Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. januar 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 12 - 17. januar 2006 Fríggjadagin lótu trý ung álendsk listafólk upp framsýning í Norður­landa­ húisnum. Fram­sýningin er ein ferðaframsýning sum hevur verið í Álandi, Íslandi og Grønlandi áðrenn hon nú er landað í Føroyum LISTAFRAMSÝNING Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Tey trý, Jonas Wilén, Hen­rika Lax og Annukka Turakka eru øll ættaði av Álandi. Hesuferð eru bara tær báðar genturnar við, og tá Sosialurin hittur tær í Norðurlandahúsinum, eru tær íferð við at hanga myndirna upp. Vit hava haft nógv vitj­ andi til framsýningarnar á hinum stødunum, so vit vóna at nógvir føroyingar vilja koma og síggja framsýningina hjá okkum her, sigur Henrika Lax. Hon og Anukka Turakka eru báðar komnar til Føroyar fyri fyrstu ferð at verða við á ferniseringini. Eitt tað besta við hesi verk­ætlan er at vit hava haft møguleika at vitja tey mest eksotisku støðini í Norðan­ lond­um. Vit byrjaðu á Álandi í maj 2005, til Grønland í septembur og sídani til Ísland í novembur. Vit hava fingi nógva inspiratión til okkara list. Henrika Lax og Jonas Wilen mála bæði meðan Anukka Turakka nýtir video­ myndir. Jonas Wilén, 32 ár, hevur veri virkin sum listamaður og blaðteknar í nógv ár hóast sín unga aldur. Hann hevur stilla út bæði í Svøríki, Finlandi og Álandi. Anukka Turakka, 30 ár, er virkin í Álandi. Hennara partur av framsýningini er videomyndir sum nevnast ”Blátt, reytt og gult”. Mynd­ ir­nar eru tiknar í Álandi, men hava sum so onki at gera við Áland hóast at lætt er at hugsa um álendska flaggi tá man hoyrur navni. Henrika Lax, 35 ár, málar mest í svørtum og hvítum. Hon hevur fyrr stilla út í Finlandi og Álandi. Endamálið við EXPAND sum verkætlanin eitur er at stuðla ungum álendskum listafólki, og hjálpa teimum at spreiða sína list uttanlanda. Eisini vilja fyrireikaririnir at ungu listafólkini skullu fáa kontakt við onnur ung listafólk í Norðurlondum. Tey trý blivu útvald av Mari Rantanen-Dixon prof­ essari á Kongaliga Lista­há­ skúlanum í Stockhólmi og tað er NIPÅ, (Nordens Institut í Álandi), Ålands konst­ museeum og Ålands konst­ føren­ing sum samskipar framsýningina. Framsýningin opnar ídag fríggjadag kl 16 og verður opin til 26 februar 2006 Henrika Lax og Annukka Turakka eru báðar ættaðar av Álandi og stilla nú út í Norðurlandahúsinum. Álendingar sýna fram í Føroyum Um alt kongaríkið verður gitt, hvat lítli prinsurin fer at eita, men nú ber eisini til at vinna ella tapa pening, meðan man gitur. Kongshúsið Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Nú kongaligi barnadópurin verður í vikuskiftinum eru gitingarnar nógvar um, hvat lítli prinsurin fer at eita. Eis­ ini veddingarfyritøkurnar bjóða seg fram, og til ber at vedda um alskyns nøvn, men oddsini eru sera ymisk. Jp.dk hevur hugt at oddsunum hjá veddingarfyritøkuni bet24. Niðast á listanum við hægstu oddsunum eru nøvn­ ini Johnny og Brian, ið geva peningin aftur 500 ferðir. Pápi Mary eitur annars John, so Johnny er kanska ikki eitt heilt burturvið git. Væntandi fer prinsurin at hava 4 nøvn. Til ber ikki at vedda um drongurin fer at eita Christ­ ian, tí sambært vedd­ing­ar­ fyritøkuni er eingin ivi um, at Christian verður eitt av nøvnunum. Til ber at vedda um navnið Frederik, men hetta er navnið við lægstu oddsunum 1,3, Henrik hevur odds 1,75 eins og gamla kong­ a­navnið Valdemar. Navnið Abel, ið eingin kongur hevur itið síðan ár 1250 er sambært B24 eins ósannlíkt sum Johnny og Brian. Gorm, ið er kent danskt konganavn gevur peningin 100 ferðir aftur, skrivar jp.dk. Barnadópurin verður í Christiansborg Slotskirke leygardagin, Sjónvarpi samsendur við Danmarks Radio frá kl. 6-13 leygarmorgunin. Eftir hall í 2,6 mió kr. í 2004 hevði Suðuroyar Sparikassi í 2005 eitt yvirskot á 0,8 mió kr. Roknskapur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í tíðindaskrivi sigur Spari­ kassin, at úrslitið er ávirkað posi­tivt av vinningi av virðis­brøvum, meðan stak­ útreið­slur í farna árinum hava virkað skeiva vegin. Nýggj deild verður latin á Tvøroyri, umframt at arbeitt hevur verið við eini um­legging til partafelag, og hesum hava eykaútreiðslur stað­ist av. Umleggingin verður ætlandi gjøgnumførd í 2006. Hartil hava øktu íløg­urnar eisini ávirkað av­skrivingarnar, sum í 2005 vóru 323 tkr. Tær vóru 196 tkr. í 2004. Útlánini í Suðuroyar Spari­kassa vuksu i 2005 við 16%, úr 270 mill. kr. í 2004 til 313 mill. kr. í 2005. Solvensurin hjá Suðuroyar Spari­kassa er nú 15,2 %, í mun til 20,7% í 2004. Solvens­urin hjá Suðuroyar Spari­kassa er framvegis væl hægri enn lógarkravið á 8%. Innlándini hækkaðu samstundis 5%. Úr 319 í 334 mió kr. Eginpeningurin hjá Suður­ oyar Sparikassa er nú 38,6 mill. kr. og svarar úrslitið í 2005 til ein renting av egin­ peninginum á 2%. Fíggjarstøðan javnvigar 31. desembur 2005 við 383 mill. kr. í mun til 363 mill. kr. 31. desembur 2004 At enda verður sagt, at stjórn­in í felagnum væntar eitt positivt úrslit í 2006. Yvirskot hjá Suðuroyar Sparikassa Brian prinsur er heldur ivasamt Christian verur sambært veddingarfyritøkunum eitt av teimum fýra nøvnunum hjá lítla prinsinum.