Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 11 - 16. januar 2006 UTTAN ÚR HEIMI Stríðast um lossing Evropatingið fer í hesari vikuni at viðgera eitt uppskot, sum hevur til endamáls at økja kappingina ímillum havnirnar í Evropa, men tað eru bara tey fægstu, sum vilja vita av uppskotinum. Uppskotið ber millum annað í sær, at í framtíðini skulu manningarnar á farmaskipunum lossa farmin. Sum vera man hevur tað fingið øði í teir nógvu tús­und lossingarmenninar, men nú vísir tað seg, at mann­ingar­ feløgini og reiðaríini taka heldur ikki undir við upp­ skotinum. Lossingarmenninir hava gjørt greitt, at teir fara at berjast fyri sínari søk. Í dag mótmæltu fleiri túsund lossingarmenn uttan fyri tinghúsið í Strasbourg, og í Danmark lá lossingin still í fleiri havnum í dag. ES-nevndin sigur uppskotið vera neyðugt fyri at herða kappingina ímillum havnirnar, og fyri at arbeiðið í havnunum skal ganga skjótari. Men hvørki reiðaríini ella manningarfeløgini góðtaka hesa frágreiðingina. Eitt líknandi uppskot varð lagt fram fyri tveimum árum síðani, men tað fall. Í fjør legði ES-nevndin uppskotið framaftur, og tað er hetta uppskotið, sum nú kemur til viðgerðar í Evropatinginum. Ráðstevna um jødatýningina Stjórnin í Iran fer at skipa fyri einari ráðstevnu, sum skal kanna tey „vísindaligu prógvini“ fyri jødatýningini undir seinna heimsbardaga, og hvørjar avleiðingar hon hevur fingið og eigur at fáa. Talsmaðurin hjá uttanríkisráðnum í Teheran, Hamid Reza Asefi, sigur við Reuter, at altjóða samfelagið vil ikki kanna jødatýningina, men at Iran er til reiðar at skipa fyri einum slíkum orðaskifti. Sambært talsmanninum er tað umráðandi at fáa fatur á vísindaligum próvtilfari, sum kann prógva týningina og avleiðingarnar. Iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, segði fyri stuttum, at jødarnir vórðu als ikki týndir undir seinna heimsbardaga. Hann hevur eisini mælt til at strika Ísrael av heimskortinum, og at fólkið har skal flytast til Evropa ella USA at búgva. Flyta inn í býirnar Kanningar í Brasil vísa, at indianararnir har gerast alt­ samt fleiri og fleiri í tali, og at tann indianski parturin av fólkinum veksur seks ferðir skjótari enn hin parturin. Tað hevur havt við sær, at í dag eru umleið 740.000 indianar í Brasil, og tað er tvær ferðir so nógv sum fyri tíggju árum síðani. Men kanningarnar vísa eisini, at teir brasilsku indi­ anararnir búgva ikki á bygd longur. Tvørturímóti búgva 52 prosent í teimum stóru býunum. Har vóna teir at fáa arbeiðið, men royndirnar vísa, at teir flestu enda í fátækrabýlingunum. Teir duga illa portugisiskt, nógvir duga ikki at lesa og at skriva, fleiri drekka ov illa, og nógvir teirra fáa ymsar sjúkur, sum annars ikki hava verið vanligar ímillum indianararnar. Summir indianarar, sum flyta til stórbýirnar, eru so hepnir at fáa okkurt arbeiði sum hjálparfólk, meðan aðrir royna at lívbjarga sær við at selja stórbýarfólkinum indianska list. Brasilska stjórnin hevur skipað nøkur øki í Amazonas- økinum til indianararnar, so børnini kunnu ganga í skúla, og hetta hevur givið góð úrslit, skrivar AP. Grið fyri gamla avrætting Eftirkomarar hjá einum manni, sum varð avrættaður fyri morð í 1877, krevja nú, at hann fær grið. John Donahoe varð dømdur til deyða og avrættaður í amerikanska statinum Pennsylvania í 1877, tí myndug­ leikarnir vildu vera við, at hann hevði skotið stjóran í einari kolanámsfyritøku. Sjálvur noktaði hann seg sekan, og hann helt uppá, at