Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-13, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. januar 2006síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 10 - 13. januar 2006 Skipaeftirlitisfólk Skipaeftirlitið søkir eftir einum skipaeftirlitsfólki Starvið er í høvuðsheitum skrivstovuarbeiðið/málsviðgerð og inniber m.a. hesar uppgávur: • Umsiting og eftirlit við undirveitarum • klassaeftirlit • málsviðgerð og uppfylging av sýnum • luttaka í tvørgangandi uppgávum á Skipaeftirlitinum, undir hesum verk- ætlanum Førleikakrøv: • Til starvið krevst viðkomandi utbúgving sum t.d.: • skipsverkfrøðingur • verkfrøðingur sum er serkønur innan sjóvinnu • maskinmeistari við víðkaðum maskinmeistaraprógvi og sjóvinnubrævi sum skipsmaskinstjóri, STCW III/2 • góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli Ynskiligt er, at umsøkjarin hevur starvsroyndir. Fyrimunur er, um umsøkjari hevur kunnleika til góðskustýring (kvalitetsstýring), ISM og ISPS. Í starvinum er møguleiki at fáa eftirútbúgving innan viðkomandi arbeiðsøki. Setanartreytir: Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin í løtuni er Skipaeftirlitið í Miðvági. Tann, ið settur verður, má tí kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum. Umsóknir: Umsóknir saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera Skipaeftirlitinum í hendi í seinasta lagi 1. februar 2006, kl. 14.30. Umsóknir skulu sendast til: Skipaeftirlitið, Postsmoga 26, 370 Miðvágur Fyrispurningar viðvíkjandi starvinum fáast við at ringja til Skipaeftirlitið á tlf. 355600 og tosa við Óla Hans Hammer Olsen, deildarstjóra. Skipaeftirlitið FAROESE MARITIME AUTHORITY MINISTRY OF FISHERY AND MAITIME AFFAIRS Dagrøktarar til Tórshavnar Kommunu Tórshavnar kommuna søkir við hesum eftir dagrøktarum. Vit bjóða eitt sera sjálvstøðugt og fjølbroytt starv, har tú fært hollan stuðul frá kommunalu skipanini. Fyri at kunna hava børn í dagrøkt er neyðugt, at hølini har børnini verða ansað eru hóskandi. Møguleikar skulu vera til uttandura virksemi. Setanarviðurskifti Dagrøktarar eru løntir eftir sáttmála við Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Ein triðingur av lønini verður roknaður sum útreiðslur í sambandi við dagrøktina og er tí skattafríur. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Marjun Midjord, dagrøktarleiðara, tlf. 302010, lokal 1089, teldupost: Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og møguligum viðmælum skulu sendast Dagrøktarskipanini, postboks 32, FO-110 Tórshavn. marjun@torshavn.fo ella við at fara inn á heimasíðuna www.torshavn.fo/leysstorv. Dagrøktarin hevur vanliga 4-5 børn í sínum egna heimi. Hetta gevur tí einstaka barninum tryggar karmar í heim- ligum umhvørvi. Til ber at laga gerandisdagin eftir tí tørvi, sum einstaka barnið hevur. Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 4018, Sp/f 1.8.2005, 100 Tórshavn. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Eyðun Andrias Jespersen, Bóndaheygur 11, 100 Tórshavn Innkomin sum likvidator: Annfinn V. Hansen, adv., Bryggjubakki 22, 100 Tórshavn Átekning: Felagið er tann 05.01.2006 farið í sjálvbodna likvidatión Skráseting Føroya tann 12. januar 2006 Kristin Balle _______________________ Lesið Sosialin - so eru tit við