Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-13, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. januar 2006síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 13. januar 2006 37 Frá Sunda kommunu Pedagogur til Dagstovnin á Flatinum Søkt verður eftir einum pedagogi 30 tímar um vikuna til frítíðarstovuna á Bakka, at byrja 13. februar ella eftir nærri avtalu. Her ganga 80 børn í aldrinum 0-10 ár: 2 vøggustovur, 3 barnagarðsstovur og 1 frítíðarstova. Vit eru 20 starvsfólk við pedagogum á hvørjari stovu, men vit mangla ein pedagog á Bakka. Tí søkja vit eftir einum ágrýtnum, sjálvstøðugum og álítandi persóni við góðum samstarvsevnum. Um stovnin: Stovnurin, sum bert er 1/2 ára gamal, hevur alt sum ein nútímans dagstovnur skal hava. Hvør barnastova er ein sjálvstøðug, vælútgjørd eind við egnari inngongd, umframt eitt stórt felagsrúm, viðtaluhøli/serstova og ymisk verkstøð. Økið uttanfyri er stórt við nógvum møguleikum, og stovnurin liggur sera væl fyri, beint við haga og fjøru, bussambandi, fimleikarhøll og svimjihøll. Vit kunnu bjóða eitt áhugavert starv, har tú saman við øðrum pedagogum og hjálparfólkum fært møguleika fyri at byggja upp eitt spennandi pedagogiskt umhvørvi á einum nýggjum stovni. Setanarviðurskifti Starvið verður sett 13. februar ella eftir nærri avtalu. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara- felagið. Meira fæst at vita um starvið við at tosa við Rosu Prestá leiðara á tlf. 471030/227852 ella Sólrún Dam varaleiðara á tlf. 471034. Umsókn saman við avriti av prógvum og viðmælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 25. januar 2006 og sendast til: Dagstovnurin á Flatinum Skúlavegur 9 400 Oyrarbakka Starvsfólk søkist til arbeiði uttanlands 2006 Vit sóknast eftir nógvum dugnaligum fólkum til arbeiði uttanlands. Vit søkja eftir maskinmeistarum, maskinsmiðjum, rørleggjarum ella fólki við royndum innan nevndu fak. Upplýsing um arbeiði fáast við at venda sær til: 370 Miðvágur Tlf. 332 422 • Fax 333 222 Ella skriva ein teldupost til jakup@oilwind.fo Hølir til leigu Í bygningi okkara á matr. 252b, har Bónus heldur til, verða 700 fermetrar bjóðaðir út til leigu. Hølini eru væl egnað til handlar, kontór, goymslur ella okkurt heilt annað. Hølini kunnu leigast partvís ella undir einum. Stórt parkeringsøkið til kundar er runt um bygningin. Nógv ferðsla er dagliga inn á økið til nýggja Bónus handilin og umstøðurnar til aðrar handlar er framúr góðar. Vit vilja luttakað í at byggja um- ella tillaga hølini til røttu leigararnar. Bygningurin liggur við høvuðsvegin til og frá flogvøllinum. Áhugað kunnu venda sær til: 370 Miðvágur Tlf. 332 422 • Fax 333 222 Ella skriva ein teldupost til jakup@oilwind.fo Fíggjarfulltrúi til Føroya Náttúrugripasavn Í sambandi við, at okkara fíggjarfulltrúi fer úr starvi, verður starvið hervið lýst leyst at søkja. Føroya Náttúrugripasavn er stovnur undir Mentamálaráðnum og fevnir um Plantusavnið og Djórasavnið, ið hava til endamáls at granska, savna, varðveita, handfara og framsýna landsins náttúrufrøðiligu virðir. Viðkomandi verður samstundis skrivari fyri stjóra og deildarleiðarar og skal eisini kunna taka lut í øðrum arbeiði á Náttúrugripasavninum. Førleikakrøv Kravt verður, at umsøkjarin hevur: • royndir innan bókhald • góðan kunnleika til føroyskt og enskt mál • góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt • góð samstarvsevnir • fyrimunur er, um viðkomandi hevur kunnleika til nýggju FSL skipanina og starvsroyndir innan økið. Treytir Setanartreytir og løn verður sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsókn Umsóknir, við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, mugu vera Føroya Náttúrugripasavni í hendi í seinasta lagi 1. februar 2006. Umsóknir skulu sendast til: Føroya Náttúrugripasavn V. U. Hammershaimbsgøta 13 100 Tórshavn Eru fyrispurningar um starvið - ring til Náttúru- gripasavnið á tlf. 352320 og tosa við Dorete Bloch, stjóra. Bakaralærlingur Søkt verður eftir bakaralærlingi. Lærutíðin er 4 ár, harav 35 vikur á tekniskum skúla í Danmark Arbeiðstíðin er mest um dagin, hóast nakrar náttarvaktir eru. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til okkara og spyrja eftir Eli Andreasen. c/o Vørður Hoyvíksvegur 65 Tlf. 598838 ella 312161 Tíðaravmarkað starv er leyst at søkja 1 starv fyri lærara í barnsburðarfarloyvi 10 t/v frá 6. februar og skúlaárið út. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Nærri fæst at vita um starvið frá 1. læraranum á tlf. 422245 ella 212245. Umsóknir skulu verða skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi 23. januar 2006. Viðlegg ljósrit av prógvi og møguligum viðmælum. Send umsóknina til: Óla Jákup Joensen, skúlaleiðara Eggjarvegur 19 FO-520 Leirvík Sunda Kommunu