fríggjadagur 13. januar 2006síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 10 – 13. januar 2006
32
Lýs teg sjálvan við trimum
orðum:
Treiskur, sjálvironiskur og
róligur.
Hvat orð ella hvønn setning
nýtir tú oftast?
Put it there, if it weighs a ton
og fínt.
Hvørjum hyggur tú at hjá
hinum kyninum?
Eg hyggi at øllum, sum
lýsir eitt sindur av sjarmu.
Tað kann vera so nógv.
Eitt móðurmerki, smílið,
eygnabragdið. Alt sum ikki
ger kvinnuna bráðvakra, tí
at tað er troyttandi at hyggja
at; nakað sum at hyggja eftir
einum vatnglasi.
Hvussu langa tíð nýtir tú at
gera teg kláran um morgunin?
Eg brúki ein minutt at lata
meg í, tveir minuttir at busta
tenn og tveir minuttir at pissa.
Hvat stressar teg?
Ikki nógv, men um eg leggi
meg við síðuna av unnustu
mínari og varnist, at okkurt
er, sum eg ikki havi fingið
gjørt nøktandi, ja, so kann eg
kenna eitt vet av strongd, men
tað er onki, sum fær pulsin at
sláa dupult.
Hvat gleðir teg?
Eg plagi at gleðast um at
vakna um morgunin, og at
koma heim til míni kæru
eftir ein langan og stravnan
arbeiðsdag. Tað er heldur ikki
so galið, tá ið eg havi skrivað
okkurt, sum er gott. Tá hendir
tað seg, at eg gerist so fegin, at
eg fái mær eina øl.
Nær feldi tú seinast eitt tár?
Eg minnist ikki rættiliga, men
helst á onkrari jarðarferð.
Tær hava tað við at gerast so
syrgiligar, at eg ikki fái stýrt
tárunum.
Nær smakkaði tú tær seinast
á?
Tú, fríggjakvøldið fekk eg
mær nakrar øl og ein Job
(J&B)
Hvat var seinasta ynski, sum
tú fekst uppfylt?
Tað var, tá ið bókin við
plástrinum kom á marknaðin.
Hvar arbeiðir tú?
Tá ið eg ikki arbeiði á Frítíðar
skúlanum Stoffalág 60, skrivi
eg. Og øvugt. Annars er lívið
fult av fundum.
Hvørji ráð hevur tú til
fólk, sum ætla sær at gerast
rithøvundar?
At vera áhaldandi og treiskur,
at geva sær góðar stundir.
Hvat er besta uppfinningin
og hví?
Tað er uttan iva klemman og
blandimaskinan/uppvaski
maskinan.
Hvat hevur tú í lummunum
beint nú?
Eg havi lyklar, felliknív, penn,
pappír og ein ljósareyðan
tendrara.
Hvat er títt besta heimaráð?
Hvess knívarnar væl.
Hvør er stuttligast í Føroyum
og hví?
Unnustan Rannvá, tá ið hon
er í essinum, tí at hon dugir
at siga tað, sum sigast skal á
ein so skemtandi og lívligan
máta, at tú gerst yvirraskaður
og næsta stigið er látur, ja,
viðhvørt krampi.
Hvør er keðiligast í Føroyum
og hví?
Tað er uttan iva Jóannes
Eidesgaard. Hann hevur
eitt talent, tá ið talan er um
at síggja keðiligur út, og
so dugir hann eins væl og
Landsbankastjórin at siga
okkurt, sum ikki rínur við.
Hvussu ofta speglar tú tær?
Hvørja ta evigu einastu ferð,
eg hyggi í spegilin. Umleið 27.
sekund um dagin. Eru nøkur
long nasahár; eini 49. sekund.
Hvussu ofta ert tú hjá frisør?
Seinast, eg var og skar mær
av hárinum, var fyri tveimum
árum síðani, tá ið sonur
mín Mikkjal varð doyptur.
Næstseinast var fyri átta árum
síðani, tá ið hin sonur mín
Bartal varð doyptur. Annars
plagar unnustan at raka mær
grúkin við einum trimmara,
sum eg láni frá sjeikinum hjá
svigarinduni.
Hvør er tín stuttligasta
uppliving sum rithøvundur?
Tað var, tá ið eg á Listastevnu
Føroya saman við
amerikanska yrkjaranum
Ron Padgett las upp
á Kálvmannarætt við
Sandsvatn. Ein søgulig og
stuttlig uppliving.
Oddfríður
Marni
Rasmussen,
rithøvundur,
36 ár
»Eg spegli mær í 27 sekund«