standa menn og kvinnur, hvør í sínum bási, og greiða so væl tey duga frá alskyns loysnum, skilagóðum ráðum eins væl og patentloysnum, upp á átrúnaðarligar, sálarligar, tilveruligar ella politiskar trupulleikar. Nøkur halda fast um ta ger­ andisligu javnaðarhugsjónina, onnur vísa fram myndir, har Lenin, Stalin, Trotskij ella Mao daga, uppaftur onnur gera hugtikin vart við vísdómin hjá Herbert Marcuse ella Hermann Hesse ella sex-evangeliið hjá Wilhelm Reich, og endiliga eru nøkur, sum halda upp á, at rísmáltíðir burturav lekja allar sjúkur og allan ampa, og so eru tað uppaftur tey, sum hava funnið vísdómin í zen-buddhismuni ella hjá onkrum eysturlendskum guru. Móti Edens portri Í høllini er gangur og róm­ur, grefligir litir skyggja, klædna­ úrvalið er eksotiskt sum í Býsanz ella í Karthago á Hamilkars døgum, og gevur tú tær far um tónleikin, hoyrir tú tann virtuosa gittaran hjá Jimi Hendrix, dómadagsrøddina hjá Jim Morrison ella ta snjøllu Janis Joplin syngja um tað frælsið, sum ein ognast, tá alt er gloppið einum av hondum. Sum tú skimast, sært tú ein klantrasligan ungling við frísutum hári fara upp á pallin við gittara og munnharpu, og tá hann fer at syngja, er tað sum roykur og skýming leggjast yvir høllina: ­— — The savage soldier sticks his head in sand And then complains Unto the shoeless hunter who´s gone deaf But still remains Upon the beach where hound dogs bay At ships with tattooed sails Heading for the Gates of Eden ­— — Tær gátuføru, torskildu myndirnar hanga hvør sær í leys­ um lofti, og hugtakið surrealisma kemur einum í huga. Tá ið ein kemur til tær tríggjar seinastu reglurnar, klárnar kortini eitt sindur. Eru tað kanska leitandi sálir, andans pílagrímar, sum við tatoveraðum seglum stevna móti paradísportrinum? Og teir goyggjandi tevhundarnir, eru tað kanska samfelagsins njósnarar ella drumbar, sum lítið skilja og tí eru øvundsjúkir? Eitt tykist tó greitt, í hesum (eftir mínum tykki) raffineraða teksti verður eitt paradís av onk­rum slag (vísdómur, andans sæla, himmiríki) sett upp ímóti jarðarlívsins valds­ girnd, grammleika, rótloysi, samleikaloysi og feigd. Skald eins og Eliot og Rilke Ætlanin er í fýra greinum at lýsa nakrar tættir í skapanarverkinum hjá Bob Dylan, manninum sum skapti hesi orð. Hansara ævisøga hevur ikki í hesum sambandi mín áhuga, men nevnt kann vera, heilt stutt, at Dylan er føddur í 1941 í Minnesota, at hann upprunaliga æt Robert Zimmermann, at tá hann fekk sær eftirnavnið Dylan, var hetta helst ein heilsan til tann valisiska yrkjaran Dylan Thomas (1914- 53), og at hann eftir eitt stutt skifti, har hann las á tí lærda háskúlanum í Minneapolis, hevur livað sum troubadourur, og at henda tilvera tykist at fara at halda fram, til hann hoknar. Tá ið eg havi valt at taka hetta evnið upp, kemur tað av teirri ásannan, at Dylan skilir seg burtur úr teimum flestu í sínum ættarliði av popp-, rokk- og beatfólkum í tí, at hann gaman í fyri ein part er sangskrivari, t.e. ein, sum skrivar tekstir, ið ikki hava tað flog og ta dýpd, sum poesiur eigur at hava, men at hann samstundis í sínum bestu verkum er skald, skald í somu merking sum Dante, Shakespeare, T.S. Eliot ella Rilke. Henda ásannan er ikki nýggj. Fyri mongum lurtarum var hetta greitt longu fyri 35-40 árum síðani, tá Dylan enn var ungur og nýggjur á rokk- og beatpallinum. Bókmentafrøðingar kunnu vera tornæmir, men nú er tilvitið um Dylan sum skald seyrað út eisini til hesa virðiligu stætt. Troubadourur Men Bob Dylan er meira enn bara skald í nútíðar merking. Tí hann umboðar - við tað at hann sjóðar saman yrking Við Edens portur Tann amerikanski troubadoururin Bob Dylan líkist burturúr í beat- ættarliðinum í tí, at hann veruliga er skald, sum Eliot ella Rilke. Rithøvundurin Hanus Kamban lýsir yrkjaran í fýra greinum. Bob Dylan í The Singer´s Club í London í 1962 Dylan – tekning eftir Øssur Johannesen Hanus kamban