Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-13, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. januar 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard Tahar Ben Jelloun, L’Islam expliqué aux enfants, 2002, Týtt: Lars Bonnevie, Hvad er Islam?, Samleren, 2005 Marokanski høvundurin Tahar Ben Jelloun vann sær altjóða frami í 1980 unum við virðisløntu skaldsøgunum Sandbarnet og Den hellige nat. Síðani fyrst í 90 unum hevur Jelloun gjørt vart við seg sum ein tann mest týðandi humanistiska røddin í almenna kjakinum í Fraklandi, tá talan er um innflytarar, flóttafólk, rasismu, leiklutin hjá islam í Europa og sínamillum virðing millum mentanir og átrúnaðir. Eitt av íkastunum hjá Jelloun til hetta kjakið er bókin Hvad er islam? Tá 11 ára gamla dóttir høv­ undan beint eftir 11. september 2002 spyr “Hvat er islam?”, má pápin byrja at greiða frá. Úrslitið gjørdist hendan bókin við sama heiti, sum er skipað sum ein íspunnin samrøða millum pápa og dóttir, har pápin fortelur um Koranin, profetin, søguna, mentanina og munin á trúnni og mátan, hon kemur til sjóndar. Og so vítt eg dugi at síggja, fær dótturin so erlig svar frá pápanum, sum til ber. Eisini tá hon spyr, um islam er ein tolerant trúgv ... Bókin virkar sera væl sum lætt lisin innleiðsla til islamiska upprunan og søguna fram til okkara tíð. Hartil er hon á tremur við upplýsandi viðmerkingum til nútímans eldfim evni. Høvundurin megnar serliga væl at varveita eina kritiska frástøðu til evnið, samstundis sum hann eggjar til størri forvitni og opinleika millum átrúnaðir. Høvuðsboðskapurin í bókini er, at í sær sjálvum er islam ein friðarlig, skilagóð og framburðssinnað trúgv, men at fanatisk menniskju – “ørvitisknokkar” – hava misskilt trúnna. Øll fanatisma stavar frá fávitsku, vil høvundurin bersøgin verða við. Hóast íspunna samrøðan kann tykjast eitt sindur tilgjørd í løtum, flytir hon lesaran munandi nærri eini fatan av, hví tað ikki ber til at skera allar muslimar yvir ein kamb. Viðmæli: Islam fyri byrjarar Høvundurin: Albert Camus Jens Boisen, Albert Camus – En introduktion, Gyldendal, 2005 So er enn ein bók í bókabúð­ unum um lívið og verkið hjá kenda høvundanum og heimspekinginum Albert Camus (1913-1960). Hesuferð er tað danski lektarin og høvundurin Jørn Boisen, sum við einari kronologiskari gjøgnumgongd setir sær fyri at vísa, hvussu Camus alt sítt lív royndi at sameina sítt lív, sín moral og síni skaldsligu verk. Bókin lýsir allar tríggjar tætt­irnar: tað stutta og næstan ófatiliga intensa lívsskeiðið hjá Camus, har hann kom í samband við tíðarinnar mest markantu persónligheitir og støðugt var í hornatøkum við tátíðar avgerandi politisku spurningar. Hansara moralfilosofi, sum framvegis beinrakið og viðkomandi setir orð á eksistentiellu spurningarnar hjá modernaða menniskjanum. Og seinast, hansara skaldsøgur, sum enn standa sum orginalir og gátuførir svartir diamantar í bókmentum í 20. øld. Hóast styrkin hjá Camus, sambært høvundanum, lá í hansara skalds­ ligu avrikum, aftrar hann seg ikki við at avdúka veikleikar í høvuðsverkunum, Den fremmede, Sisyfosmyten, Pesten og Faldet, men tekur tey upp í einum nýggjum, áhugaverdum kjaki. Jens Boisen hevur fyrr víst seg sum ein óvanliga vælskrivandi miðlara av týðandi persónum og teirra ritverkum, eitt nú við bókini um Milan Kundera, sum kom út í 2001. Við bókini Albert Camus – En introduktion prógvar hann enn einaferð, at eitt gátuført ritverk væl kann lýsast á ein atkomligan hátt uttan at nakað verður tikið frá tí. Viðmæli: Eitt innlit í drøggheimin Ingrid Bjarnastein Jakob Ejersbo, Nordkraft, Gyldendal, 2002 Danski rithøvundurin, Jakob Ejersbo, vann við skaldsøguni Nordkraft, bókmentavirðislønina “De Gyldne Laurbær”. Og hví henda æran fall júst honum í lut, skilir ein, tá bókin verður lisin. Nordkraft er um ein bólk av ungum fólkum, har hassj bara er ein púra vanligur partur av ger­ andisdegnum. Hon gongur fyri seg í Aalborg í Norðurjútlandi, og vit eru við á spælistaðnum “1000fryd” og ganga oman og niðan eftir nógv umrøddu høv­ uðsgøtuni í býnum, Jomfru Ane Gade. Bókin er býtt í tríggjar høvuðs­ partar, har hvør parturin snýr seg um ymiskar persónar, men har teirra lagnur á ein ella annan hátt renna saman at enda í bókini. Lýsingin av hassjumhvørvinum er rá, livandi og veruleikanær. Tá bókin verður lisin kennist tað næstan, sum ein er til stað­ar sjálvur. Ejersbo ger við søgu­ gongdini lesaranum greitt, at hassj og turvelvandi drøgg ofta eru nógv nærri einum sjálvum, enn ein er greiður yvir. Eisini hevur verið nevnt, at Nordkraft kann síggjast sum eitt danskt boð uppá Trainspotting hjá Irving Welsh, sum kanska er mest kend sum filmur. Í fjør gjørdi Ole Christian Madsen, sum millum annað er kendur frá at hava leikstjórnað røðirnar Taxa og Ferðaliðið, Nordkraft til film. Sjónleikararnir vóru rættiliga ungir og ókendir, og filmurin fekk góð ummæli. Sjálv bókin var, tá hon kom út í 2002, skýrd at vera ein tann besta danska bókin í langa tíð. Ella sum ummælarin á Politiken tók til “Den kan komme til at stå som 2000 årenes Hærværk”. Nú H C Andersen árið er farið afturum, er klárt at byrja Ibsen árið. Í 2006 eru tað 100 ár síðani norska leikskaldið Henrik Ibsen doyði. Hátíðarhaldið byrjar í morgin við eini gallaframsýning á Oslo Ráðhúsi, har The Ibsen Centennial Award verður latin kvinnuligum Ibsen tulkarum, m.a Githa Nørby og Vanessa Redgrave. Hátíðarhaldið heldur fram kring allan heimin restina av árinum við tiltøkum, sum skulu staðfesta týdningin av arvinum eftir Ibsen og brúka hann á ein dygdargóðan og nýskapandi hátt, sum tikið verður til á almennu Ibsen heimasíðuni www.norge.se/ibsen Virðislønta skaldsøgan Nordkraft eft­ir Jakob Ejersbo verður mett at vera ein tann besta danska bókin í langa tíð Ibsen ár Bókin Hvad er islam er ein upplýsandi íspunnin samrøða millum høvundan og 11 ára gomlu dóttrina Tahar Ben Jelloun er ein av mest týðandi humanistisku røddunum í almenna kjakinum í Fraklandi Albert Camus - Ein óvanliga væl skrivað og atkomilig bók um eitt gátuført lív og ritverk 33