Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 16. januar 2006 13 Nr. 11 • mánadagur • 16. januar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Teir mongu áskoð­ar­ arnir til oddadystin millum VÍF og H71 í Vestmanna sunnudagin vóru vitni til ein rættuligan mannfólkadyst, og einki var avgjørt fyrr enn eftir síðsta bríksl Atlantic Airways kappingin Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Lagt var upp til oddabrak í Vestmanna sunnudagin, tá ið oddaliðið H71 vitjaði før­oyameistararnar úr VÍF. Vunnu hoyvíkingar dystin, vóru teir fýra stig undan vest­menningum, men vunnu vestmenningar, komu teir ájavnt við H71. Stinnar verjur Talan var um ein ógvuliga málfátækan fyrra hálvleik í Vestmanna, og tað var fyrst og fremst takkað verið tveimum sera stinnum verj­ um og tveim sera vælleikandi málverjum. Tað var ein taktiskt ógvu­ liga gløgg avgerð av VÍF- venjaranum, Dia Midjord, at hann hevði givið sínum monnum boð um at liggja langt frammi á skjúttunum hjá hoyvíkingum. Agnar Joensen var alla­ tíð­ina í krovinum á H71- lið­skiparanum, Halgir Dahl Olesen, og eisini bakkarnir hjá H71, Piti Negru og Jakob Jóns­son, fingu sera lítið pláss frá VÍF-verjuni. Hetta hóv­aði als ikki gestunum úr Hoyvík, sum av somu orsøk als ikki fingu álopsspælið hjá sær at koyra. Tá ið tað so endiliga eydn­aðist hoyvíkingum at koma til atsóknir á VÍF- málið, stóð ein serstakliga vælleikandi Zeljko Jotic fyri teimum. Jota stóð ivaleyst sín besta dyst higartil fyri VÍF sunnudagin. Tað var tó heldur ikki lætt hjá heimaliðnum í hin­ um endanum, tí verjan hjá hoyvíkingum stóð seg eisini væl, og tað sama gjørdi Levi Nybo í málinum. Vest­­menningarnir royndu at lirka stóru H71-verjuna upp, men tað gekk striltið. Tískil dúvaðu teir rættuliga nógv upp á langskotini hjá Sámali Joensen. VÍF fekk eisini fleiri møguleikar á vonginum, men vengurnir hjá vestmenningum vóru ikki serliga neyvir sunnudagin. At talan var um gott verju- og málmansspæl sást eisini aftur á máltalvuni, tí tá ið farið var til hálvleiks vóru bert 14 mál komin í dystinum, og av teimum hevði VÍF fingið tey átta, meðan H71 átti hini seks. Tað kundi tó eins væl stað­ ið á jøvnum 7-7, tí beint fyri hálvleik, tá ið støðan var 7-6 til VÍF, brendi H71 brotskast, og ístaðin fóru vestmenningar í kontra og skoraðu til 8-6. Sámal fekk pláss Vestmenningar byrjaðu sum eitt óløgi eftir steðgin, og fyrstu løtuna løgdu teir seg munandi fram um gestirnar úr Hoyvík, sum hesa løtuna tóktust ikki sørt ørkymlaðir. Men teir tóku seg so líðandi um reiggj, og skarvurin var ikki givin yvir. Spakuliga mannaðu hoy­ víkingar seg upp aftur, og teir tóku seg inn aftur á VÍF. Móti endanum av dystinum eydnaðist tað teimum eisini at koma upp á javnt, 19-19, men vestmenningar fingu sein­asta málið í dystinum, og tí vóru tað teir, sum vunnu dystin 20-19. At tað vóru vestmenningar, sum drógu longra stráið, var eisini í lagi, tí sæð yvir allan dystin, vóru teir betra liðið. Tað er einki at taka seg aftur í, at dysturin sunnudagin var enn eitt dømi, hvussu stóran týdning Sámal Joensen hev­ ur fyri VÍF. Gamaní var tað fyrst og fremst tey sera góðu verjuavrikini, ið ein legði til merkis í dystinum, men í álopspartinum hjá VÍF var Sámal í serflokki. Fleiri ferðir, tá ið liðfelagarnir