fríggjadagur 13. januar 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 10 – 13. januar 2006
31
og tónlist - tað upprunaliga
skaldskaparhugtakið. Yrkjarin
var upprunaliga sangari,
og eins og assýrar kvóðu
Gilgamesh og grikkar Ilions- og
Odysseusarkvæði, bæði yrktu og
kvóðu føringar Margretu kvæði
og Brynhildar tátt. Dylan er
syngjandi skald, troubadourur,
eins og Cornelis Vreeswijk,
Arnaut Daniel og Bertrand de
Born.
Hesar hugleiðingar byggja
fyri ein part á egnar metingar og
upplivingar. Samstundis havi eg
fingið nógv burtur úr at kunnað
meg við, hvat kritikarar, serliga í
Onglandi og USA, hava skrivað
um Dylans skaldskap. Eg hugsi
her serstakliga um bókina Song
& Dance Man III eftir Michael
Gray (sum er tann higartil mest
fullfíggjaða lýsingin av Dylans
skaldskapi), bókina Dylan´s
Visions of Sin eftir Christopher
Ricks (um Dylan og enskan
skaldskap), Voice Without
Restraint eftir John Herdman
og Chimes of Freedom eftir
Mike Marqusee (um Dylan sum
politiskan listamann).
Í hesi fyrstu greinini fari eg at
taka fram nøkur dømir um Dylan
sum frælsis- og vísusangara.
Hann hevur, sum mongum
kunnugt, yrkt ein hóp av sangum,
sum snúgva seg um órætt og
kúgan, sum lýsa frælsislongsul,
sum eggja til mótmæli ella
uppreistur. Teir kendastu munnu
vera ”Masters Of War” og ”The
Times They Are A-Changin´”.
Frammarlaga í hesum sambandi
er utopiin, dreymurin um tað
komandi rættvísa samfelagið.
Bob Dylan er, sum mong vita,
av jødiskari ætt. Tann utopiski
dreymurin er almannaogn, men
tykist serliga sjónskur í jødiskari
hugsan, og tað er tí neyvan av
tilvild, at Dylan, eins og Karl
Marx, Leonard Cohen og Paul
Celan, hevur givið hesum dreymi
skaldskaparligar veingir.
Frælsisskipið
Hesin dreymur verður á bæði
vakran og griman hátt borin
fram í tekstinum ”When The
Ship Comes In” (Tá ið skipið
kemur), av plátuni The Times
They Are A-Changing, 1964.
Baksýnið fyri hesum teksti er
stríðið fyri at vinna teimum
svørtu í USA borgararættindir.
Tann 19. juni 1963 legði John F.
Kennedy forseti fyri Kongressina
eina víðgongda lóggávu, sum
skuldi tryggja teimum svørtu
m.a. valrætt og atgongd til hotell,
handlar, sjónleikarhús osfr.
Nakað seinni, tann 28. august
1963 (sum var 100 ára dagurin
eftir frælsisbrævið hjá Abraham
Lincoln) varð skipað fyri tí
størstu kravgongu, sum nakrantíð
hevur verið í Washington, har
o.u. 250.000 fólk, svørt og hvít
øksl móti øksl, luttóku. Meðan
fjøldin savnaðist, stóðu nakrir
fólkasangarar framman fyri
Washington minnismerkinum og
sungu, teirra millum Joan Baez,
Odetta, Josh White og Peter, Paul
og Mary. At enda sungu tey í
felag sangin ”Blowin´ In The
Wind” eftir Bob Dylan. Tá ið tey
vóru tagnað, fór yrkjarin sjálvur
yvir til mikrofonina og byrjaði:
— —
Oh the time will come up
When the winds will stop
And the breeze will cease to be
breathin´
Like the stillness in the wind
´Fore the hurricane begins
The hour when the ship comes in
— —
Bertolt Brecht
Teksturin ber í sær, fyri ein part,
somu fyrijáttan um rættindir fyri
øll og somu bíbilsku myndir,
sum bóru ta gitnu røðu, har
Martin Luther King seinnapartin
sama dag segði frá sínum
dreymi um eina rættvísa framtíð
fyri tey svørtu í USA. Dylan
sigur frá, hvussu skipið ber við
sjóvarmálan, vindurin ýlir, tað
lýsir fyri degi, fiskarnir læa og
likkurnar brosa. Allar royndir at
ørkymla skipið eru nyttuleysar,
tí havsins leinkjur er slitnar
og liggja nú djúpt á havsins
botni. Nú er komin øldin, tá tey
seinastu eru tey fyrstu og tey
fyrstu tey seinastu:
— —
Tí sandurin breiðir
út eitt teppi av gulli
har tú setir tín móða fót ...
