Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 – 16. januar 2006 5 Framtaksgrunnurin havnaði í farnu viku keypstilboðnum frá føroyska konsortinum av upsareiðarum. Faroe Seafood Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað verður ikki samtakið av føroyskum upsareiðarum, sum keypir Faroe Seafood. Sam­takið gav í heyst eitt óbindandi tilboð áljóðandi 80 mió kr. fyri samanløgdu fyritøkuna, sum nú telur bæði Fiskavirking og Faroe Seafood. Í samtakinum eru Dánj­ al Jacobsen og Tumm­as Christophersen úr Vest­ manna. Jónsvein Knudsen og Ragnar Olsen úr Runavík. Anfinn Olsen úr Fuglafirði og Tummas Justinussen úr Havn. Ikki áhugi fyri 20% Tað er Corporate Finance deild­in hjá KPMG í Danmark, sum hevur tikið sær av sølu­ til­gongdini, og í samráð við hesar varð upprunaliga boðið hækkað í 100 mio kr. Í hesum var tó roknað, at Framtaksgrunnurin fram­ veg­is skuldi eiga 20% av parta­peninginum, og tí var veruliga boðið her 80 mió kr. fyri 80% av partapeninginum ístaðin fyri ætlaðu 100%. – Tað aftursvarið, sum vit hava fingið, bendir ikki á, at Framtaksgrunnurin er áhugaður í at selja til hendan prísin. Og sum vit hava skilt tað, so eru tey heldur ikki ser­liga áhugað í at selja minni enn 100%, um ein søla skal gerast veruleiki, sig­ur Ragnar Olsen, sum er ein av limunum í keyparaskaranum. – Hugskotið hjá okkum við hasum 20% var ann­ars, at við hesum kundi Fram­ taksgrunnurin fáa ágóðan av eini møguligari kurs­ hækk­an av felagnum, um rakst­rarliga gongdin hevði verið nøktandi. Men tað hevði so ikki áhuga. Ikki tí, tað er sjálvandi eitt val, sum grunnurin hevur tikið, og tað hava tey jú fullan rætt til. Tað stendur heldur ikki um lív hjá okkum at fáa fatur á fyritøkuni. Men vit halda eina einskiljing av fiskivinnuni á landi vera týdningarmikla, og tí hava vit lagt eitt boð inn, sigur Ragnar Olsen. Sjálvur var Ragnar Olsen ikki við í samtakinum, sum fyri einum ári síðani beyð góðar 100 mió kr. fyri Fiskavirking einsamalt. Og tí vil hann illa koma við ítøkiligum orsøkum til stóra prísfallið, sum hevur verið síðani. – Tað fái eg so ikki tikið støðu til. Men boðið hjá okk­ um svarar so nøkunlunda til innara virðið hjá fyritøkuni tann 31. desember 2005. Og tað er so tað, sum vit hava valt at bjóða. Eingin viðmerking Dagmar Joensen er nevnd­­­arformaður í Fram­ taksgrunninum, men hon sigur seg ongan viðmerking hava til málið. – Frá okkara síðu er sum so einki nýtt í hesum málinum. Vit eru í samskifti við møguligar keyparar, er einasta viðmerkingin, sum eg havi til málið, var svarið frá formanninum. Heldur ikki vil Dagmar Joen­sen gera viðmerkingar til, hvørt hetta skal skiljast so, at talan eisini um aðrar áhugaðar keyparar. Ella hvørt tað vóru onnur viðurskifti enn prísurin, sum vóru avgerandi fyri støðutakanina hjá Framtaksgrunninum í hesum málinum. Boðið til Framtaksgrunnin fyri Faroe Seafood samtakið er kavað við eini helvt, síðani grunnurin fyri ári síðani takkaði nei til tvey boð upp á ávíkavist Fiskasøluna og Fiskavirking Faroe