Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 16. januar 2006 15 Asta fekk heila­ skjálvta Tað sá ógvusligt út, tá Asta small í gólvið, eftir at hava fingið eitt skot beint á andlitið Mynd: Áki Bertholdsen Ein av mest týðandi stuðl­ unum hjá VB seinnu árini, hevur uttan iva verið stinni málverjin hjá liðnum. Asta Armonavitute hev­ ur støðugt verið nevnd millum allar bestu mál­ verjarnar í landinum, og tað fekk Stjørnan eisini at kenna leygardagin. Ser­ liga fyri steðgin tók hon stóran part av tí, sum varð sent móti máli hennara, og hon átti tí sín týðandi lut í leiðsluni, sum VB hevði langt skifti í dystinum. Tí kom tað eisini illa við, tá Asta einar 10 min­ uttir fyri dystarlok noydd­ ist av vøllinum. Anna Krist­ina Samson leyp inn frá veinginum, men í mun til skotini, sum hon áður hevði sent framvið málverjanum, traff harða skotið hesaferð beint á andlitið. Asta kom tó á vøllin aftur móti dystarenda, men tað var greitt, at hon ikki longur stóð eins væl. Hon var tó við í ferðalagnum, sum leygarkvøldið setti kósina norður um Suð­ uroyarfjørð, men hon kom tó ongantíð til Klaksvík saman við restini av hóp­ inum. Talan mundi eftir øllum at døma vera um heilaskjálvta, og tí mátti VB noyðast við at hava blaðungu Daniu Johansen í málinum, tá trupli úti­ dysturin í Klaksvík stóð á skránni. Tað gekk tó kortini heilt væl, men tað er so ein onnur søga. -mørk Tá Stjørnan setti trýst á ketlarnar, høvdu tær í minsta lagi tvey gear meira enn heimaliðið, sum soleiðis hevur útspælt sín leiklut í steypakappingini Coca-Cola kappingin Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Gaman í er framvegis ein hálvfinala eftir. Og tað kann so ikki staðfestast við 100% vissu, at VB ikki vinnur hesa við 9 málum. Men kortini man tað vera so sum so við vónunum hjá verjandi føroyameistarunum undan seinnu hálvfinaluni. Snøgt sagt, so var munurin í fyrru hálvfinaluni av slíkum slag, at sjálvt ídnastu VB- viðhaldsfólkini neyvan ímynda sær eina støðu, har finalusessurin brádliga kann gerast veruleiki. 1 mál í 15 minuttir Fyrstu longu løtuna var ann­ ars ikki so nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um nakran bank til heimaliðið. Fyrst og fremst, so løgdu liðini dentin á varið spæl fyri steðgin. Tað merkti, at fáir óneyðugir bóltar vórðu tveittir burtur, so mótstøðuliðini ikki sluppu í kontra. Men tað merkti eis­ini, at uppspælið hjá pørt­un­um gekk sera tungt. Tí høvdu verjurnar ikki nakra ovurhonds trupla uppgávu, og tá var tað eisini lættari hjá bæði Astu og Agne í málunum báðum at standa væl. Og úrslitið av øllum hesum varð ein óvanliga málfátækur hálvleikur. Tað man í øllum førum verið óluksáliga langt síðani, at Stjørnan bara hev­ur skotið eitt mál fyrsta kort­erið, men tað var støðan hesa­ferð. Og hvussu løtt upp­gávan í veruleikanum bleiv fyri verjurnar, verður kanska eisini undirstrikað av innanhýsis býtinum av málum hjá lið­ un­um. Av teimum niggju VB-málunum fyri steðgin, átti Daiva tey seks, meðan Alina átti fimm av teimum sjey Stjørnu-málunum. Og fyrstu ferð annar Stjørnu- spæl­ari skoraði, var eftir 23 minuttum! Eyka gearini Eftir steðgin tóktist dysturin halda fram eftir at kalla