Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 16. januar 2006 15 Á kortinum síggja vit okkara boð uppá oljuleitingina á Atlantsmótinum komandi tvey árini: fimm brunnar í ár og fimm komandi ár. tey 8 oljufeløgini hava rakt við olju. Bretska landgrunnin Vit skulu leita yvir um markið og inn á bretska landgrunnin fyri at finna teir írestandi fýra brunnarnar í ár. Tríggir av teimum eru longu fráboðaðir. Hesir skulu borast í vár fyri at vita, hvussu stór Rosebankkeldan er og hvussu hon háttar sær. Fjórði brunnurin á breskum øki í ár skilst er ein leitibrunnur longur inn á bretska landgrunninum. Talan er eftir øllum at døma um leiting eftir gassi, tí mong minni gassfund eru gjørd í hesum umhvørvinum. Her er tað so ConocoPhillips, sum er fyristøðufelag. Lat okkum síðani hyggja nærri at 2007. Eisini tá verða tað boraðir fimm brunnar. Líkt er til, at heilir tríggir av hesum verða á føroyska landgrunninum. Ein vita vit um við vissu. Tað er Williambrunnurin, sum trý oljufeløg við BP á odda, skulu bora á sumri 2007. Eins og Brugdan, sum verður boraður í ár, er William eisini á basaltøki. Hini báðir leitibrunnarnir liggja úti móti markinum. Annar teirra liggur í sokallaða Súluprospektinum, har Chevron er fyristøðufelag. Talan er um loyvi, sum varð latið í 2. útbjóðing og sum liggur ikki so langt frá Rosebankfundinum hinumegin markið. Umboð fyri Chevron hava fyrr úttalað, at tað er sannlíkt, at felagið fer at seta á í hesum loyvinum longu í 2007. Tað veldst so helst eisini um úrslitið av brunnunum, sum verða boraðir beint hinumegin markið í ár og tær seismisku kanningarnar í øllum økinum. Tríði leitibrunnurin á føroyska landgrunninum liggur í loyvi hjá ENI nakað syðri. Hetta er 9 ára loyvið, sum ENI fekk tillutað saman við Faroe Petroleum í 1. útbjóðing. Tað ljóðar, at fyrsti brunnurin í hesum loyvinum verður boraður í 2007. Fara vit so aftur um markið og inn á bretska landgrunninum síggja vit, at her verða helst boraðir tveir brunnar í 2007. Annar av hesum liggur tætt upp at markinum, longur norðari enn nakar brunnur er boraður áður. Talan er um prospekt, har Chevron er fyristøðufelag. Tað áhugaverda við hesum brunninum er eisini, at danska oljufelagið Mærsk Oil er við, eftir at hava verið burtur úr økinum í mong ár. Sum skilst verður so eisini ein avmarkingarbrunnur í bretskum øki í 2007, og hann verður helst boraður eitt sindur longur syðri í sambandi við Cambokelduna, ið varð funnin nøkur ár herfyri. Keldan hevur loynistatus ,”Tighthole”. Tó vilja keldur í oljuheiminum vera við, at her er talan um eitt veruligt oljufund. Higartil er ein avmarkingarbrunnur boraður, og nú ljóðar, at enn ein skal borast fyri at fáa vissu fyri, at her veruliga er talan um eitt stórt oljufund. Amerada Hess, sum er fyristøðufelag, hevur higartil ongar upplýsingar viljað givið um brunnin. Tó vita vit við rímuligari stórari vissu, at eins og longur norðuri í Rosebankøkinum, er talan um eitt rakstrarverdugt fund. Onnur øki áhugaverd Umframt hesr 10 brunnarnar eru sjálvandi eisini onnur øki á Atlantsmótinum, sum hava áhuga hjá oljufeløgunum. Taka vit risastóru Clairkelduna, haðani framleiðsla nústaðni byrjaði í fjør, hóast keldan varð funnin í 1978, so eru ætlanir um at fara undir oljuframleiðslu í fleiri øðrum pørtum av hesi ófatiliga stóru oljukeldu. Stórur spenningur er so eisini um, hvussu verður við enn einum oljufundi, sum liggur miðskeiðis millum Clair og føroyska markið. Talan er um Suilven kelduna, ið varð funnin fyri fleiri árum síðani og sum er mett at vera eitt lønandi fund. Tað ljóðar, at ætlanir eru um at byggja út hesa kelduna til framleiðslu. Aftrat hesum møguleikum koma so tey mongu smærri gassfundini vestan og norðan fyri Hetland, sum eru gjørd fyri sohvørt hesi mongu seinastu árini. Fleiri oljufeløg við franska oljufelagnum Total á odda arbeiða miðvíst við eini ætlan at útbyggja nakrar av hesum keldum til framleiðslu og festa tey í eina felags leiðing til lands. Samanumtikið mugu vit siga, at tað er bjart út á Atlantsmótinum, nú alt fleiri brikkar eru við at fella uppá pláss, soleiðis at vit innan ikki alt ov mong ár hava eina veruliga oljukoloni báðumegin markið millum Føroyar og Bretland ella við øðrum orðum vestan fyri Hetland og eystan fyri Føroyar. Brugdubrunnurin okkara megin markið og Rosebankkeldan bretsku megin markið kunnu gerast lopfjølirnar til eina spennandi oljuframtíð um okkara leiðir.