mánadagur 16. januar 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 11 - 16. januar 2006
Kári P. Højgaard vil
ikki svara beinleiðis
uppá, um heimasíðan
hjá Jón Ellendersen
skal fáa avleiðingar
fyri hann innanfloks í
Sjálvstýrisflokkinum
KJAK
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Nógv kjak var í seinastu
viku um tali- og skrivi-
frælsi í kjalarvørrinum av
myndunum hjá Ole Wich,
har hann m.a. samantvinnar
Merkið og orðið »homo-
FObia«.
Eisini varð ein heimasíða
latin upp, har Ole Wich
sum persónur varð sera ó-
gvusliga hartaður og niðr-
aður og samanborin við
fleiri óhugnaligar persóns-
menskur og fyribrigdi úr
heimssøguni, m.a. Mao og
Auschwitz.
Maðurin, sum stendur
aftan fyri hesa heimasíð-
una, er Jón Ellendersen, og
hann var til seinasta løg-
tingsval uppstillaður fyri
Sjálvstýrisflokkin. Haraft-
urat eru innlegg frá honum
eisini at síggja á heimasíðu
floksins.
Kári P. Højgaard, ting-
limur og formaður Sjálv-
stýrisfloksins, vil tó ikki
gera stórvegis viðmerking-
ar, um heimasíðan hjá Jón
Ellendersen skal fáa avleið-
ingar fyri hann.
- Nú eru so nógv farin úr
Sjálvsstýrisflokkinum, at
nú kunnu ikki so nógv vera
eftir, svaraði Kári P. Høj-
gaard skemtandi, tá Sosial-
urin spurdi hann, um møg-
uligar sanktiónir kundu
koma upp á tal.
Kári P. Højgaard, sigur, at
sjálvur metir hann kjakið í
sein-astuni hava verið ótrú-
liga langt úti í heila tikið,
sum hann orðar seg, og
kallar samstundis kjakið
sera einvíst og heldur stóra
slagsíðu
vera
í
orða-
skiftinum uttan at fara
nærri inn á, hvat hetta
merkir.
- Málið er skúmað upp,
og orðaskiftið er uttan pro-
portiónir, og hetta hevur
fylt alt ov nógv. Eg taki
undir við hvørgum av
teimum, sigur tinglimur
Sjálvstýrisfloksins, tá hann
verður spurdur, um hann
metir mun vera á tí, sum
Ole Wich og Jón Ellend-
ersen hava gjørt. Kári P.
Højgaard leggur tó afturat,
at hann metir Merkið vera
heilagt fyri føroyingar og
sipar til krossin í Merki-
num.
- Tað er altíð óheppið, tá
eitt kjak fer av sporinum,
og í hesum førinum er tað
farið sporinum í báðum
førum, sigur Kári P. Hø-j-
gaard.
Tað er sostatt ikki greitt,
um heimasíðan hjá Jón Ell-
endersen fer at fáa avleið-
ingar fyri hann í partapolit-
iskum høpi.
Útspillingin ikki avleiðingar
í Sjálvstýrisflokkinum
Nógv fólk var í bý-
num í Havn hetta vik-
uskiftið, men av Poli-
tistøðini verður tó
ikki boðað frá stór-
vegis tíðindum um, at
fólk skulu hava verið í
hornatøkum.
LØGREGLUTÍÐINDI
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Tó er tað meira meira enn
so komið fyri, at løgreglan
hevur skrivað sær okkurt
niður í sínar rapportir hesar
seinastu næturnar.
Vikuskiftið
byrjaði
annars við, at tað var veðr-
ið, sum ikki skikkaði sær
serliga væl. Nógvastaðni
var vindurin hvassur, og
takplátur vórðu rivnar av
húsum
í
Suðuroy
og
Klaksvík.
Leygarmorgunin
stutt
fyri klokkan fýra varð ein
persónur tikin fyri rús-
drekkakoyring í Havn, og
klokkan hálvgum fimm
vóru aftur boð eftir yvir-
vøldini, tá ein maður gjørdi
seg inn á ein hýruvogn.
Maðurin er skuldsettur og
kann vænta sær eitt bræv
frá fútanum.
Hesa somu náttina var
eisini boðað frá harðskapi,
sum kostaði einum eina
tonn. Talan var helst um
tveir mans, sum klandrað-
ust um eina gentu.
Harafturat varð ein brút-
ur brotin við Verkstaðið
Vón, sum saman við Frí-
merkjadeildini tykist at
vera vorðið eitt slag av til-
haldsstaði hjá fleiri ungum
um næturnar.
Í leygarkvøldið varð ein
maður, sum einki koyrikort
hevur, av tí tað er frádømt,
tikin fyri at koyra ávirk-
aður. Klokkan hálvgum
seks sunnumorgunin varð
aftur ein maður tikin fyri at
koyra fullur.
Harafturat varð ein fimt-
an ára gamal drongur, sum
júst hevði keypt sær bil, tik-
in fyri sjálvur at koyra
hann, og tað er ikki nakað,
sum løgreglan sær ofta,
verður sagt av Politistøðini
í Havn.
Fimtan ára gamal tikin av løgregluni
Kári P. Højgaard sær ikki
mun á tí, Ole Wick og Jón
Ellendersen hava gjørt
700 fólk hava ognað
sær atgongumerki
til konsert hjá Eivør
í Wien
MENTAN
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Í dag fór Eivør Pálsdóttir
til Eysturríkis, har hon
skal hava tríggjar kon-
sertir saman við Bill
Bourne. Fyrsta konsertin
verður hóskvøldið kl.
19.30 í Mozarthøllini í
Konserthúsinum í Wien,
sum tekur 700 fólk. Kon-
sertin er ein liður í einum
verkætlan, har dugnalig-
ur ungdómur úr ymsum
oyggjasamfeløgum fær
høvi at vísa síni kynstur.
Konsertin er útseld.
Tann næsta konsertin
verður á Porgy & Bess í
Wien fríggjakvøldið kl.
20, og triðja konsertin
verður á Treibhaus í Inns-
bruck mánakvøldið kl.
20.
Týsdagin 24. januar
seta Eivør og Bill kósina
ímóti Glasgow, har tey
mikudagin og hósdagin
halda konsertir á kenda
Skotska
festivalinum
Celtic Connection.
Í gjár sang Eivør í
Norðurlandahúsinum á
25 ára jubileumskonsert-
ini hjá Yggdrasil.
Eivør útseld í Wien