mánadagur 16. januar 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 16. januar 2006
5
Oljan verður
grundarlagið undir
framtíðar vælferðar
samfelagnum í
Føroyum heldur
stjórin hjá Anadarko
í Føroyum, Johan
Mortensen.
Oljuleiting
Eitt av oljufeløgunum, sum
er við til at bora gjøgnum
basaltfláirnar í føroysku
undirgrundini í ár og kom
andi ár, er Anadarko. Før
oyski stjórin í felagnum,
Johan Mortensen sær fram
við stórum spenningi, at
Anadarko kann vera við til at
finna fyrstu føroysku oljuna.
Sjálvur hevur hann verið við
í oljutilgongdini frá byrjan,
fyrst hjá Amerada Hess og
nú hjá Anadarko. Hann kom
tíðliga í samband við Richard
Hardmann,
navnframa
Amerada Hess stjóran. Ric
hard fekk yvirtalað Johan
Mortensen at gevast við
fiskasøluarbeiðinum fyri
heldur at gerast fyrsti før
oyski umboðsmaðurin hjá
AMERADA HESS. Johan
hevði altíð ta sannføring,
at oljuvinnan skuldi gerast
føroysk og fekk hann feløgini
í sínum bólki at taka inn
sonevndar ”trainees”. Einir
15 føroyingar nýttu høvið at
starvast hjá einum oljufelag í
bólkinum í nakrar mánaðar.
Tað skilst, at hetta var stak
væleydnað.
Richard Hardman bar
eisini so í bandi í oljusam
takinum, at Johan Mortensen
fekk eina holla skúling í
mongum, sum hevur við
oljuvinnu at gera, líka frá
geologi til marketing av
gassi.
Einki stendur í stað og
tíðir skifta. fekk Johan boðið
at gerast stjóri hjá Anadarko
Faroes Company og tók hann
av. Anadarko er komið sera
væl fyri, nú tað verður partur
av báðum brunnunum, sum
verða boraðir.
Johan Mortensen er sera
fegin um hetta og er eisini
varisliga bjartskygdur fyri
møguleikunum at finna olju
og gass í summar.
Johan hevur ongantíð
dult sína hugsan um, at
tað verður oljan, sum
veruliga fer at fáa Føroyar
fram á altjóða pallin og
sum fer at cementera væl
ferðarsamfelagið.
Umframt Anadarko er
Johan Mortensen framvegis
aktivur við útflutningi
av fiski gjøgnum felag
sítt BALDUR sum eisini
umboðar fleiri cruise skip
og so sjálvandi hitt áhuga
mál hansara Restorffs
Bryggjarí og alt, sum hevur
við gastronomi og menning
av føroyskum matvørum at
gera.
Oljan skal tryggja
vælferðarsamfelagið
Johan Mortensen hevur verið við í oljutilgondini hesi seinastu
10 árini