Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-13, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. januar 2006síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 152 - 13. august 2005 Arbeiðshandskar til øll endamál - bæði á sjógvi og landi Landsins størsta úrval frá eingangshandskum til fóðraðar Japan-handskar Beinleiðis frá framleiðara Sosialurin 311820 spf Sosialráðgevi/ Sosialformidlari til Barnaverndar- tænastuna í Suðuroy Í sambandi við at kommunurnar hava yvirtikið barnaverndarøkið, er eitt fulltíðarstarv ella 2 parttíð- arstørv sum sosialráðgevi/sosialformidlari í barna- verndarumsitingini i Suðuroya øki leyst at seta skjótast gjørligt. Barnaverndarumsitingin heldur til á ráðhúsinum í Tvøroyrar Kommunu og skal fyribils virka við tveimum fólkum. Uppgávurnar verða at røkja barnaverndarmál, gomul eins og nýggj, innan fyri rammurnar í barnaverndarlógini. Vit vænta at tú: • Hevur viðkomandi útbúgving ella royndir frá arbeiði við málsviðgerð í eini almennari fyri- siting. • At tú er fleksibul og er góð/ur at samstarva við. • At tú er ábyrgdarfull/ur, kann arbeiða sjálvstøðugt og móti einum úrsliti. • At tú hevur yvirblikk og ein professionellan hugburð til tey mál, tú arbeiðir við. • At tú er nærverandi og hevur umsorgan fyri tørvinum hjá tí einstaka barninum. • Innlit í og royndir við barnaverndararbeiði er ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Vit bjóða: • Eitt spennandi og umskiftiligt arbeiði. • Avgerðarheimild í størri mun. • Møguleika fyri flekstíð og at arbeiða heimanífrá. • Løn við útgangsstøðið í tínum førleikum og galdandi sáttmála við viðkomandi felag. Nærri upplýsingar fáast við at venda seg til leiðaran á Barnaverndarumsitingini á tel: 371085 ella teldupost: susanne@tvoroyri.fo Umsókn við viðkomandi prógvum verður at senda til: Tvøroyrar Kommuna Postboks 80 FO 800 Tvøroyri Mrk.: Starv barnaverndarumsitingin Umsóknarfreist: týsdagin tann 31. januar 2006. Í umsóknini verður viðmerkt um ynskt verður fulltíðar- ella parttíðarstarv. Felags barna- verndartænastan fyri Fuglafjarðar- og Leirvíkar kommunu er at hitta yrkadagar frá kl. 8.00-16.00 á tlf. 210806. Uttanfyri hesar tíðir ber til at koma í samband við barnaverndarnevndina á tlf. 215006. Fuglafjarðar kommuna, barnaverndartænastan Roknskaparleiðari Søkt verður eftir roknskaparleiðara til Bakkafrost. Viðkomandi, ið settur verður, skal hava viðkomandi royndir og útbúgving. Áhugaði biðjast senda skrivliga umsókn saman við prógvi til: Bakkafrost, Bakkavegur FO-625 Glyvrar ella til: regin@bakkafrost.com Bakkafrost fæst við smolt, aling og framleiðslu av laksi og liðugvørur úr laksi. Framleiðslan er støðug, og tað starvast umleið 120 fólk í samtakinum. So at siga øll sølan er til útflutnings. Børn, sum skulu í 1. flokk í Adventistaskúlanum eftir summarfrítíðina, verða innskrivað týsdagin 17. januar 2006 frá kl. 16.00-17.30. Havið dóps- ella navnaseðil við. Adventistaskúlin www.skulin.fo/adv – tlf. 313260