Seafood Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo »Í útgangsstøðinum hevur flakavinnan onga sum helst framtíð í Føroyum«. Somikið kontan var útmeldingin, tá menningarstjórin hjá Føroya Tele, Tróndur Djurhuus, á flokstingi Tjóðveldisfloksins í vár kom við sínum íkasti til kjakið um menning av framtíðar Føroyum. Hørð orð mundu fleiri halda, men spurningurin er samstundis, hvørt hetta ikki bert var kaldi veruleikin. Í øllum førum má stað­ festast, at nógv tann størsta fyritøkan í høvuðsvinnuni er skramblað niður í virði hetta seinasta árið. Fyri góðum ári síðani fekk Fram­taksgrunnurin tvey boð upp á Fiskavirking og Fiskasøluna, sum tá vóru tvey sjálvstøðug virði. Sam­ laða boðið var tá á leið 160 mió kr., men ta ferðina vildi Fram­taksgrunnurin ikki selja. Einamest, tí grunnurin tá var ígongd við at fyrireika søluna av ognunum, og tí ikki helt tað vera rætt at selja, uttan at vøran var bjóðað út at kalla. Í táverandi boðnum fyri Fiska­virking einsamalt var ætlaði keypsprísurin góðar 100 mió kr. Tað er væl meira, enn somu keyparar nú vilja lata fyri bæði virkini, og tað gevur eina greiða ábending um, hvønn vegin søluvirðið á føroyskari flakavinnu er farið. Við at hyggja at rokn­skap­ ar­tølunum er eisini skjótt at staðfesta, at virðið á fiska­ pakkanum er vorðið alsamt minni seinnu árini. Seinastu fýra roknskaparárini – tá er 2005 ikki íroknað – er netto­sølan hjá samtakin um minkað við nærum 40%. Úr 1,452 mia kr. í 0,884 mia kr. Minkandi peninga­streym­ urin ger tað eisini munandi truplari at geva eitt nøktandi av­kast til fyritøkuna, og sjálvt úrslitið er eisini stútt og støðugt kavað niðureftir. Eisini hóast úrslitið fyri 2004 var ávirkað av kostnaðunum, sum samanleggingin hevði við sær. Enn er roknskapurin fyri 2005 ikki liðugur. Men sam­laða keypsboðið upp á 80 mió kr.gevur greiða ábending um, at ársúrslitið avgjørt ikki er nakað at reypa av. Heldur ikki, hóast boðið seinni varð hækkað til 100 mió kr. Nominelli ognarparturin hjá Framtaksgrunninum í Faroe Seafood er 110 mió kr. Høvuðs– og lyklatøl tkr. 2001 2002 2003 2004 Fiskavirking Fiskasølan Samanlagt Fiskavirking Fiskasølan Samanlagt Fiskavirking Fiskasølan Samanlagt Fiskavirking Fiskasølan Samanlagt Søla 687.601 764.515 1.452.116 616.508 621.832 1.238.340 515.774 497.664 1.013.438 442.562 441.747 884.309 Brutto– vinningur 160.532 19.533 180.065 170.038 19.181 189.219 145.103 19.042 164.145 138.861 14.848 153.709 Úrslit áðrenn skatt 18.581 2.929 21.510 17.078 5.655 22.733 2.345 –5.212 –2.867 –15.786 –33.944 –49.730 Egin– peningur 103.721 66.224 169.945 114.799 68.093 182.892 117.144 61.999 179.143 101.358 38.847 140.205 Skuld 119.918 68.949 188.867 123.122 22.618 145.740 132.669 37.281 169.950 145.565 63.618 209.183 Eginpenings –avkast 18 4 15 8 2 –8 –16 –59 Soliditetur 46 49 48 75 47 53 41 38 Virðið er kavað Upsareiðararnir fingu ikki Fiskasøluna Enn er Faroe Seafood ogn hjá Framtaksgrunninum. Grunn­urin havnaði einum keypstilboðið áljóðandi 80 mió kr. fyri 80% av partapeninginum í fyri­tøkuni