hann visti als ikki, hvør stjórin var. Nú hava nakrir av eftirkomarum hansara savnað ymisk gomul skjøl og klipp úr bløðum, og tey halda seg kunna prógva, at John Donahoe var ósekur. Tey vilja eisini vera við, at hann fekk ongar møguleikar at verja seg í rættinum. Myndugleikarnir hava játtað at kanna málið av nýggjum, og ætlandi skal eitt nevningating taka støðu til tað um einar tveir mánaðir. Ein stórur partur av menningarhjálpini, sum Afrika fær á hvørjum ári, end­ ar aftur í Vestur­ heiminum Menningarhjálp Árni Joensen: fartekst@mail.dk Á hvørjum ári fær Afrika nógvan pening úr Vesturheiminum til menn­ ingarhjálp, men minni enn so allur peningurin kemur afrikanarunum til góðar. Tvørturímóti endar ein fittur partur av menningarhjálpini aftur í Vesturheiminum. Fýra milliónir Tað sæst í einari kanning, sum Kwame Andam, rektari á einum lærdum háskúla í Ghana, hevur gjørt. Hann vísir á, at á hvørjum ári arbeiða umleið 100.000 vesturlendskir serfrøðingar av ymsum slagi í Afrika. Teir kostar teimum afrikonsku londunum góðar fýra milliardir dollarar, og pengarnir fara burtur av menningarhjálpini. – Teir eru partur av tí, sum verður rópt „teknisk menningarhjálp“. Hetta arbeiðið kundu afrikanskir serfrøðingar gjørt, um teir vóru her. Men trupulleikin er, at Vesturheimurin er farin við teimum, sigur Kwame Andam við blaðið The Ghanasian Chronicle. Hann vil vera við, at fyri­ tøkur og tað almenna í Vest­urheiminum eru farin við umleið einum triðingi av teimum best útbúnu afr­ ik­anarunum, og at hendan gongdin hevur rakt Etiopia, Nigeria og Ghana serliga meint. Norski granskarin og rit­ høvundurin Guri Wiggen, sum hevur skrivað eina bók um menningarhjálp, sigur við Dagsavisen, at nógvir av teimumn vesturlendsku ser­frøðingunum gera sær dælt av menningarhálpini, og at teir brúka pengar til egnan bil og egin hús. Tað ger teir til ein yvirstætt í menn­ingarlondunum, sigur hon. Afrika rindar nógv fyri menningarhjálpina Fyri fyrstu ferð hevur Kili fingið eina kvinnu í forsetaembætið. Harafturímóti er ógreitt, um finnlendingar framvegis skulu hava eina kvinnu sum forseta Val Árni Joensen: fartekst@mail.dk Á seinna umfari av kilska forsetavalinum, sum var sunnudagin, eydnaðist tað sosialistinum Michelle Bachelet at vinna. Tann 54 ára gamli barnalæknin og fyrrverandi ráðharrin fekk 53 prosent av atkvøðunum, meðan mótvalevnið, rík­mað­ urin Sebastian Pineira, fekk 47 prosent. Undir einaræðisstýrinum hjá Augusto Pinochet flýddi Michelle Bachelet til Eysturtýsklands. Hon hevur verið virkin í politikki, síðani hon kom heimaftur, og seinastu árini hevur hon verið heilsumálaráðharri og verjumálaráðharri. Hon stillaði upp til forsetavalið sum umboð fyri mið- vinstrastjórnina, sum hevur stýrt Kili síðani 1990. Umval Tað eydnaðist heldur ikki finnlendingum at semjast um nýggjan forseta á fyrra valumfari, sum var sunnudagin, og tí er eisini neyðugt við einum valumfari afturat har. Tað er tó lítil ivi um, at Tarja Halonen verður afturvald. Tey flestu høvdu væntað, at hon fór at vinna longu í fyrra umfari, men tá uppteljingin var liðug, hevði hon fingið 46,3 prosent av atkvøðunum. Fyri at vinna skuldi hon hava meiri enn 50 prosent. Seinna valumfar verður 29. januar, og tá stendur valið ímillum Tarju Halonen og tann konservativa Sauli Ninistø, sum fekk 24 pro­ sent av atkvøðunum sunnu­ dagin. Michelle varð vald – Tarja má bíða Tarja Halonen vann ikki á fyrra umfari sunnudagin, og tí verður eitt valumfar afturat