mánadagur 16. januar 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 11 - 16. januar 2006
Menninir hjá Kyndli
komu sunnudagin
ájavnt við H71 og
VÍF í oddinum í
Atlantic Airways
kappingini, tá ið teir
vunnu ein tryggan
sigur á grannunum úr
Neistanum
Atlantic Airways
kappingin
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Undan dystinum móti Neist
anum á Hálsi sunnudagin,
høvdu kyndilsmenn taptu
tvær tær seinastu ferðirnar, ið
teir høvdu verið á vølli. Fyrst
taptu teir farna vikuskifti
oddadystin móti H71 í Hoy
vík, og mikukvøldið taptu
teir fyrru hálvfinaluna í
Coca Cola kappingini á
útivølli móti strandingum.
Munurin var sjónligur
Dysturin sunnudagin vísti
tann styrkismun, sum í løt
uni er á teimum báðum
havnarliðunum. Neistin hevur
í ár ikki havt somu styrki, sum
teir hava havt undanfarin ár,
meðan Kyndil liggur og
berjist um oddasessin.
Sunnudagin gekk javnt
á fyrstu tíggju minuttirnar,
men so gjørdi Kyndil ein
lítlan vørr og legði seg nakað
fram um grannarnar.
Neistin royndi tó at hanga
í, og hóast Kyndil eitt skifti í
fyrra hálvleiki var á odda við
fimm málum, so megnaðu
teir bláu at minka um munin
aftur, so at tað í steðginum
einans vóru tvinni mál á
muni.
Breiddin var brúkt
Beinanvegin eftir steðgin
setti Kyndil ferð á, og hóast
neistamenninir so dánt megn
aðu at fylgja við, so var tað
bara ein spurningur um tíð,
áðrenn tað fór at eydnast
teimum grønu at leggja sjógv
millum seg og Neistan.
Hetta hendi um miðjan
seinna hálvleik, tá ið Kyndil
fór frá at verða á odda 22-
19 upp á 28-19 innan fyri
einans seks minuttir. Tá
misti Neistin luftina, og so
var eingin vegur aftur.
Tað, ið eftir var av dyst
inum, var fyri so vítt bara
ein avgreiðsluspurningur,
og Neistin hevði ongan
trumf, sum teir kundu nýta
í eini seinastu roynd at fáa
grannarnar aftur.
Við sigrinum legði Kyndil
seg ájavnt við VÍF og H71 á
ovastu rók, og kappingin í
fremstu mansdeildini sær út
til at gerast sjáldsama spenn
andi í ár.
KÍF syrgdi fyri einum
tí mest óvæntaða
úrslitinum higartil í
ár, tá ið teir koppaðu
strandingum á Skála.
Atlantic Airways
kappingin
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Ein skuldi trúð, at strandingar
høvdu sjálvsálitið í lagi undan
dystinum móti kollfirðingum
á heimavølli sunnudagin.
StÍF leikti jú hálvfinalu móti
Kyndli í steypakappingini
mikukvøldið, og tá vunnu
teir ein tryggan sigur á
havnarliðnum. Men tá ið
KÍF vitjaði sunnudagin, var
mótstøðan ein onnur.
Fullmannaðir
strandingar
Tað er eisini vert at hava í
huga, at í hálvfinaluni miku
kvøldið vóru strandingar
bæði málverjan Marian
Cirloganescu og sterka
skjúttan Svein Justinussen
fyriuttan, og harafturat kom
Leivur Justinussen heldur
ikki á vøllin móti Kyndli.
Hesir vóru tó allir tríggir á
vøllinum sunnudagin, men
tað var ikki nóg mikið til at
koppa einum KÍF-liðið, sum
stríddist sum úlvar á skóg.
Tað er og hevur altíð verið
eitt eyðkenni fyri KÍF, at teir
kanska ikki spæla tann mest
poleraða hondbóltin, men
ístaðin stríðast fyri hvørjum
einasta bólti. Soleiðis var
eisini sunnudagin, har
kollfirðingarnir arbeiddu
serstakliga væl fyri hvørjum
øðrum, men til tíðir borð
reiddu teir eisini við heilt
góðum hondbóltsspæli.
Smeitur fyri
strandingar
Dysturin var ógvuliga javnur,
og hóast liðini skiftust um
at verða á odda, so var
tað serliga kollfirðingar,
sum høvdu munin í seinna
hálvleiki. Eftir at Damir
Oros seks minuttir inn í
seinna hálvleik hevði lagt
KÍF á odda 17-16, eydnaðist
tað ongantíð strandingum at
koma upp á javnt aftur.
