Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 11 - 16. januar 2006 Eingin oljuboring hevur verið við Føroyar í fleiri ár. Nú kemur vend í. Eitt samtak við 8 oljufeløgum og við Statoil á odda fer um eitt hálvt ár at seta borin í basaltið inni á føroyska landgrunninum. Brugdan er heitið á tí staðnum í undirgrundini, har oljufeløgini halda stórar nøgdir av olju liggja goymdar. Oljuleiting Jan Müller jan@sosialurin Ein boring verður á Føroyaøkinum í ár. Hon er inni á basaltinum og harvið rættiliga kolveltandi. Eftir at feløgini í loyvi 006 við Statoil á odda, fingu avtalu við mynduleikarnar og avtalu við feløgini í loyvi 003 og loyvi 001, um flytan av brunnunum, eru fyrireikingar til sjálva boringinga væl í gongd. Nógv virksemi er í tí fyrrverandi smiðjubygninginum úti í Bakka, har Statoil hevur sítt sæti. Pallin Stena Don Rúni Hansen, stjóri í Statoil sigur, at avtalan við felagið, ið eigur boripallin, er komin uppá pláss. Talan er um pallin Stena Don. Og sambart ætlanini verður borurin settur í 15. juli. Tað eru annars nógvar aðrar kontraktir, ið skulu fáast uppá pláss í eini tílíkari boring, og skilur blaðið, at fyrireikingarnar til hesar eru væl í gongd nú. Alt arbeiði í samband við boringina, verður stýrt av Statoil í Føroyum, har eini 18 fólk koma at arbeiða. Rúni Hansen sigur, at tað eru nógvir ymiskir fakbólkar við í einum tílíkum arbeiði, so tætt samstarv verður við Statoil í London, har teir flestu jarðfrøðingarnir eru, og við Statoil í Stavanger. Úti á sjálvum boripallinum verða um 90 fólk. Vænta at finna olju Tíðin fer so at vísa, um nakað fer at spyrjast burtur úr øllum hesum arbeiði. Men lítil ivi man vera um, at um feløgini ikki væntaðu, at møguleiki er at finna olju, høvdu tey neyvan lagt so nógva orku og pening í hetta økið. Statoil, sum stendur á odda fyri hesi einastu boringini á Føroyaøkinum í ár og tí fyrstu á basaltinum nakrantíð, hevur annars havt eydnuna við sær, við teirra satsningi á Atlantsmótinum. Í 2004 keypti felagið seg inn í eitt øki, bretsku megin markið, og funnu olju har. Í ár verða boraðir heilir tríggir metingarbrunnar her. Samstundis hevur felagið selt onnur loyvi í bretskum øki, sum ikki hava víst seg at verða lønandi. Væntast kann, at Statoil verður við í tilsamans 5 brunnum á hesum leiðum í ár. Ì tíðarritinum Frøði nevnir jarðalisfrøðingurin Heri Ziska, at boringin í summar verður sera spennandi, tí feløgini royna nú ein annan leitifrymil, sum ikki er royndur á okkara leiðum fyrr. Tí kann sigast, at tað er ikki bert fyri feløgini, ið eru við í hesi boringini, at spenningurin er stórur, men fyri alt samfelagið sum heild. Í øllum førum, koma vit at fáa týðandi upplýsingar um føroysku jarðfrøðini, sum kunnu fáa avgerandi týdning fyri oljuleiting á Føroyaøkinum í framtíðini. Royna eftir Brugduni Rúni Hansen, stjóri í Statoil hevur fingið stóru uppgávuna at standa fyri stóru avbjóðingini at bora gjøgnum basalt á landgrunninum í summar. Stena Don verður pallurin, sum skal finna fyrstu oljuna undir føroyska basaltinum.