Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-13, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. januar 2006síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 – 13. januar 2006 34 Fyri jól vóru greinar á Tinghelluni um dómaraskiftið í hægstarætti í USA. Hesa ferð heldur Kári á Rógvi fram við at lýsa, hvussu støðuna og uppgávuna hjá Hægsta rætti í USA, sum út frá stjórnarskipanini tekur støðu til stórar spurningar sum deyðarevsing og fosturtøku Amerikanarar vóru millum tey fyrstu at viðurkenna, at tað hevur týdning fyri lógina, hvør tulkar hana. Tey trettan londini høvdu seint í 1700-talinum gjørt uppreistur ímóti bretska konginum millum annað tí hann skattaði tey og tók ognir uttan orsøk og endurgjald, men eisini tí hann setti til viks partar av stjórnarskipan teirra, t.d. við at tilnevna harðrendar dómarar og at taka av rættin hjá vanliga fólkinum at døma sum løgrættufólk (juries). Hetta førdi við sær, at ameri­kanska grundlógin fekk ásetingar um valdsbýti og valds­avmarkingar, eisini um mannarættindi, um at vanlig fólk skulu vera við at døma, og at dómarar hjá samveldinum verða valdir eftir uppskoti frá forsetanum og eftir ráðuð og góðkenning frá senatinum – og at dómararnir skulu sita fyri lívstíð. Hægsti rættur og hægstu dómarar Í fjør tók Sandra Day O’Connor seg aftur sum dómari í hægsta­ rætti, tí maður hennara er sjúkur av krabbameini, og stutt eftir doyði forseti hægstarættar William Renquist. Hetta merkti, at tvey sæti vóru tóm. Tilsamans sita níggju dómarar í hægstarætti. Tríggir vóru vanliga mettir at vera ‘høgrivongurin’, harímillum Renquist. Tveir vóru mettir at liggja á miðjuni, teirra millum O’Connor. Hini fýra eru so ‘vinstrivongurin’. Hetta skal ikki misfatast. Dómararnir í ymsu bólkunum halda ikki altíð saman, og býta seg ymiskt sundur í ymsum sløgum av málum. Tey vinstrumegin hava ofta lyndi til at halda fast við einstaklingarættindini og tulka rættindi úr grundlógini, sum ikki standa nevnd, meðan tey høgrumegin ofta halda fast í upprunafatanina hjá stjórnarfedrunum rættindini hjá einstøku londunum (statunum) í samveldinum. Tað er heldur ikki so, at vinstrivongurin eru demokratar og hini republikan­arar – tveir av ídnastu dómarunum vinstrumegin eru John Paul Stevens, ið Ford forseti skjeyt upp, og David H. Souter, ið Bush eldri skjeyt upp. Fyri Renquist eydnaðist Bush yngra at fáa John G. Roberts valdan hægstarættarforseta. Summir senatorar royndu at steðga góðkenningini, men ringt var at seta fingur á valevnið, tí hann dugdi sera væl at svara fyri seg, segði seg bert vilja halda seg til lóg og fordømi, og hevði fyri tað mesta áður verið innanhýsis ráðgevi og tí lagt lítið eftir seg av skjølum, ið kundu avdúka, hvat hann helt um ávísar spurningar. Øðrvísi er við Samuel Alit dómara. Hann hevur í mong ár verið dómari og hevur tí skrivað nógvar dómar og ‘fatanir.’ Hetta er helst torført at skilja hjá føroyingum, tí vanliga ána vit ikki, hvat dómarar halda. Dómarar og umboðsmenn hjá okkum skriva vanliga millum nakrar fáar reglur og knappa síðu av grundgevingum, sum í stíli leggja upp til, at hetta er einasta hugsandi grundgeving og úrslit. Hvussu øðrvísi hetta er í USA, sæst millum annað av dómunum í málinum Planned Parenthood v. Casey. Staturin Pennsylvania hevði ásett í lóg, at kvinnur skuldu boða ektamanninum frá, áðrenn tær bóðu um fosturtøku. Hægstirættur segði lógina vera ímóti grundlógini hjá samveldinum, men í dóminum hjá 3. kærudómstólinum