sama leisti. Fyrstu tekinini um, at gestirnir ætlaðu sær at tátta skrúvuna, komu tó spakuliga til sjóndar, tá einir tíggju minuttir vóru farnir. Onkursvegna tóktist hetta tó koma ov seint. Skilt soleiðis, at VB kanska skuldi klára at stríða seg ígjøgnum samfullar 60 minuttirnar, nú ferðin hevur verið somikið lagalig stóran part av dyst­ inum. Bara 16 minuttir fyri leik­ lok, stóða framvegis 15-12 á talvuni, men so skramblaði fullkomuliga hjá VB. Stjørnan fekk av álvara verjuna upp í snúningar, soleiðis at VB snøgt sagt ikki slapp ígjøgnum. Og vunnu tær bóltin, so gekk skjótt fyri seg. Alina var ein støðug hóttan við gjøgn­um­ brotsstyrki sínari. Tað sama gjørdist Katarina brád­liga við skotum sínum, og valdi VB at koma út eftir bakkunum, so sveik Una Ol­sen ikki álitið, tá hon varð spæld púrasta blank. Og so hjálpti tað eisini, at Stjørnan læt ungu Duritu Christoffersen sleppa á vøllin. Við Báru Skaale í utt­anlandsørindum, tóktist annars tungt hjá Stjørnuni at finna rætta avloysaran. Maria við Neyst royndist hampuliga væl í verjuni, men í álopspartinum gjørd­ist ov lætt hjá VB at byrgja fyri, tá tað at kalla bert var vinstra síða, sum hótti hjá Stjørnuni. Og tað sama var galdandi, tá Louisa Andrea­sen eitt skifti royndi seg. Nakað sum av álvara broyttist, tá vinstrahandaða vestmannagentan kom á vøllin. Í fyrstu royndini høgdi Durita bóltin í kassan, og so gjørdist hóttanin brádliga munandi verri at byrgja fyri. At VB so eina løtu misti stinnu Astu í málinum, tá Anna Kristina - óviljað - kom at senda bóltin í and­ litið á málverjanum, gjørdi ikki støðuna betri. Tað gav stjørnuni møguleika at skræða seg leysar, og so skrambl­aðu málini bara inn. VB forseraði í fleiri førum álopsspælið, nú tær royndu at vinna tað mista aftur, og so fall revsingin náðisleyst í eyðkenda kontraspælinum. Og hóast Asta kom aftur á vøllin, so tóktist greitt, at hon ikki longur var eins væl fyri, sum hon annars hevði verið í dystinum. Finalan er vís Og við áttu málum at geva av, skal tað altso vera ógvuliga løgið, um ikki Stjørnan triða árið á rað skal vera partur av steypafinaluni. Sjálvandi skal skinnið ikki seljast, fyrr enn bjørnin er skotin. Nakað sum treisku VB-kvinnurnar eisini fleiri ferðir hava prógv­ að. Men tað man tó vera sjáldan, at bjørnin er so illa særd. Somikið illa, at hóast hon fær eitt trivaligt petti av mótstøðuni í næsta slagnum, so er blóðtapið helst av slík­ um slag, at deyðin er vísur kortini. VB-Stjørnan 17-25 (9-7): Gestirnir høvdu størri maskinorku VB-Stjørnan 17-25 (9-7) Málskjúttar VB: Daiva Toumaite 8(3), Cristina Holm 4(2), Monika Samuelsen 2, Margreth Augustinussen 2, Laila Jespersen 1 Stjørnan: Alina Olaru 9(2), Katarina Stepanov 6(1), Una Olsen 4, Anna Kristina Samson 3, Durita Christoffersen 2, Joan Midjord Djordjevic 1 Brotskøst: VB 6, Stjørnan 3 Útvísingar: VB 1, Stjørnan 1 Dómarar: Hallur Danielsen & Petur Skeel Dahl. Dømdu ein fínan dyst, har teir alla tíðina høvdu gott samband við spæl og spælarar. FAKTA Louisa Andreasen og Stjørnan tóku seinastu 20 minuttirnar veruligt kvørkratak á Svavu Vestergaard og VB, tá fyrra hálvfinalan var á skránni leygardagin Mynd: Áki Bertholdsen