— —
Í roynd og veru hevur hesin
tekstur eina forsøgu, sum bæði
er persónlig og hevur millum
tekstligan týdning. Nakrar
vikur undan kravgonguni í
Washington skuldi Dylan fara
inn í eitt hotell, men var forðaður
av duravørðinum, sum ikki
kendi sangaran. Joan Baez kom
uppí og slættaði sjógvin, men
aftaná sessaðist Dylan í sínum
hotellkamari, ivaleyst gruggutur
um viðferðina, og yrkti henda
sangin.
Meðan hann yrkti, mintist
Dylan sangin hjá sjórænara-
Jenny í Die Dreigroschenoper,
frá 1928, eftir týska skaldið
Bertolt Brecht. Um ein líknar
hesar tekstir saman, sæst, at
yrkingin hjá Dylan í mongum
lutum er lík tekstinum hjá
Brecht, sum Kurt Weill gjørdi
lag til. Sum tey flestu vita,
hevði Martin Luther King sum
aðalreglu ongantíð at brúka
harðskap. Skaldini eru ikki so
mjúk. Brecht letur frælsisskipið
skjóta býin í sor. Dylan er
samdur, men yrkir um ein meira
bíbilskan undirgang, tá hann um
fíggindarnar sigur, at teir:
— —
Eins og Faraos ætt
Skulu drukna í flóðini
Og sum Goliat skulu lúta
— —
Á veg frá tí siðbundna
Skyldur í huglag við ”When The
Ship Comes In” er ein annar
sangur - ”Chimes Of Freedom”
(Frælsiskim), frá plátuni Another
Side Of Bob Dylan, frá 1964.
Yrkjarin og ein fylgisneyti eru
úti, toran fer at ganga, og teir
kroka í einum kirkjudurum. Til
skaldið kemur tá, onkustaðni
millum sólsetur og midnátt,
ein varsjón ella víðsjón, har
dynjandi klokkuljóð, snarljós og
torubrestur renna saman, í eini
veldugari hugbirting bæði sær
og hoyrir hann klokkur ringja
- fyri frælsi, fyri frígering, fyri
lekidómi - til tey illa staddu
og einsamøllu, tey eyðmýktu
og happaðu, til hugsjónarfólk
og droymarar, til flóttafólk og
einsamallar gleðigentur:
— —
Far between sundown´s finish
an´midnight´s broken toll
We ducked inside the doorway,
thunder crashing
As majestic bells of bolts struck
shadows in the sounds
Seeming to be the chimes of
freedom flashing
Flashing for the warriors whose
strength is not to fight
Flashing for the refugees on the
unarmed road of fight
An´ for each and every underdog
soldier in the night
An´ we gazed upon the chimes of
freedom flashing
— —
Millum sangin um rættvísis
skipið og ”Frælsiskim” er ein
høvuðsmunur, sum eigur at verða
sæddur í sambandi við, at John F.
Kennedy bleiv skotin á ferð síni í
Dallas í Texas tann 21. november
1963. Eftir hetta vendi Bob
Dylan sær ímóti øllum hugsanum
um at brúka harðskap og tí yrkir
hann nú um klokkurnar, sum
ringja fyri teimum ”mildu” og
teimum ”hjartagóðu” og fyri
teimum stríðsmonnum ”whose
strength is not to fight”.
Grundtvig
Hugsar ein um, hvussu Bob
Dylan er búnaður sum skald, um
hansara kreativa framvøkstur,
er ”Chimes Of Freedom”
áhugaverdur sum dømi um
eina geil ella millumtíð, har
hann so líðandi flytir seg frá
tí siðbundna. Yrkingin er
bygd upp regluliga, har eru
seks ørindir við átta reglum í
hvørjum, 2. og 4. regla ríma, og
5., 6. og 7. regla bera somuleiðis
upp á rím. Samstundis sæst í
myndburðinum tekin til frávik,
til sprækna víðkan, eitt nú tá
ið skaldið letur kimini skyggja,
t.e. hann førir ljóð yvir í sjón og
fremur sostatt (eins og hansara
fyrimynd Rimbaud) sansabland
ella synestesi. Hetta kann
takast sum ein fyriboðan um
ta stórbroyting, sum hendir í
hansara skaldskapi miðskeiðis í
sekstiárunum.