hevði Alito, ið har sat, eina aðra fatan av spurninginum um fráboðan. Hann segði, at “Pennsylvania hevur av røttum áhuga í at fremja áhugan hjá manninum í lagnuni hjá fostrinum.” Men hann var tó samdur í, at samtykta lógin ikki livdi upp til tey krøv til fosturtøkulóggávu, sum serliga áðurnevnda Sandra Day O’Connor hevði orðað í fleiri dómum. Og tað sigur ikki so lítið um hvønn týdning Samuel Alito kann fáa, tí heldur enn at skula tulka O’Connor, fer hann nú at sita í hennara sessi og vera við at skriva dómar, sum aðrir dómarar skulu tulka. Tað kann henda seg, at ‘høgrivongurin’ verður styrktur og bert ein dómari verður eftir ‘á miðjuni.’ Hoyringar í senatinum Mánadagin hitti Alio so á fyrsta sinni senatorar alment og slapp at siga frá hugsanum sínum. Áðrenn tað hevði hann hitt teir einsæris. Stuðlar hansara vísa á, at hann er sera dugnaligur løgfrøðingur, og at senatið fyrr í semju hevur góðkent hann sum dómara í kærudómstóli. Men fleiri senatorar ivast í honum. Edward Kennedy, bróðir John F. Kennedy forseta sála, hevur millum annað funnist at fatanum, ið Alita hevur havt viðvíkjandi rættindunum hjá forsetanum. Tað stendur áhaldandi stríð um valdið hjá forsetanum sum ‘commandor- in-chief’ og annars sum ovasti útinnandi myndugleiki. Mál av hesum slagi hava verið avhoyringar í Guantanamo leguni og avlurtingar av mistonktum terroristum í USA. Dianne Feinstein sena­tor­ur og onnur løgdu í hoyr­ing­ unum stóran dent á fostur­ tøkuspurningarnar. Millum annað vístu tey á, at Alito hevði verið partur fyrisitingini hjá Reagen og í umsókn síni hevði skrivað, at hann var ímóti Roe v. Wade, tí fyrsta dóminum, ið fann at samveldisgrundlógin tryggjaði rætt til fosturtøku í summum førum. Alito heldur nú uppá, at hann í síni tíð arbeiddi fyri Reagan og tí umboðaði hansara sjónarmið, og tó at hann hevur sínar egnu fatanir av summum málum, so hevur hann stóra virðing fyri fordømum og fer at halda seg til teirra. Á amerikanskum lógarmálið tosa tey um ‘stare decisis’ – at halda fasta við tað longu avgjørda. í hoyringini legði dómaraevnið stóran dent á at vilja halda seg til hesa fatan. Alioto segði hinvegin, at sum advokatur fyri ávíst sjónarmið, noyddist hann at finna argument, ið talaðu fyri at broyta venjuna hjá hægstarætti. Tí hevði hann sum advokatur roynt at finna grundgevingar ímóti at lesa grundlógina soleiðis, at hon forðar tí almenna at avmarka forsturtøku. Alito noktaði at svara spurn­ ingum, ið gjørdust ov ítøkiligir. Millum annað vildi hann ikki siga, hvussu hann hevði atkvøtt, tá atkvøðuuppteljingin í Florida á sinni var løgd fyri hægstarætt at avgera. Heldur ikki vildi hann svara alt ov almennum spurningum, men segði fer eftir fer, at ‘hatta krevur, at vit hava greiðu á fleiri faktiskum spurningum í málinum’ ella ‘hatta hevði so verði spurnigur um at tulka lóggávuna’. Hvussu skulu vit gera? Fyri okkum í Føroyum, sum dúgliga kjakast um stýris­ skipanar­lógina, um kanska at samtykkja nýggja stjórnarskipan, um rættindi hjá bólkum og einstaklingum, er tað sera viðkomandi at fylgja við í hesum hoyringum, millum annað á www.cnn.com” www.cnn.com, har brot úr hoyringunum eru at finna. Lógin sjálv er tigandi, hon fært bert rødd við tí, sum dómarin sigur. Tinghelluanalysan: Alito í andglettinum í Senatinum Samuel Alito, sum Bush vil hava til nýggjan dómara í Hægstarætti Frá hoyringini í kongressini, har Alito hevur verið noyddur at svara mongum spurning­um frá senatorum úr báðum flokkunum Kári á rógvi