mánadagur 16. januar 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 11 - 16. januar 2006
Atlantsmótið á vegamóti:
Rimmar boriætlan
fyri framman
2006 og 2007 kunnu
gerast árini, tá gongd
av álvara kom á
aftur oljuleitingina
á Atlantsmótinum.
Hesi bæði árini verða
eftir øllum at døma
boraðir umleið 10
brunnar, fimm í
bretskum og fimm í
føroyskum øki. Talan
er fyri tað mesta
um leitibrunnar
men eisini um
avmarkingarbrunnar.
Oljuleiting
Analysa
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tá hugsað verður um, at
oljufeløg hava borað einar 200
brunnar á Atlantsmótinum
- fyri tað mesta vestan fyri
Hetland - síðani miðskeiðis
í 70-unum, so ljóða 10
brunnar í ár og komandi ár
kanska ikki sum tað heilt
nógva. Men seta vit hesar
í sambandi við tað heldur
laka borivirksemið, sum
hevur verið í hesum økinum
seinastu mongu árini, so er
hetta ein ábending um, at
nýggjar tíðir eru komnar til
Atlantsmótið. Bjartskygnið
er størri enn kanska nakrantíð
og fleiri av heimsins størstu
oljufeløgum eru sinnað til at
brúka milliardir av krónum
at bora brunnar í hesum enn
lutvíst ókenda øki.
Hóast olja og gass er
funnið í fleiri av brunnunum,
sum eru boraðir vestan
fyri Hetland í 25 ár, so er
hetta enn “bert” blivið til
tríggjar stórar framleiðandi
oljukeldur:
Foinaven,
Shiehallion og Clair. Hesar
oljukeldur eru tiknar í nýtslu
seinastu 10 árini og hava tær
lutvíst stóran týdning fyri
samlaðu oljuframleiðsluna
í bretskum øki.
Avgerandi spurningurin er
tó, hvussu man kemur víðari
tvs. ger fleiri lønandi fund.
Tað er hetta, sum millum 20
og 30 stór og minni oljufeløg,
royna at finna fram til við at
gera seismiskar kanningar
og síðani bora brunnar. Ein
broyting til tað betra er so
tann, at smærri olju- og
gassfelt bráddliga eru vorðin
áhugaverd, nú oljuprísurin
er so nógv hækkaður og nú
tøknin er so nógv ment. Tað,
sum áður varð ov lítið til at
útbyggja, er nú stórt nokk.
2004 undantak
Hóast tað ikki hava
verið
stórtíðindi
frá
Atlantsmótinum leingi, so
gjørdist 2004 eitt undantak,
tá amerikanski oljurisin
Chevron rakti við eina eftir
øllum at døma risasstóra
oljukeldu skamt frá føroyska
markinum.
Tað er henda oljukeldan,
sum verður nevnd Rosebank/
Lochnagar, ið hevur broytt
nærum alt á Atlantsmótinum.
Hon er uttan iva orsøkin til
stóra áhugan fyri at ogna
sær nýggj leitilovyi bæði
í føroyskum og bretskum
øki. Ein kann siga, at hon
er katalysatorur fyri tað,
sum skal koma. Kemur
tað so langt sum at henda
oljakeldan verður útbygd
til framleiðslu, so letur tað
nógvar nýggjar dyr upp
fyri komandi framleiðslur
á føroyskum øki eisini.
Hetta er sama mynstrið vit
t.d. hava sæð rundan um
Foinaven kelduna. Har eru
aðrar oljukeldur funnar í
grannalagnum, sum so eru
bundnar uppí Foinaven
framleiðslukjarnuna, og
slík útbygging ger, at tað
bráddliga loysir seg at
útbyggja smærri oljukeldur,
sum einsamallar fíggjarliga
ikki megna at bera seg.
Við hesum stóra oljufundi
hevur BP, sum hevur
sitið á førarasessinum
á oljulokomotivinum á
Atlantsmótinum, fingið ein
kappingarneyta ella fyri tað
viðspælara. Men við sína lið
hevur Chevron eisini onnur
stór oljufeløg so sum Statoil,
Shell, Anadarko og Dong.
Nógv virksemi
Sosialurin hevur roynt
at fáa innlit í tær fyri
okkum føroyingar mest
áhugaverdu verkætlanir
á Atlantsmótinum í ár og
komandi ár. Tað er líkt til,
at tað verða boraðir 10
brunnar í 06 og 07. Seks
av teimum eru leitibrunnar,
meðan teir fýra helst eru
avmarkingarbrunnar tvs.
brunnar, sum verða boraðir
nærhendis longu staðfestum
fundum og sum hava til
endamál at siga nakað um
her veruliga er talan um
rakstrarverdug fund.
Hyggja vit at sergjørda
analysukortinum síggja
vit, at ein leitibrunnur
verður boraður á føroyska
landgrunninum í ár, meðan tað
verða boraðir 1 leitibrunnur
og 3 avmarkingarnbrunnar
(appraisal) í bretskum
øki vestan og norðan fyri
Hetlandí ár.
Brunnurin, sum verður
boraður
á
føroyska
landgrunninum, er Brugdan.
Avtala varð gjørd herfyri
millum ikki færri enn 8
oljufeløg við Statoil á odda
um at bora gjøgnum basalt í
summar. Boripallur er tøkur
og setir á undirgrundina
umleið 15. juli. Alt eftir
hvussu gongst at bora
gjøgnum basalt verður
greitt einaferð í heyst, um
MØGULIGIR BRUNNAR Í 2006 OG 2007