Annars er at siga um ”Chimes
Of Freedom”, at henda yrking
er ikki viðfáningur, men ein
meginyrking, sum fær ein
at hugsa um danska skaldið
Grundtvig, sum í sálminum
”Sum ein føgur rósulund” (sum
Rólant Lenvig hevur týtt) eins og
Dylan - og Esajas profetur, sum
hevur blást anda í báðar - gevur
blindum og haltum uppreisn:
— —
Styrkni gomul, slitin knø,
boygdir ryggir rætni,
spretti sjálvt tey turru trø,
ellirukkur slætni ...
— —
Í seinasta ørindi letur Dylan
frælsisklokkurnar skyggja fyri,
sum hann tekur til ”hvørjum
sálarliga sperdum menniskja í
øllum alheiminum”:
— —
Tolling for the aching ones whose
wounds cannot be nursed
For the countless confused,
accused, misused, strung-out
ones an´ worse
An´ for every hung-up person in
the whole wide universe
An´ we gazed upon the chimes of
freedom flashing
— —
Spanskir styvlar
Til seinast fari eg at venda
aftur til sambandið millum
Dylan og kvæðaskaldskapin.
Bob Dylan er ein modernaður
yrkjari, sum við minniligum
tekstum og løgum hevur lýst
siðmenningina í heimsins mest
framkomna ídnaðarsamfelag,
hennara ruðuleika, rótloysi
og harðskap - og gjørt tað á
modernitetsins mangan mis
hátta og sundurstokna máli.
Men samstundis hevur hann
skapt tekstir, sum sipa aftur í
amerikanska vísutraditión og
miðaldar vísuskaldskap. Hann
sameinir sostatt tað modernaða
og tað fólksliga, almannamentan
og hámentan.
Eitt frálíkt dømi um hesa
sameining er teksturin ”Boots
Of Spanish Leather” (Styvlar
úr sponskum leðri), av plátuni
The Times They Are A-Changin´.
Sangurin er ein tvírøða millum
tvey, sum eru um at skiljast, og
vit koma skjótt eftir, at tað er
drongurin, sum verður eftir í
USA, meðan gentan skal fara
við skipi til Spania. Gentan spyr,
um hon ikki skal senda honum
okkurt tinganest heim til minnis
um seg, men drongurin vil einki
hava - uttan tað, at hon kemur
aftur óskadd. Tá ið hon spyr aftur,
svarar hann:
— —
O, um eg átti stjørnurnar úr tí
myrkastu nátt
og gimsteinar úr tí djúpasta havi
so læt tað alt fara fyri tín søta
koss
tí tað er alt meg lystir at eiga
— —
Eitt sorgblítt tok
Ikki fyrr enn í seinasta ørindi vil
drongurin bera fram eitt ynski
- og hann biður hana senda sær
”spanskar styvlar úr sponskum
leðri”. Eg fari at avmarka meg til
at nevna, at leður sum kunnugt
hevur sterkan anga, og at tann
spanski styvlin í miðøld var eitt
pínslutól.
Eitt annað verk, sum væl
vísir Dylans samband við
fólksins tónleikartraditión, er
blues-sangurin ”It Takes A Lot
To Laugh, It Takes A Train
To Cry” frá plátuni Highway
61 Revisited, frá 1965. Bæði
lag og tekstur eru eftir mínum
tykki dømi um næstan geniala,
stemningsvekjandi list. Partar av
tekstinum eru tiknir úr gomlum
blues-sangum, vit síggja tokið
koma framvið, minka ferðina,
so at eitt blint ferðafólk sleppur
uppí, sólin setir, mánin lýsir
gulur handan trøini, melankoliin
er fullkomin. Tær næstseinastu
reglurnar í sanginum - ”Eg vil
vera tín elskari, góða, eg vil
ikki vera tín harri” - eru Dylans
uppískoyti, ein heilsan kanska til
sekstiáranna kvinnufrígering.
Á Princeton University í mars 1965
Bertolt Brecht á Skovbostrand í Danmark í 1934. Brecht
var fyrmynd, tá Dylan í 1963 yrkti ”When The Ship
Comes In”