Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 16. januar 2006 29 Sosialráðgevi/ Sosialformidlari til Barnaverndar- tænastuna í Suðuroy Í sambandi við at kommunurnar hava yvirtikið barnaverndarøkið, er eitt fulltíðarstarv ella 2 parttíð- arstørv sum sosialráðgevi/sosialformidlari í barna- verndarumsitingini i Suðuroya øki leyst at seta skjótast gjørligt. Barnaverndarumsitingin heldur til á ráðhúsinum í Tvøroyrar Kommunu og skal fyribils virka við tveimum fólkum. Uppgávurnar verða at røkja barnaverndarmál, gomul eins og nýggj, innan fyri rammurnar í barnaverndarlógini. Vit vænta at tú: • Hevur viðkomandi útbúgving ella royndir frá arbeiði við málsviðgerð í eini almennari fyri- siting. • At tú er fleksibul og er góð/ur at samstarva við. • At tú er ábyrgdarfull/ur, kann arbeiða sjálvstøðugt og móti einum úrsliti. • At tú hevur yvirblikk og ein professionellan hugburð til tey mál, tú arbeiðir við. • At tú er nærverandi og hevur umsorgan fyri tørvinum hjá tí einstaka barninum. • Innlit í og royndir við barnaverndararbeiði er ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Vit bjóða: • Eitt spennandi og umskiftiligt arbeiði. • Avgerðarheimild í størri mun. • Møguleika fyri flekstíð og at arbeiða heimanífrá. • Løn við útgangsstøðið í tínum førleikum og galdandi sáttmála við viðkomandi felag. Nærri upplýsingar fáast við at venda seg til leiðaran á Barnaverndarumsitingini á tel: 371085 ella teldupost: susanne@tvoroyri.fo Umsókn við viðkomandi prógvum verður at senda til: Tvøroyrar Kommuna Postboks 80 FO 800 Tvøroyri Mrk.: Starv barnaverndarumsitingin Umsóknarfreist: týsdagin tann 31. januar 2006. Í umsóknini verður viðmerkt um ynskt verður fulltíðar- ella parttíðarstarv. Bakaralærlingur Søkt verður eftir bakaralærlingi. Lærutíðin er 4 ár, harav 35 vikur á tekniskum skúla í Danmark Arbeiðstíðin er mest um dagin, hóast nakrar náttarvaktir eru. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til okkara og spyrja eftir Eli Andreasen. c/o Vørður Hoyvíksvegur 65 Tlf. 598838 ella 312161