Við ósgrinum fyri KÍF
misti StÍF eitt týðandi stig
í oddastríðnum. Høvdu teir
vunnið, vóru teir nú ájavnir
við VÍF, H71 og Kyndil,
sum eru púra jøvn á ovastu
rók, men ósigurin hevur
við sær, at teir eru tvey stig
aftan fyri oddaliðini. Koll
firðingar hinvegin fingu ein
kærkomnan sigur, og talan
verður neyvan um seinastu
ferðina, at teir fara at seta
kílar í hjá onkrum av fremstu
liðunum.
Kyndil-Neistin 34-25(14-12)
Tryggur sigur til Kyndil
Menninir hjá Kyndli vunnu sunnudagin ein tryggan sigur á grannunum úr Neistanum, sum
tykjast alsamt meiri einsamallir í botninum.
Savnsmynd
Kyndil-Neistin 34-25(14-12)
Kyndil: Marius Joensen 8, Hjalti M. Jacobsen 6, Rókur
Akralíð 5, Høgni Klein 4, Hans Áki Dal-Christiansen
3(1), Hans Arne Thomsen 2, Ken Zachariassen 2, Hanus
Johansen 1, Janus Einar Sørensen 1, Poul Rói Mohr 1
Neistin: Blagoje Buha 11(3), Johan Brekkustein 5,
Tróndur Kragesteen 4, Jens Mohr 2, Birgir Poulsen 1,
Finnur Petersen 1, Kári Horn 1
Brotskøst: Kyndil 1(1), Neistin 4(3)
Útvísingar: Kyndil 3, Neistni 8
Dómarar: Dánjal Samuelsen og Heri Petersen
Áskoðarar: 315
FAKTA
Við sínum níggju málum var Damir Oros toppskjútti hjá KÍF,
sum heldur óvæntað basti strandingum á Skála sunnudagin.
savnsmynd
StÍF-KÍF 24-25(13-14)
StÍF: Alexandur Johansen 10(5), Arthur Johansen
5(2), Bent Djurhuus 3, Sveinur Justinussen 2; Esbern
Jacobsen 1, Mortan Hansen 1, Bárður Danielsen 1,
Leivur Justinussen 1
KÍF: Damir Oros 9(2), Gert Hansen 4, Arnbjørn Hansen
4(1), Sune Davidsen 3, Petur Martin Poulsen 2, Mirko
Milinkovic 1, Rógvi Weyhe 1, Karl Johan Djurhuus 1
Brotskøst: StÍF 7(7), KÍF 4(3)
Útvísingar: StÍF 2, KÍF 4
Dómarar: Rúni Mohr og Ragnar Simonsen
FAKTA
Heimaliðið dróg
longra stráið, tá
ið Tjaldur vitjaði
Søljuna á Giljanesi í
gjár.
Sunset-kappingin
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Talan var um ein dyst
millum tey bæði niðastu
liðini í fremstu kvinnu
deildini, og tað er einki
dulsmál, at Søljan var fav
orittur at vinna dystin.
Gekk javnt á
Tað gekk rættuliga javnt á
millum liðini bæði, og ser
liga í fyrra hálvleiki var
lítil munur á liðunum báð
um. Men tað var allatíðina
heimaliðið, ið hevði hug at
stinga nøsina framum, og
tá ið farið var um miðjan
seinna hálvleik, og dyst
urin skuldi avgerast, slóg
Søljan til.
Eftir bert at hava verið
á odda við einum málið,
tá ið eitt korter var eftir at
leika, fingu tær sær eina
fýramálsleiðslu, og so
var ikki meiri krút eftir í
runavíkskvinnunum.
Við sigrinum syrgdi
Søljan fyri, at tær fingu
eitt sindur av luft niður
til Tjaldur á aftasta pláss
inum.
Søljan-Tjaldur 18-15(8-7)
Søljan: Heidi Maria Akselsen 7(2), Fía Selma
Nielsen 3, Lovisa Niclasen 3, Sólja Jóanisdóttir
2, Irdi Mikkelsen 1, Hertha Simonsen 1, Arnleyg
Haraldsen 1(1)
Tjaldur: Maya Hecimovic 6, Jasmin Dovovc 4(1),
Kristina Ellingsgaard 2, Anni Højgaard 2, Mona
Langgaard 1(1)
Brotskøst: Søljan 3(3), Tjaldur 4(2)
Útvísingar: Søljan 5, Tjaldur 4
Áskoðarar: 79
FAKTA
Søljan-Tjaldur 18-15(8-7)
Tættur dystur
á Giljanesi
StÍF-KÍF 24-25(13-14)
Kollfirðingar
syrgdu fyri tí
óvæntaða