ikki vistu, hvat teir skuldu gera, bleiv bólturin bara tveittur upp til Sámal, sum síðani høgdi hann í kassan. Sámal skeyt eisini 10 av teimum 20 málunum hjá heimaliðnum, og tað er undrunarvert, at hann fekk so mikið av plássi frá verjuni hjá H71. Tá ið H71 í seinna hálvleiki tók seg inn aftur á vertirnar, var tað millum annað takkað verið, at teir fóru undir at mansverja júst Sámal. Við sigrinum í mann­fólka­ dystinum sunnudagin, sum var framúrskarandi væl leidd­ ur av teimum báðum dóm­ arunum, Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen, sum veruliga vístu, hví teir verða mettir sum besta dóm­ara­ parið í landinum, hevur VÍF nú lagt seg ájavnt við H71 við 10 stigum, og Kyndil hev­ur eisini 10 stig, so ikki kann sigast annað, enn at spenningurin í fremstu mans­ deildini er í hæddini. Spenningurin í hæddini Talan var um ein rættuligan mannfólkadyst, tá ið VÍF og H71 hittust í Vestmanna sunnudagin. Vestmenningar vunnu dystin við einum máli, og nú er spenningurin í Atlantic Airways kappingini í hæddini. Mynd: Álvur Haraldsen Eingin dómaraseðil Vit hava tíverri ikki fingið dómaraseðilin úr Vestmanna, og tí ber ikki til at gera yvirlit yvir málskjúttar, útvísingar, brotskøst og annað. Tað var ein ógvuliga fegin Áki G. Olsen hjá VÍF, sum vit fingu orðið á eftir dystin móti H71. – Hetta var ein ómetaliga týðandi sigur hjá okkum at fáa í hús. Nú eru vit javnir við teir, meðan vit høvdu verið fýra stig aftan fyri, um vit høvdu tapt, og tí var talan í veruleikanum um ein 4-stigs dyst, segði Áki eftir dystin. Hann helt, at dysturin hevði verið merktur av tveim­um fantastiska góð­ um verjum og málverjum, og at hetta hevði gjørt sítt til, at báðir partar høvdu havt nokk so fitt av frustratiónum undir dyst­ inum. Spurdur, hvør taktikkurin hjá vestmenningum var undan dystinum, segði Áki G. Olsen. – Tað var fyrst og fremst, at vit skuldu leggja út í skjútt­ ar­nar hjá teimum, so teir ikki sluppu ov nær, og tað eydnaðist eisini rættuliga væl. Somuleiðis høvdu vit fingið boð um at verða tolnir í álopspartinum, og ikki gera ov skjótt av, greiddi Áki frá. Sjálvur helt Áki eisini, at talan hevði verið um ein rættuliga góðan dyst, og hann helt eisini, at døm­ingin hevði verið ser­ stakliga góð. tn Sterki H71-málverjin, Levi Nybo, sum stóð ein fínan dyst sunnudagin, var ógvuliga vónbrotin um ósigurin í Vestmanna. – Vit kunnu bara takka okkum sjálvum fyri tapið, tí vit brendu alt ov nógv, og tað kostar. Bæði verjan og málverjar hjá okkum stóðu seg væl, men í hinum endanum var tað ikki nóg gott. Bert at skora seks mál í fyrra hálvleiki, tað er ov lítið, segði Levi Nybo. – Teir høvdu lisið okkum væl, og verjuuppstillingin hjá teimum tók pippið frá okkum. Men vit eiga at fáa spælið hjá okkum at koyra, hóast mótstøðuverjan er offensiv, segði H71- málverjin. Hann helt tó eisini, at starvsfelagin hjá honum í VÍF-málinum, Zeljko Jotic, átti rós uppiborið fyri sítt avrik. – Jota stóð ein ótrúliga góðan dyst, og tá ið hann er í rætta lagnum, er hann næstan ómøguligur at fáa bóltin framvið, og hann hevði stóran týdning fyri sigurin hjá VÍF í dag, segði Levi Nybo at enda. tn Áki G. Olsen, VÍF – Fantastiska góðar verjur Levi Nybo, H71: – Vit kunnu takka okkum sjálvum Áki G. Olsen, VÍF Levi Nybo, H71